leygardagur 27. august 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 162 — 27. AUGUST 1994 Tíðindablaðið CD
Nyttuleysar umberingar ella ivingarsamar fordeilingar,
(velst um eygað sum sær), av ti figgjarligu orku sum
lógarbundið er, at logtingsfíggjarlógin skal dekka, eru nú í
landsins stoðu, til fánýtis, og vera als íkki toldar longur.
Hetta vilja Vit arbeidstøku
gera vart við
Tí venda vit okkum til sam-
ráðingarbólkarnar, ið nú sita
og stríðast við at fáa eina
samgongu til høldar við
Edmundi Joensen løgtings-
manni sum samráðingar-
leiðara.
Og gera vart við at
góðtiknar vera ikki fleiri
umberingar fyri at landsins
politikarar lata ein bólk av
samfelagsborgarum, tey ið
eru gjórd arbeiðsleys bera
avleiðingarnar av Føroya-
lands bankarotti og at sam-
felag Føroya nú liggur í
skeljasori.
Vit góðtaka heldur ikki
at lurta ikki verður eftir frá-
greiðingini úr Danska Stats-
ministeriinum, Harra Lars
Thybjerg, id umsitur Før-
oysk mål f Statsministeri-
inum er ógvuliga greiður í
síni útleggjan viðvíkjandi
problematikkinum um fígg-
ing av arbeiðsloysisskip-
anini, og greiddi hann víðari
frá hesum viðvíkjandi.
At blokstuðulin úr
Danska Statskassanum til
Føroyar, millum annað er
til fígging av eitt nú ar-
beiðsloysisstuðuli til tey ið
gerast arbeiðstók, saman
um tikið til fígging av sam-
felagnum, víðari segði Lars
Thybjerg, at tað er heima-
stýrið, ið hevur ábyrgdina
av at fordeila blokstuðulin
í tí føroyska samfelagnum.
Vit arbeidstøku góðtaka
bara ikki longur umbering-
arnar hjá okkara heimastýri,
fyri at skúgva tey arbeiðs-
tóku út úr samfelagnum. Vit
góðtaka ikki fordeilingar-
politikkin hjá okkara
heimastýri, sum bestla =
leggur tann stuðul, vit ar-
beidstøku eiga sum borg-
arar í landinum, og sum er
rættur okkara at fáa.
Umberingar eru til fá-
nýtis, og vera ikki góðtiknar
um tómar landskassar, og
at landskassin framman
undan hevur so nógvar lóg-
arbundnar skyldur?? ið
skulu fíggjast, so ikki er
fígging eftir til arbeiðsloys-
isskipanina á løgtingsfiggj-
arlógini.
Er tað ikki at ríða heldur
niðarliga at heimastýrið hjá
okkum sjálvum, mótvegis
øllum ødrum regeringum
brýtur samtyktir og til síðis-
setur rættingi, fólk eiga.
Hvat gevur heimastýr-
inum í Føroyum rætt til at
stýra og forvalta annars-
leiðis enn í ødrum lond-
um??
Hendan stýring ið heima-
stýrið hevur nýtt og fram-
vegis nýtir mótvegis teim-
um arbeidstøku, er ikki ein
stýring har tað kann verða
talan um, at meta um, tað
er als eingin vurderingssak
sum heimastýrið skal vur-
dera um nú peningur skal
setast av ella ikki.
Punkt 1. fíggjarlógin hevur
nú sum er stórt hall.
Punkt 2. fíggjarlógin hevur
í mong ár havt stórt hall,
hóast tá ikki hevur verið
talan um stuðul til nakra
arbeiðsloysisskipan, tá
fíggjarlógin ongantíð
hevur røkt skyldur sínar
á hesum øki.
Punkt 3. stuðul til arbeiðs-
tók er lógarbundin
skylda, og viðtikin á
Føroya Løgtingi hin 15.
juni 1967 og undirskriv-
ad av tåverandi løg-
manni Petur Mohr Dam
sála.
Punkt 4.
LAGTINGSLOY
Om undersøgelse og
iværksættelse af en
arbejdsløshedsforsikring.
I overensstemmelse med
vedtagelse af Færøernes
lagting stadfæster og
kundgør lagmand følg-
ende lagtingslov:
$1.
Det pálægges lands-
styret at anmode ud-
valget, der blev nedsat i
henhold til lagtingslov
nr. 18 af 26. april 1965
at undersøge sagen om
folkepension, om tillige
at undersøge samt til-
rettelægge bestemmel-
ser om en arbejdsløs-
hedsforsikring.
Udvalget afgiver be-
tænkning samt indstil-
ling til landsstyret.
$2.
Udvalget beføjes til at
antage kyndig og anden
assistance. Udgifterne,
der er forbundet med
udvalgsarbejdet, afhold-
es af landskassen.
$ 3.
Denne lov træder i kraft
straks.
Tórshavn, 15. juni 1967
P.M. Dam
løgmadur
S. Petersen
Punkt 5. Í 1970 fór so ar-
beidsloysisgrunnur ar-
beidarafelag so f gongd
og pening fingu feløgini
av fíggjarlógini frå 1970
til og vid 1991, og út-
goldnar eru umleið 8
mill. kr.
Í so mong ár hevur Føroya
Løgting og okkara polit-
ikkarar so snúð sær undan
hesi lógarbundnu skyldu
síni.
Vert er at komandi
heimastýri hevur hetta í
huga nú nýggja fíggjarlógin
verður smíðað.
Sum samfelagsborgarar í
yvirdimensioneraða sam-
felagnum Føroyar, krevja
og eiga vit arbeidstøku okk-
ara lut av fíggingini ið er at
reka samfelagið Føroyar
við
EIN MANNARÆTTUR
ER AT HAVA EITT
ARBEIÐI
Henda rættin eru vit ein stór
fjøld, ið hava mist. Or-
søkina til hesi mistu rættindi
okkara hevur politiska stýr-
ingin av føroyska samfel-
agnum tikið frá okkum, um-
framt grundarlagið fyri at
lívbjarga sær.
Og skal tann politiska
stýringin so nú fara at kenna
sínar skyldur, mótvegis hes-
um bólki av samfelagsborg-
arum.
Tað er rættindi teirra ar-
beidstøku at vera tryggjað
manssømiligt lívsgrund-
arlag, inntil fólk aftur kunna
koma í lønandi vinnu.
VIT KREVJA AT VERA
HOYRD NÚ
Avleiðingarnar av mangl-
andi ábyrgdarkenslu og
skeivum fordeilingspolit-
ikki, ómoralskum dispositi-
ónum og kraddaralyndi,
umframt at vurderingsbe-
grebini hjá politikarunum
hava verið skilaleys, eru nú
so katastrofalar og serstak-
liga fyri tann bólkin av
Føroya fólki, tey arbeiðs-
tóku, sum eru útvald til at
avrættast sum samfelags-
borgarar í hesum landi og
sum í dýra dómi skulu bera
sviðan av sundursoraða
samfelagnum.
Alt ímeðan menn í ræma
álvara sita í vikuvís og sam-
ráðast um, hvussu teir skulu
fáa stuðul til ein bólk av
fóroyafólki, sum hevur
spekulerað í landskassa-
stuðli, og sum nú aftur skal
stuðlast við almanna stuðli.
Hetta stuðulsuppskot man
falla mongum fyri hjarta og
má tykjast fjøldini moralskt
forkastiligt.
Havandi í huga at hesin
forsorgar almannastuðul til
vinnulívsfólk ikki er lóg-
arbundin, og langt minni
lógarheimild fyri, uttan so
at lóg verður smíðað, id enn
einaferð skal gera tað til
eina skilagóða sjálvfylgju at
privata vinnulívið skal reka
privata vinnu sína í lands-
kassanum. Jú vinnulívs-
flokkurin verpir eitt gullegg
fyri og annað eftir Gull-
eggið í rópast MVG skuldi
á sinni loysa samfelags-
trupulleikarnar, nú er so
aftur vorpið gullegg, og eins
og tað fyrra, til frama fyri
alt samfelagið íroknað tey
arbeidstøku og landskassan
Men hetta síðsta gullegg-
ið ger so tað at innstala-
tíónirnar av landskassa-
slangunum aftur kunnu
monterast, og opnar tann
møguleika at somu vinnu-
rekandi, um man kann kalla
tað so, halda á fram sum
størsta almannaklientar her
á landi, uttan at uppfylla ella
lúka treytirnar í lógini um
almennan stuðul, tá lógin
fyri at fáa almannastuðul
sigur, at tå skal eingin føst
ogn eigast ella peningur á
bók.
Men samráðingarmenn
latast at hava høvudbryggj
hesum viðvíkjandi og lóg-
arheimildir fyri slíkum upp-
áhittum, at hugsa sær at
danskarar fara at góðtaka
slíkar phylosofiir, er ønske-
tænkning, at hugsa sær at
studul nå skal latast kiosk-
um og pylsuvognum, bara
tað eitur arbeidsgevari skal
uppibera rættin til almennan
landskassastudul ella ein
form fyri forsnrgarstuðli frå
landinum, sum framman
undan sigst vera á
ørmindarhåsi. Tí við hes-
um síðsta gullegginum skal
samfelagið jú vera við at
forsyrgja at vinnurekandi
fáa stuðul frá tí almenna til
teirra privata rakstur av ein-
um hverjum, og hvar er
garantiin hjá heimastýrinum
at hetta fer at útvega fleiri
arbeidsplåss???
Vit meta henda politiska
fordeilingarpolitikkin = at
vera moralskt forkastiligt.
Frammfysni, sjålvtøku
mentanin hjá ávísum
politiskum floksidiologum
má nú halda uppat at av-
fólka Føroyar, meira enn nú
longu er farið avstað. Nú
fer at vera tosað nóg mikið
fyri deyvum oyrum og sál-
arligum vannførum fólkum,
id spæla politikk.
Nú vilja vit arbeidstøku
vera tikin f ålvara. Vit krevja
at heimastýrið skal uppfylla
sinar skyldur yvirfyri teim-
um arbeidstøku, vid at seta
figging av til arbeidsloys-
isskipanina á løgtingsfiggj-
arlógini sum í tí Danska
kongaríkinum er ein lógar-
bundin skylda, og at end-
urskoða og broyta misfostr-
ið av verandi ALS skipan,
ið bert er eitt eiti, ein koddi
fyri samvitskubit hjá polit-
ikarum og fakfelagsboss-
um.
Rættin eiga arbeidstøk f
Føroyum til somu borgar-
ligu livilfkindi sum f restini
av tf danska kongarfkinum,
so leingi vit eru f rikisfel-
agsskapi vid Danmark.
Vert er at samrådingar-
nevndin vid Harra Edmund
Joensen, løgtingsmanni og
formanni Sambandsfloksins
á odda, hevur í huga, at
eingin serføroysk lóg er
smíðað, ið sigur at arbeiðs-
leysir føroyingar skulu still-
ast annarsleiðis og verri,
enn arbeiðsleysir danskarar,
innan ríksifelagsskapin og
als eingin donsk lóg diskri-
minerar arbeiðsleysar før-
oyingar heldur
So inntil nú, dagin í dag,
er tað bara okkara egna løg-
ting og fólkavaldu politik-
arar, sum diskriminera ar-
beidsleysar føroyingar, síta
teimum teirra rættindi, og
driva føroyingar år Føroy-
um.
Um eitt nå vinnurekandi
og fólkafloksidiologar bara
meta seg at hava til sín
sjálvan, egið forbrúk, hava
aðrar loysnir, og aðrar
áskoðanir innan mangt og
hvat, hvat og hvussu sam-
felagið skal skipast, enn
hinir samráðingarpartarnir,
so reingist ikki tann rætt-
arbundni veruleiki á arbeið-
aramálsgkinum, og tær lóg-
ir, ið eru galdandi í danska
kongaríkinum.
Og so leingi eingin før-
oysk lóg finnist, sum sigur
annað á økinum, so er tað
ríkislógin sum er galdandi
eisini í Føroyum og tað 6an-
sæð, um føroyingar hava
yvirtikid målsøkid.
Og um neyðugt verður at
avgera við ein dómsrætt
hvar ein dómsrættur verður
at greiða um hvat heimild
okkara politiski myndug-
leiki hevur at tileinkisgera
lógarbundnar skyldur, og
við maktmisnýtslu at køva
og tiga burtur avleidingar-
nar av teirra førda politikki,
fyri síðan at leggja byrð-
arnar á fólkið, ið arbeiðs-
leys og flýggjandi undan
mistum lívsgrundarlagi
verða drivin av landinum,
tí yvirdimensioneraða sam-
felag, ið Føroyar skal koyra
víðari so ella so og um nak-
ar, so verður eftir her ella
ongin at gera nýtslu av her-
ligheitunum og ørskapinum
ið her hevur funnið stað.
Nú má so annað skinn
takast um bak, og tingini
setast í rætta perspektiv.
- Royndir úr øðrum lond-
um hoyra vit um dagliga,
hvussu fólk reagera tá tey
vera kúgaði.
Føroyingar eru sera tolin
av lyndi, men íkki kann
dyljast sum mansmorð at
harðskapur, misnýtsla av
ymiskum slag, er við at gera
seg galdandi, eisini í okkara
lítla samfelag, sum fylgja
av máttloysi, vónloysi, og
tørvandi = økonomiskum
grundarlagi fyri at uppi-
halda sær og sínum, og
skaffa til lívsins mest neyð-
uga fyri at yvirliva í væl-
ferðarsamfelagnum Føroy-
ar.
Tit mugu til at skilja, at
hetta ikki longur kann góð-
takast í sátt og semju. Ein
broyting hevur skund, um
vit so hava nakað ella einki
landsstyri, so hava vit løg-
ting ið kann og hevur skyldu
til at grípa inn nú: Løg-
tingið hevur misrøkt hetta
mál í alt ov mong ár og
snúð sær undan skyldum
sínum á hesum øki.
Um løgtingid ikki nú fer
til verka, er ivingarsamt um
Føroyum rætt longur nýtist
Løgting ella Landsstýri í
framtíðini
Hevur eitt avfólka sam-
felag við so stórari fjøld av
niðurundir komnum fólki
nakra framtíð.
Vinarliga
Vegna arbeiðstók í
Føroyum
Sofus Hansen
Lidin, 410 Kollafjørdur