hósdagur 25. august 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 160 — 25. AUGUST 1994
Klæðir stolin
á snórinum
Ein lesari ávarar móti, at lata
klæðir hanga á snórinum um
náttina. Um illa veit við, eru
tey horvin morgunin eftir
Ein lesari sigur við Sosialin,
at tað verður skrivað um so
nógv í bløðunum, og at hon
tí helt, at hon eins væl kundi
ávara fólk, at tey ikki lótu
klæðini hanga á snórinum
um náttina, tí vandi er fyri at
hann er tómur morgunin
eftir.
- Eg búgvi í fridarligum
býlingi uttan fyri Havnina. Í
gjårakvøldid fór eg ikki út á
snórin eftir klæðunum, tí
verðurmaðurin segði frá
turrveðri.
- Tá eg kom út eftir klæð-
unum í morgum, vóru trý
pør av cowboybrókum og
ein troyggja horvin á snóri-
num.
- Har vóru eisini nógv
barnaklæðir, men einki var
stolið. Eg hugsi, at fólk ikki
taka barnaklæðir, tí børnini
ganga nógv úti, og ti er
kanska stórri vandi fyri, at
fólk kenna síni stolnu
klæðir aftur. Einar cowboy-
brøkur er ómeguligt at
kenna aftur, tí slíkar ganga
øll í, sigur lesarin.
- Eg havi hoyrt áður um
fólk í midbynum, sum hava
mist klæðir á snórinum um
náttina. Tá hava fólk hildið,
at tað bert hevur verið beist-
alótir hjá ungdómi.
- Av tí ateg havi hoyrt um
fleiri slíkar hendingar í
seinastuni, helt eg, at eg
skuldi gera vart við hetta,
sigur lesarin.
Dagny
Tidindabladid GSK
Meginfelag åhugaleikara Føroya
Sjonleikaåhugad
hittast i Vagum
Sjónleikaáhugað úr øllumlandinumhittast í Sørvågs
skúla 9.-11. september vid stevnuevninum »Kvøld-
seta< — 12 tíma skeið í sjónleikarakynstri
MáF, sum í ár hevur 15 ár .
baki, hevur á hvørjum år
skipað fyri Sjónleikara-
stevnu og roynt at komi so
víða um í landinum sum
gjørligt.
Endamálið við stevnu-
num er m.a., at sjónleika-
áhugað skulu kunna hittast
um ávíst verkevni, felags
áhugamál, at skapa áhuga
fyri sjónleiki yvirhøvur og
kanska geva íblástur, har
sjónleikavirksemi = hevur
ligið á láni eina tíð.
Sjónleikarafelggini hava
Skeið I tekur Mikkjal
Helmsdal sær av
stóran áhuga fyri Kvøldset-
um og framførslum vid
innihaldi år teirra egna um-
hvørvi og, at Stevnuevnid
hesu ferð, nú vit skulu halda
ul í Sørvågs skúla, er
Kveldseta, er ikki so tilvild-
arligt.
I Vågum eru tey von at
hava Kvøldsetur og MåF
hevur gott samband við fólk
á staðnum. Ætlanin er, at
stevnufólkið saman við
fólki úr oynni, skal gera
Kvøldsetu at framføra al-
ment leygarkvøldid.
Skeiðið i sjónleikakynstri
verður skipað í tveimum
stigum, við 12 tíma frálæru
hvort.
n
Skeið I — fyri fólki við
lítlum og ongum royndum á
palli.
Skeið II — fyri fólki við
nakað av royndum/roynd á
palli.
Til arbeiðsgrundarlag á
skeiðunum verður søgnin
um Beintu brúkt og lærarar
verða Mikkjal Helmsdal og
Øll sjónleikaáhugað
kunnu venda sær úl MáF og
frætta nærri um stevnuna, ið
verður sett friggjakvøldid
kl. 21.00. Stevnan verður
sett so seint fyri, at sjónleik-
Kristina Hansen er lærari
á skeið II
må
Ivaleyst av tilfari er til at
taka
arar úr øllum landinum
skulu sleppa við.
Tey, sum hava meldað
seg til skeiðini, verða
friggjakvøldi& kunnað um
mannagongd o.s.fr. og ar-
beitt verður allan leygar-
dagin, fram til K vøldsetuna.
Sunnumorgun heldur frå-
læran fram til kirkjutid,
seinnapartin verður tikið
samanum og stevnan endar
um fimm-tidina.
Føroyinga-
felagid
í London
Nærri upplýsingar frá:
Birgit Sólstein, .
tí. 00944816815730
Helgi Joensen,
tí. 00944932829027