Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Bergur Wardum kravdi tolk í landsrættinum: lvaðist um gegnid hjá dómarunum i Nr. 160 — 25. AUGUST 1994 Vildi sum vitni handa landsrættinum mótmæli, har hann metti at dómararnir vóru innhabilir. Landsrætturin skúgvaði mótmæli av borðinum aftaná døgurda, eitt týsdagin byrjaði. avhoyringin av krúnvitninum hjá Dan Klein, blaðstjóra á Oyggja- tíðindum. Bergur Wardum, møbilpolstrari í Havn. Tað var ikki heilt uttan dramatikk, at Bergur Wardum trein inn í nýggju rættarhølini i J.H. Scrøders- gøtu 11. í Havn. Tað fyrsta hann kravdi var at fáa tolk. Bergur er eitt sindur dulur og hann ivadist i um hann fór at hoyra og skilja teir triggjar landsrættardómararnar, Jens Lunøe, Erik Kjærgaard og Knudsen. Hann ivadist eisini í um hann fór at skilja ákæran, Michael Boelsen, men segði seg ongar trupuleikar hava at skilja verjan hjá blaðstjóranum, Søren Søltoft Madsen. Beint klokkan Ein kvinna, sum arbeiðir í dómhúsinum kom Bergi til hjålpar sum tolkur, men hon fekk lítið at gera, tí at tað serliga var verjin hjá Dan Klein sum stóð fyri av- hoyringini og hann hevði Bergur sum sagt ongar trupulleikar at skilja. Innhabilur landsrættur Bergur Wardum legði út í landsrættinum við at handa rættinum eitt mótmæli, har hann vísir á , at dómararnir eru innhabilir, tá tað snýr seg um hansara persón. Hann mælti til, at sakar- málið móti blaðstjóranum varð útsett Hann vísti á at teir tíggir landsrættar- dómararnir høvdu verið við til at vidgjørt tey flestu mál hjá honum, sum vóru endaði í landsrættinum og hann metti ikki, at dóm- ararnir kundu dóma hann objektivt. — Tá teir ikki kunnu dóma meg objektivt, so kunnu teir heldur ikki dóma Dan Klein, tí hann hevur bert endurtikid tað sum eg uttan revsing havi ført fram, segði Bergur Wardum. Bergur Wardum hevur fyrr víst Hægstarætti á, at formaðurin í dómaratrioini, Jens Lunge „ ikki hevur dømt hann objektivt. Ein nýggj kæra frá Bergi Wardum liggur nú í Hægsta rætti og Bergum Wardum heldur, at tað er óheppið, at landsrætturin viðgerð sak- armálið móti Oyggja- tíðindum, áðrenn hendan kæran er endaliga vidgjørd í Hægstarætti. Men dómaramir í landsrættinum vildu íkki fæ”. x Tíðindablaðið (SKI) Vi Bergur Wardum var krúnvitnið hjá blaðstjóranum á Oyggjaríðindum, Dan Klein. sr Wardum er ikki liðugur í rættinum . Hann hevur stevnt dómaranum fyri at hava logið í rættinum. Hann hevur eisini stevnt fåtanum og ákæranum. Mynd: Kalmar vita av nøkrum mótmæli, ella "indsigelse", sum tað eitur á donskum og tóku ikki móti skrivliga tilfar- inum, sum Bergur hevði latið prentað. Bergur Wardum varð sum sagt serliga avhoyrdur av verjanum, Søren Søltoft Madsen og hann hevdi eitt sindur ilt við at skilja ímillum, um hann bert var vitnið, ella um hann var ein partur av málinum sum åkærdur. Hetta var fleiri ferðir neyðugt hjá Jens Lunøe, landsrættardómara at vísa honum á, eisini hevdi verjin hjá Dan Klein ilt við at stýra Bergi, so nógv hevði hann uppá hjartað. "Tú ert ein idiot" Søren Søltoft Madsen nýtti drúgva tíð at tråspyrja Berg um eina hending í dómhúsinum einaferð í sep- tember månda í fjør. - Bergur greiddi frá, at hann var komin í dómhúsið fyri at geva eitt kæruskriv. Knappliga kom dómarin út á gongina og hann skeldaði meg út við bæði líkum og ólíkum, segði Bergur War- dum. — Hann kallaði meg idiot innan løgfræði og visti á, at innan løgfrødi var hann tann stóri og eg tann lítli, segði Bergur Wardum. Bergur Wardum sendi eina klagu til hægri mynd- ugleikar um hesa hending. Bergur Wardum er so ónggdur við viðferðina hann fekk, tá sakarmálið millum dómaraembætið og Dan Klein var fyri í Føroya Rætti, at hann hevur stevnt einum stórum parti av teimum persónum, sum mannadu Føroya Rætt Hann hevur stevnt seti- dómaranum Jes Schiøler, fyri í dóminum at hava kalla hann fyri svakan. Hann hevur stevnt fútanum, Mogens Nepper Christen- sen og ákæranum, Michael Boolsen fyri ærumeiðing í samband við hetta mál og sorenskrivaran, Joen H. Andreassen fyri at hava logið í rættinum. Uttan mun til útfallið av dóminum móti Dan Klein, so er ikki seinasta ordid sagt av Bergi Wardum f hesum marathonni av fløktum målum seinastu 10 årini. Joen H. Andreassen, sorenskrivari vann sakarmálið móti Oyggjatíðindum. 7. dómurin um ærumeiðing hjá Dan Klein: Hesuferð kostaði skrivingin fongsul Hevur undan seinasta dómi rindað 46 .000 krónur í bót fyri ærumeiðing Fyri sjeyndu ferð seinastu 11 árini noyddist Dan Klein, blaðstjóri, í gjár at hoyra ein dómara lesa hesi orð: " Tiltalte, Dan Klein, Dan Klein eigur drúgva tíð í rættinum og hansara skriving hevur kostað í krónum, men ongantíð fyrr er hann dømdur treytaleysa fongsulsrevsing. Tað var um reppið í sakarmálinum millum Albert Mortensen og Dan Klein. Hann varð í Føroya Rætti dømdur 30 daga treytaleysa fongsuls- revsing fyri at hava skuldsett Albert Mortensen fyri at hava framt retur- kommisión. Prévførslan helt ikki í rættinum. Lands- rætturin broytti dómin til treytada fongsulsrevsing. Albert Mortensen fekk 15.000 kónur fyri tort. I 1983 er Dan Klein fyri fyrstu ferð í rættinum fyri ærumeiðing. Hetta var eitt mál móu Føroya Fiskasølu. Hann varð dømdur at rinda 20 dagbøtur á 300 krónur. Næsta mál kemur fyri í 1985, tað snýr seg um ærumeiðing móti einum prentara. Dan Klein varð dømdur at gjalda 10 dag- betur á 500 krónur. Síðan kemur málið um Global við Albert Mortensen, hetta var um heystið 1986. Dan er aftur í rættinum um heystið 1987. Tá kendi ein skipari seg ærumeiddan og hetta kostaði blaðstjór- anum 20 dagbøtur á 500 krónum ella 10.000 krónur. Í november 1990 verður Dan Klein aftur dømdur fyri ærumeiðing. Hann skal rinda 10 dagbøtur á 500 krónur. Í oktober 1992 verður Dan Klein aftur dømdur fyri at hava æru- meitt ein skipaeigara. Hann fær 10 dagbøtur á 500 krónur. jústinus