Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 160 — 25. AUGUST 1994 Sida3 Com-data byrjar av nyggjum: Bert talið er broytt Tað er ikki tað stóra hóvastákið í dag at fara undir nytt virksmi, um tað gamla verður ov tungt at reka. Ein avtala við peninga- stovnarnar, og eitt nýtt skråsetingartal ger munin Í tíðindaskrivi frá Com-data p/f, verður upplýst, at fel- agið hevur havt gjaldføris- trupulleikar í seinastuni, og at hetta hevur tarnað virk- seminum. Nú er nýtt partafelag stovnað, og virksemið held- ur ótarnað fram, bert við tí broyting, at skråsetingartal- ið fyri partafelagið er nytt. Tað hevur verið frammi, at arbeiðsfólkið bert hevur fingið játtað arbeiði í nýgg- ja Com-data, um tey vildu seta pening í felagið, men hesum vísa starvsfólk aftur. Líggjas í Bø er stjóri á Com-data, og hann sigur við Sosialin, at gamla felag- ið ikki er farið á húsagang, ella hevur fingið skuldar- sanering. - Hetta er meira ein spurn- ingur um gjaldføristrupul- leikar, sigur stjórin. - Nýggja partafelagið er stovnað í samráð við skuld- arnar. Bert er tað hent, aí vit hava flutt gamla Com-Data í annnað felag, sum Com- Data átti frammanundan, sigur Líggjas í Bø. - Nýggja felagið hevur yvirtikið skuld, vørugoym- slu og rakstrargøgn. Starvsfólkatalið er tað sam, og eingin er uppsagd- ur. Eini 23 fólk eru til ar- beidis, sigur Líggjas í Bø. Skuldin í gamla felagnum er sjey mió. krónur, og part- apeningurin í nýggja fel- in gerast upp, áðrenn vit kunnu siga meir um hetta agnum er 350.000 krónur, móti tí gamla partapening- inum, sum var væl stórri, upplýsir Líggjas í Bø. Hann vil tó ikki upplýsa nágreini- liga, hvussu stórur parta- peningurin var í gamla fel- agnum. - Hvat hendir teimum, sum gamla felagið skyldar pening. Fáa tey tað, sum tey eiga til góðar? - Gamla Com-data er ikki farið á húsagang, og tí skal skuldin gerast upp. - Eg veit ikki hvat hendir. Møguliga fáa vit eina accordskipan við skuldar- arnar. Tað er ikki greitt enn, hvussu verður farið fram í hesum máli, sigur Líggjast í Bø. Gamla Com-data umsetti fyri 20 mió. krónur í fjør. - Fáa starvsfólkini ikki lønina, sum tey eiga til góð- ar í gamla felagnum? -Tað er rætt at gjaldføris- trupulleikarnir hava ført við sær, at felagið ikki kundi gjalda starvsfólkunum løn í juli mánaða, umframt yvir- tidarløn, sigur Líggjas í Bø. - Nýggja felagið yvirtek- Líggjast íBe, stjóri á Com-data: - Gamla felagið er ikki farið á húsagang, og tí skal skuld- ur ikki skuld frá tí gamla, og tí missa starvsfólkini eina .månadarløn. Umframt virksemid i Før- oyum, hevur Com-data eis- ini arbeitt i Grønlandi, Dan- mark og Kanada, men Líggjas í Bø sigur, at hetta virksemið ikki er so stórt longur, sum tað hevur verið. Tá virksemið í Com-data var upp á tað mesta seinast í áttatíárunum, starvaðust umleið 60 fólk á virkinum. Dagny Lars Tybjerg, deildarstjóri í stjórnarmálaráðnum: Gamla avtalan er enn galdandi - Øll kenna gomlu avtaluna við donsku stjórinina, sum skal verða grundalag undir nýggju samráðingunum, tá hesar vera tiknar upp aftur. Hetta sigur Lars Tybjerg í stjórnarmálaráðnum, sum hevur vid føroysku viður- skiftini at gera. Hann sigur við Sosialin, at avtalan m.a. sigur, at hallið á fíggjarlóg- ini ikki má verða meir enn 250 mió. krónur. Avtalan, sum er frá 28 mai. 1993, sigur eisini, at landsstýrið og danska stjór- nin eru samd um, at verður avtalan yvirhildin, so kundi partarnir á komandi sam- ráðingarfundum - ið skuldu verða 17. august, søkja um statslán, sum landsstýrið skuldi nýta til at gjalda part av uttanlandsskuldini. - Fyri at treytirnar skuldu haldast, kravdi danska stjórnin tá, at stabilitetur skuldi fáast í føroyska bú- skapin, og at hallið á fíggj- arlógini ikki skuldi vaksa. Enner eingin dagur settur fyri komandi samráðingu- num við danir. Lars Tybjerg sigur, at danska stjórnin vil geva før- oysku politikarunum møguleika at gera seg lidnar vid samgongusamråding- arnar og at skipa landsstýri. - Tað verður neyvan krav frá danskari síðu, at nýggja landsstýrið kemur til sam- ráðingarborðið beinanveg- in. - Eg hugsi, at vit fara at geva teimum møguleikar at seta seg inn í arbeiðið, og at kunna seg um sáttmálasam- ráðingina og avtaluna, sigur Lars Tybjerg. Dagny Mentunargrunnur Studentafelagsins GRÁUR OKTOBER Nýggj krimisøga eftir Jógvan Isaksen Utvarpsmaðurin Páll Hansen doyr fyri opnari mikrofon undir døg- urðatíðindunum. Ein bankaránari verður funnin hongdur í kliva- num á politistødini. Er samband ímillum deyð- an hjá hesum báðum? enn strádeyði. Men Hannis er eisini noydd- ur at gera eitt rend til bæði Rom og Lugano fyri at fáa skil á, hvat ið fer fram í okkara annars fridarliga høvudsstadi. Annars kann forlagið upplýsa, at eitt triðja Og hvat hava teir við bind um skreytirnar hjá lutaspekulasjón at Hannisi Martinsson er í skaffa? umbúna. Eins og í >Blíð er summarnátt á Føroya- landi< er blaðmaðurin Hannis Martinsson hgvuðspersónur, og aft- ur hesa ferð leggur hann seg út í meira enn væl er. „Gráur oktober« fer í hóvuðsheitum fram í Havnini, har brádeyði tykist at vera vanligari Tíðindaskriv >Gráur oktober< er løgd til rættis á Hest- prent, prentað hjá Estra og innbundin av Helga Justinussen. Skaldsøg- an er 244 síður til longd- ar og kostar 178 kr. Ingi Jacobsen hevur gjørt permuna, og Mentunar- grunnur Studenta- felagsins gav út Heystfrítíðin '94 Av tí at Landsskúlafyri- sitingin ofta um telefon- ina verður spurd, nær frítíðirnar eru í skúlu- num og serliga nú, heystfrítíðin nærkast, skal við hesum verða sagt frá, at heytfrítíðin í ár verður frá leygar- degnum 8. oktober til sunnudagin 16. okto- ber, t.v.s. at vika 41 er frivika. Samstundis við hes- um verður sagt frá, at allir fólkaskúlar og allar skúlanevndir hava fing- ið sendandi frítíðarætl- an fyri skúlaárið 1994/95. Frítíðarætlan fólka- skúlans er eisini prentað í læraraálmanakkanum, sum Froya Sparikassi gevur út á hvørjum ári. Tórshavn, 23. august 1994 Landsskúlafyrisitingin