Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 , Nr. 163 — 30. AUGUST 1994 Árni Olafson, heimaftur av oljuráðsteynu: Komandi olju- Vinna má geva gagnligt avlop til samfelagið -Enn vita vit ikki, um tað finst ein einasti dropi av olju á Tíðindablaðið (5,")) Árni Olafson, Martin Heinesen og onnur føroysk umboð høvdu nógv at síggja til teir fýra dagarnar á oljurådstevnuni í Stavanger. Har nógv at kunna seg við bæði á sjálvari framsýningini og á rådstevnuni, har leiðandi oljufólk hildu fyrilestrar. Mynd jan føroyska landgrunninum. Men verða tað dropar av olju her og entá stórar nøgdir av olju, so síggi eg ongan áhuga fyri okkum í, at henda oljan verður pumpað upp - uttan so at hon kann kasta nakað av sær til fóroyska samfelagið tvs. skapa eitt gagnligt avlop. Og verða oljufeløgini ikki før fyri tí, so er einki annað at gera enn at bíða eftir betri tíðum. Hetta sigur Arni Olafson, limur í Oljuráðleggingar- nevndini eftir stóru alheims oljuráðstevnuna í norska býnum Stavanger í farnu viku. Tíðindablaðið Sosialurin, sum var einasta fóroyska blaðið, sum var við á oljuráðstevnuni, hevur tosað við Arna Olafson um henda og aðrar áhugaverdar spurningar. Hetta er fyrstu ferð Árni Olafson hevur verið við á eini oljuráðstevnu og eini oljuframsýning. Hann hevur annars fyrr luttikið á fundum, sum hava snúð seg um oljuvinnu. Uppá fyrispurning hví tað var so umráðandi hjá Oljurådleggingarnevndini at vera vid å hesi oljuråd- stevnu sigur hann, at hetta var fyri at geva limunum í nevndini eitt høvi til at siggja eitt sindur meira av, hvat oljuvinnan snyr seg um. Hetta hevur stóran týdning. Fingið nógv at vita -Eg haldi eisini, at vit hava fingið væl burtur úr. Vit hava m.a. fingið eina betri fatan av, hvat oljuvinna snýr seg um, hvussu hon arbeiðir, hvørji fólk arbeiði í hesi vinnu og hvat tey hugsa. Umfram at vitja teir mongu básarnar á fram- sýningini so nýttu før- oysku umboðini eisini høvi til at lurta eftir teim- um mongu fyrilestrunum um, hvussu stødan í olju- vinnuni er í dag. -Tað eg havi lagt merki til er, at prísurin er lágur, og teir rokna framhaldandi við lágum prísi, um ikki okkurt heilt óvæntað skuldi hent. Men fyri at uppviga hetta so royna stóru oljufeløgini alla tíðina at rationalisera olju- leiting og oljuframleiðslu. Ami Olafson heldur, at júst hetta hevur ein vissan týdning fyri, hvussu vit sjálvi kunnu síggja og meta um oljuvinnuna. Herð kapping -Tað verður trupult at koma inn í eina vinnu, sum alla tíðina roynir at rationalisera og í so máta er í minking. Roynt verður at spara mest møguligt upp á alt. Tí er tað eisini ein sera stór avbjóðing at royna at ota seg inn í vinnuna. Hann vísir annars á, at vinnan í løtuni er við at koma longur og longur út á djúpri vatn, og harvið verður oljuvinna í Før- oyum minni veruleikafjar enn frammanundan. Ein hevur alla tíðina sagt, at tað er so nógv sum liggur og forðar fyri eini olju- vinnu í Føroyum: t.d. at tað er so djúpt, at aldurnar eru so stórar ol. men tað sær út til, at hetta hevur oljuvinnan longu fingið bilbukt við. Norðmenn í gørvísi stødu enn vit -Men skal tú samanbera stóru oljulondini og so Føroyar, hvat kanst tú tá nevna av fyrimunum og vansum? -Ein kann undra seg, hvussu skjótt tað eydnað- ist norðmonnum at gerast eitt oljuland, sum sjálvt ger tað mesta, ið skal brúkast í hesum nýggju vinnu. Tað er ti, at norðmenn frammanundan høvdu eitt vinnuliv, sum hóskaði til eina komandi oljuvinnu t.d. sjófart, skipasmiðjur og alla møguliga tøknifrødi, sum hevði við havvirksemi at gera. Árni Olafson leggur Stóra norska oljufelagid, Statoil gjørdi nógv burtur úr føroysku vitjanini á oljurådstevnuni í Stavanger. Eitt nú vidgjørdi tíðarritið hjá felagnum, sum kom út sama dag sum oljuráðstevnan varð sett, Føroyar og møguleikarnar at finna olju her í fleiri greinum. Harumframt varð skipað fyri serstøkum føroyskum “degi", har serfrød- ingar hjá Statoil greiddu frå royndum teirra og síðani løgdu eina Statoil-strategi fram fyri Føroyar. Á myndini Vidar Larsen, jarðfréðingur, Sørin Christiansen, stjóri í Statoil í Føroyum og Svein Larsen, stjóri í Statoil í Danmark. Mynd jan aftrat, at skal ein hugsa sær oljuvinnu á føroyskum øki, so verður ein sera lítil partur av ti, sum skal brúkast framleiddur í Føroyum, men ein má so royna at tryggja sær mest møguligt av tí lítla partinum, ið vit sjálvi verða før fyri at framleiða. -Nú vit síggja, at smáídnaðurin er við at fara í spønir, hómar tú ikki møguleikar hjá hes- um ídnaði at koma fyri seg aftur? -Tað er møguligt sum samarbeiðspartnari ella undirleverandørur til tey virki, sum longu eru í vinnuni. Hvat vidvikur oljuvirksemi føroysku meg in miðlinjuna, har Føroyar jú verða næsta land, má ein rokna við, at oljuídnaðurin av sær sjálvum fer at spyrja eftir tænastum í Føroyum. Má gevaavlop Men heldur Árni Olafson, at vit eiga at vera varin, tá tosað verður um at út- byggja eina risastóra olju- vinnu í Føroyum, og tå hugsað verður um tað árin ein slík kann hava á eitt samfelag við einans 45.000 fólkum? -Sjálvandi eigur ein av vera varin. Nettup tí at samfelagið er so lítið, so fer ein og hver eftirspurn- ingur eftir tænastum og vørum f Føroyum at gera sera stóran mun í Før- oyum. Men hin spurn- ingurin er so, um tað verður møguligt við dagsins oljuprísum og oljuteknologi at fáa eina oljuvinnu, sum kann geva eitt gagnligt avlop til tað føroyska samfelagið. Tað er fyrst og fremst á ti bógvinum, at føroyingur skulu hava vinning burtur úr eini møguligari oljuvinnu. Har heldur Árni Olafson, at verandi lágu oljuprísir boða ikki frá góðum. Ikki selja skinnið... -Heldur tú tá, at vit skulu steðga á og bíða við at fara í gongd til olju- prísirnir aftur hækka - ella skulu vit lata útviklingin hava fríar teymar? -Sjålvandi skal ein ikki selja skinnið fyrr enn bjørnin er skotin. Enn eru vit heldur ikki komnir longur enn til seismiskar kanningar, og vit vita ti heldur ikki, um tað finst ein einasti dropi av olju á tí føroyska landgrunn- inum. Men verða tað dropar her hjá okkum og entá stórar nøgdir av olju, so er tað framvegis so- leiðis, at eg ikki dugi at síggja nakran áhuga í, at tann oljan verður pumpað upp - uttan so at hon kann kasta nógv av sær til føroyska samfelagið: tvs. skapa eitt gagnligt avlop. Og verða oljufeløgini ikki før fyri tí, so er einki annað at gera enn at bíða eftir betri tíðum. Fyri okk- um hevur tað einki enda- mál í sær sjálvum at fáa oljuna upp. Mótvegis Bretlandi og Noregi, sum hava stórar ídnaðargreinar, sum liva av at lata tænastur og vørur til oljuvinnuna, so hava vit í dag ikki slíkar. Norðmenn hava t.d. stórf- yritøkur sum Aker og Kvæmer, sum hava nógv fólk í arbeiði og sum liva av, at nýtt leitingarvirk- semi er í gongd. Hetta sama er galdandi fyri Bretland. So tann áhugin, ið bæði Noreg og Bretland hava í at hava framhald- andi leiting í gongd til frama fyri teirra egnu Framhald á síðu 17