Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 160 — 25. AUGUST 1994 Síða 9 Getumenn vonbrotnir - áttu at vunnið dystin Nú mugu gøtumenn satsa alt uppá at endurvinna FM- heitið, tí teir eru als íkki nogdir við tað, teir hava upplivað í UEFA Cup hesaferð. Teir áttu at havt vunnið á Trelleborg FF, ið misti tveir mans, so GI í meira enn hálvan tíma spældi við ellivu monnum móti niggju — uttan tó at fáa nóg SOSIALURIN, Trelle- borg: Tað var sum munurin á degi og nátt — munurin á fyrra og seinna hálvleiki hjá GÍ tyskvøldid á Vånga- vallen móti Trelleborg FF í UEFA Cup-kappingini. Einki bendi fyrstu 45 minuttirnar á, at hetta á nakran hátt skuldi gerast dagurin hjá GÍ — illa gekst at fáa glið á samanspælið, og tå stødan eftir bert tólv minuttir var 2-0 til Trelle- borg FF, vóru vónirnar um nakað annað enn stórtap sera smáar. Fyrra hálvleik vórðu gøtumenninir heilt avgjørt fyri órætti, tá dómarin gav heimaliðnum brotsspark, hóast talan var um gullreina takling av bóltinum uttan fyri brotsteigin. Soleiðis komu sviar á odda 1-0 longu í sætta minutti. Tá so GÍ misti bóltin í einari av alt ov fáu roynd- unum frameftir, og sviarnir mikið burturúr. kontraðu til 2-0, sá sera svart út. Men kortini virkaðu verj- an og defensivi parturin av miðjuni nøkunlunda, og sviarnir komu í hvussu er ikki til fleiri mál í fyrra hálvleiki. Og tað kveikti eina lítla vón um, at gøtu- menninir kanska fóru at fáa okkurt gott burtur úr kær- komna steðginum eftir ein steindeyðan fyrra hálvleik, har GÍ ikki so frægt sum hevði eitt einasta álop — bert tvinni vandaleys horna- spørk komu burturúr. HAMSKIFTIR Tá gøtumenninir komu á vøllin eftir steðgin, sást beinanvegin, at teir høvdu skift hugburð onkursvegna. Nú tordu teir at bjóða av, og teir royndu eisini meira at spæla skilagott millum sín — men so... Seinni hålvleikur var ikki meira enn tríggjar minuttir gamal, tá Trelleborg FF fekk triðja málið, ið fyrst og fremst má metast sum eitt málverjadropp, hóast Jens Martin kanska hevði uppiborið eitt lítið fríspark móti sær. Nú sortnaði aftur fyri eygunum, tí hvussu ólukkan skuldi hetta spæla væl av, nú sviarnir vóru á odda 3- 0. Men, nei! Ikki var leys og liðugt, hóast GÍ á mál talvuni sá út til at vera fari“ niður við mann og mús Framvegis royndu gøtu- menninir at bjóða av og spæla sítt spæl, og tað eydn- aðist eisini rímiliga væl. Tá fyrst ein maður varð rikin av vølli hjá Trelleborg FF f 51. minutti, og so ein aftrat f 60. minutti, vendist dysturin fullkomuliga, og GÍ yvirtók alt „showið“, sum tað var. Nú vóru teir gulu og bláu sum hamskift- ir, og nú bar alt betur og Henning Jarnskor verður her taklaður av einum svia, meðan Jóan Petur Olsen hyggur at. Mynd: Hilmar Jan Hansen betur til hjá teimum. ÚTVÍSINGARNAR Fyrra útvísingin hendi, eftir at Magni Jarnskor væl og virðiliga hevði gjørt frispark móti klárt besta manninum hjá Trelleborg FF, Anders Palmér. Meðan dómarin hevði okkurt annað at hyggja at, læsti Magni bein- ini føst á svianum, ið svar- aði aftur við at geva Magna ein frammaná — men tá hevði dómarin vent sær og kom fram við reyða kort- inum. Anders Palmér, ið er fyrr- verandi landsliðsspælari, hevði annars ongantíð fing- ið kort fyrr í dysti sum vaks- in — hann fekk eitt gult, tá hann var tólv ára gamal, men síðani hevði einki ver- ið! Men hann skuldi betur hildið seg frá hevnissøku, so hevði hann sloppið sam- an við hinum at spælt meira í Trelleborg, Svøriki. 2-0: Jørgen Eriksson 3-1: 32: Henning Jarnskor Magni Jarnskor Petersen. GÍ. Trelleborg FF. Áskoðarar: 1.867. av europeiskum fótbólti í ár. Nú verður tað av ongum. Tað sleppur liðfelagin Mikael Rasmusson heldur ikki. Hann hevndi seg inn á Poul Ennigarð, við at stempla hann á fótin, meðan bólturin var langt burturi, aftaná at hann hevði verið i einum av hesum serligu „beinlásunum“... SKAPTU OV LÍTIÐ Tað skuldi sjálvsagt vísa seg, at hesar báðar útvís- ingarnar førdu við sær, at GÍ skjótt yvirtók alt spælið. Síðsta gott og væl hálva tíman hevði Trelleborg FF bert einans málkjans, tá Michael Hansson slapp leysur, men Jens Martin fór út og blokeraði meistarliga til hornaspark. Umframt tey bæði málini hjá Henningi og Magna Jarnskor, hevði GÍ fleiri góðar málkjansir, men megnaðu kortini at skapa ov lítið móti teimum níggju eftirverandi trelleborgarun- um, ið runnu sólina svarta móti teimum ellivu gøtu- monnunum. Heldur íkki hjálpti tað nóg mikið, at Símun Petur Justinussen fór av aftasta plássinum fram í álopið, meðan Jóan Petur Olsen yvirtók hansara pláss." John Petersen fekk ein hin størsta kjansin, tá Rúni Justinussen og Sámal Joen- sen spældu sínámillum í høgru síðu, fyri síðani at senda yvir í vinstru til Henning, ið legði innfyri til John, ið tríggjar metrar frá Tel og nøvn frá dystinum UEFA Cup. Seinni dysturin í undanumfarinum. Spældur týskveldið 23. august 1994 á Vángavallen Trelleborg FF-GÍ 3-2 (2-0) 1-0: Christian Karlsson (br.) 3-0: Mikael Rasmusson (Trelleborg FF víðari við samanlagt 4-2). Liðið hjá GÍ: Jens Martin Knudsen — Rúni Justinussen, Janus Rasmussen, Simun Petur Justinussen — Poul Ennigarð, Henning Jarnskor — Jóan Petur Olsen, Pauli Jarnskor — Magni Jamskor, Sámal Joensen — John Åvardingar: Janus Rasmussen og Magni Jarnskor, Útvísingar: Anders Palmér og Mikael Rasmusson, Dómari: Juhu Hirviniemis úr Finnlandi. málinum fór ov langt inn undir bóltin, so hann fór á yvirliggjaran og út. Pauli Jarnskor royndi seg við einari stak góðari skot- roynd, men hana fekk svenski målverjin fingrar- nar á, so hon fór út til horna- spark. Móti endanum á dystinum javnaðu Pauli til 3-3 við frálíkum skallara, men dómarin kolldømdi málið fyri rangstøðu, ið eingin skilti nakað av! ÁTTU AT VUNNIÐ | Samanumtikið fekk GÍ tó alt ov lítið burtur úr yvir- vágini, ið átti at havt givið sigur og víðari luttgku í UEFA Cup. Hevði finski dómarin ikki havt givið sviunum brotssparksgávuna til 1-0, ella um Jens Martin hevði verið nóg ansin, tá triðja málið varð kloddað inn um strikuna, hevði Gl helt vist vunnið dystin. Tad var ein frøi at siggja GI tann síðsta hálva tíman, tá góða plássið á vellinum gav ov mikið av spælirúmd, men eins nógv harmaði tað, at Gl ikki fekk nóg nógvar liðugtspældar málskjansir, ið endaðu við skoti ella onkrum gðrum móti málin- um hjá vertunum. Sjálvir vóru gøtumenn- inir heldur ikki nøgdir við årslitid, og tað er í hvussu er eitt sunt tekin! Nú hava teir so bert eitt at gera, og tað er at fáa sær atgongd til UEFA Cup í næsta ár, um teir skulu