hósdagur 25. august 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EI Nr. 160 — 25. AUGUST 1994 Síða7
Ísland
1 —
irland
torbritz
Norskir jarðfréðingar halda, at føroyska økid er partur av sama stóra landgrunnsøki
sum Vøring út fyri Norðurnoregi. „eir halda at jarðfréðin her er tann sama og um
nakrar fáar mánaðir sleppa tey stóru oljufeløgini at bora eftir olju í Vøringbassengi-
num. Norðmenn halda, at tað sær sera lovandi út at finna olju í hesum økinum
Føroyar í fokus á oljumessu i Stavanger
Statoil stórar vónir
til tað foroyska okið
Jan Miiller úr Stavanger
Ikki færri enn 1.000 feløg úr
22 londum eru við á ársins
størstu oljuráðstevnu, sum
verður hildin í norska olju-
býnum Stavanger alla hesa
vikuna. Hóast Føroyar ikki
vanliga vera knýttar at olju-
spurningum og heldur ikki
hava Havt nakran serstakan
áhuga millum oljufólk, so
tykist nú bráddliga vend at
vera komin í.
Hetta er í hvussu er tann
fatan tú fært, tosar tú við
fólk frá stóra norska olju-
felagnum Statoil. Hóast tal-
anerum eina altjóða messu,
so er greitt, at Statoil er
frammaliga f ordaskiftinum
um oljuspurningar f fram-
At Statoil hevur stórar
vónir til eina komandi olju-
vinnu í Føroyum kemur ikki
minst til sjóndar í tíðarriti-
num »Statoil Magasin«,
sum kom út júst um somu
tíð sum stóra oljuframsýn-
ingin varð sett.
Føroyar eru á forsíðuni,
og inni í blaðnum er stór og
sera áhugaverd grein um
Føroyar sum framtíðar olju-
gki. Norskir jardfødingar,
sum í longri tíð hava kannað
eitt risastórt øki út fyri Mið-
noregi, kalla »Vøringbas-
senget<, halda, at hetta er
partur av einum nógv stórri
øki frå dýpinum vestan fyri
Írland víðari fram við Før-
oyum og fyi síðani atenda í
Vøring vestan fyri Mið-
noreg.
Norskir jarðfræðingar,
sum hava góðar vónir um at
finna olju í Vøringøkinum,
ið kann blíva eitt nýtt
Statfjordfelt, halda nú, at
jardløgini eru tey somu við
Føroyar sum í Vøringøki-
num. Teir kalla alt hetta
stóra og áhugaverda gkið
fyri >The Western Slope<.
Vidar Larsen, leiðandi
jarðfréðingur hjá Statoil,
sum er við á oljurådstevn-
uni í Stavanger í hesum
døgum, sigur við Sosialin,
at upplýsingarnar teir hava
fingið um Veringgkið
kunnu fáa sóran týdning
fyri kanningarnar í føroyska
økinum. Okkurt bendir á, at
jardfrødin í báðum hesum
økjum er tann sama.
Vøring álitið
Hann sigur víðari, at allur
tann norski oljuídnaðurin
nú setir sítt álit á nýggja Vø-
ringgkið. Ætlanin er at
bjóða tað út í kassar til tey
stóru oljufelggini um árs-
skifti. Tey fara so alt fyri eitt
at bora og vóna norðmenn,
at Vøring kemur at avloysa
stóru keldumar í Norðsjó-
num, sum so spakuliga eru
við at tømast.
Tá júst Vøringøkid er so
lovandi, og tað er partur av
einum og sama landgrunni,
sum røkkur heilt til Føroya,
so er greitt, at norðmenn
vísa føroyska økinum ser-
ligan ans. Teir síggja her ein
møgueika at kunna brúka
vitanina frá kanningunum á
Vøringøkinum í eini kom-
andi arbeiðsuppgávu í tí
føroyska partinum av >The
Western Slope<.
Tað, at BP hevur funnið
tvær stórar oljukeldur vest-
an fyri Hetland, t.v.s. í hes-
um sama stóra landgrunns-
øki, frødir norðmenn, tí tað
gevur teimum eina ábend-
ing um, at olja uttan iva eis-
ini finst longur norðuri, t.v.s
í Vøringøkinum.
Norðmenn fylgja tí sera
væl við, hvat hendir í øki-
num millum Føroyar og
Hetland. Tað kann geva
teimum ábendingar um,
hvat møguliga er at finna hjá
teimum sjálvum.
Tað er greitt, at norðmenn
eru altráir eftir at finna
nýggj oljugki, tí stóru olju-
keldumar í Norðsjónum eru
við at tómast.
Statoilfólk Sosialurin
hevur tosað við á oljuráð-
stevnuni í Stavanger siga, at
leiðslan í Statoil er sera
spent um, hvat fer at spyrj-
ast burtur úr teimum seism-
isku kanningunum, sum
verða gjørdar við Føroyar í
hesum døgum.
Vil vera við
Tá tað kemur hartil, at ókið
við Føroyar skal býtast út til
tey stóru oljufeløgini at fara |
undir boring, so dylja Stat-
oilfólk ikki fyri, at felagið er
sinnað at vera við í oljuleit-
ingini við Føroyar. Hetta
bæði tí at tað longu nú hevur
nakrar metingar um, hvussu
jardfrødin er við Føroyar, út
frå kanningunum i Vøring-
økinum — og tí at kanningar
við Føroyar eisini kunnu út-
vega norðmonnum fleiri
upplýsingar um teirra egna
økid.
Statoil skipar mikudagin
fyri eini litlari rådstevnu fyri
føroysku sendinevndini og
pressuni. Tá fara serfrød-
ingar hjá felagnum at greiða
frá norsku royndunum í
oljuvinnuni og eisini at
koma inn á spurningar, sum
kunnu hava serligan áhuga
fyri Føroyar. Eitt nú fara teir
at greiða frá kanningunum í
Vøringøkinum.
Umleið 15 føroyingar eru
á messuni í Stavanger. Um-
framt umboð fyri útvarpið,
sjónvarpið og Sosialin, soer
stórur partur av oljuráðlegg-
ingarnevndini her. Harum-
framt eru nøkur umboð fyri
føroyskt vinnuliv.
5
Bussurin meira enn fullur!?
Forsvarligt
— sigur bussførarin
Fult forsvarlig koyring, sigur bussførarin.
Savnsmynd: Kalmar
Ikki sluppu øll við
Leirvíks-bussinum av
Farstødini um hålvgun-
fimmtidina tyskvøldid,
tí so mong høvdu teknad
seg til túrin í samband
við fótbóltsdystin á
Svangaskarði.
Eitt av ferðafólkunum
hevur greitt blaðnum
frá, at bussurin var nógv
meira enn fullur. So
fullur, at hópur av fólki
máttu standa í bussinum
) allan vegin til Søldar-
fjarðar, har skift varð til
annan buss út á Toftir.
Ferðamaðurin setir
spurnartekin við trygd-
ina tá so mong eru í
bussinum.
Í
Hákun Zachariasen
var bussførari å Leir-
viksleidini hendan dag-
in. Hann sigur seg einki
kann til yvirfyltan buss.
Tað, sum ' møguligå |
hevur: tókst eitt sindur
ógvusligt fyri okkurt av
ferðafólkunum = man
helst vera tað, at hel-
mingurin av ferðafólk-
unum vóru børn, og tey
sita ikki í frið. Tey sita
eina løtu og fara so at
vála. Hákun Zacharia-
sen sigur, at hann hevði
ikki fleiri fólk við í
bussinum enn tað hann
helt seg kunna koyra fult
forsvarligt.
tór.-
Jákup í Skemmuni
heiðraður í Sveríki
Jákup í Skemmuni, týðari, hevur fingið 20.000 sv. krónur
frå svenska rithøvundafelagnum í heidursløn, fyri nigvus-
mikla arbeiðið sitt at umseta barna - ungdóms- og vakstra-
mannabøkur, tær flestu úr svenskum máli.
Jákup í Skemmuni hevur týtt umleið 100 bøkur til før-
oyskt mál.
578999.
kjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvort leygarkvøld ki. 19.00. — —
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. —
Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella 031-
Dagny