fríggjadagur 2. september 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 166 — 2. SEPTEMBER 1994
Niels Pauli Danielsen um persónsstríðið:
Eg taki tað sum
eitt herðaklapp
— Eg visti ikki, at eg var ein so týdningarmikil persónur, sigur
Niels Pauli Danielsen, formaður í Kr.F., nú tað er komið fram,
at fólkaflokkurin ikki vil hava prestin við sær í Tinganes
Sum skilst eru ikki allar
súðir syftar, hóast borgar-
liga samgongan at enda
hevur undirskriva sam-
gonguskjalið.
Partarnir tykjast at vera
ósamdir um, hvgnn lands-
stýrismann flokkarnir vilja
hava við sær út í Tinganes.
Í SVF kom fram, at fólka-
flokkurin ikki vil hava Niels
Paula Danielsen umbod-
aðan fyri Kr.F í Tinganesi.
Niels Pauli Danielsen sig-
ur við Sosialin, at tað skal
hvorki fólkaflokkurin ella
nakar annar flokkur blanda
seg uppí.
- Vilja teir ikki atkvøda
fyri mær ella gørum, sum
vit skjóta upp, so verður
einki landsstýri, sigur Niels
Pauli Danielsen avgjørdur.
Valfelagið velur
landsstyrismannin
- Á eykalandsfundi í Kr.F
varð gjørt av, at valfelagið í
Norðoyggjum skal gera til-
mæli til landsstýrismannin
hjá flokkinum, og henda
tilmæling er ikki gjørd enn,
sigur Niels Pauli Danielsen.
- Fólkaflokkurin er heldur
tíðliga á ferð í hesum máli,
men eg haldi, at teir skulu
rudda fyri egnu dyr, áðrenn
teir leggja eftir ødrum.
- Heldur ikki allir fólka-
floksmenn eru egnaðir til at
sita í landsstýri. Tað hava
vit undir samráðingunum
fingið nóg nógv boð um.
- Eg skilji ikki, hví flokk-
arnir fara at viðgerða per-
sónsmál nú, tá samgongu-
skjalið er skrivað.
- Harnæst blanda vit okk-
um ikki uppí, hvgrjir per-
sónar fólkaflokkurin setir í
Tinganes, sigur Niels Pauli
Danielsen.
- Hvussu kennist tað
persónliga, at menn ikki
vilja samstarva við teg?
- Eg spyrji meg sjálvan,
um eg eri so tydningarmikil
persónur. Tað visti eg ikki,
sigur Niels Pauli Danielsen
speiliga, men leggur aftrat:
- Eg taki tað sum eitt
herðaklapp. Tað vísir bert,
at vit hava týdning í sam-
gonguni, tí vit hava roynt at
fingið semju millum partar-
nar, tá á stóð undir samráð-
ingunum.
Hoyrt tað sum slatur
sagt við teg, at teir ikki vilja
hava teg út í Tinganes?
- Nei, eg havi bert hoyrt
tað sum slatur. Vit hava ikki
umrøtt persónsspurningar á
fundunum. Hetta er nakað,
sum hver flokkur særger av
innanhýsis. Tað kann eing-
in uttanfyristandandi leggja
seg út í.
Niels Pauli Danielsen
heldur, at tað er rættast við
seks landsstýrismonnum.
Hann heldur ikki, at tíðirnar
eru til fleiri landsstýrissess-
ir júst nú, og serliga ikki, tá
teir í samgonguskjalinum
hava mælt til at lækka ting-
mannatalið.
- Tá kunnu vit ikki sam-
stundis hækka landstýris-
mannatalið,
- Hevur nakar beinleiðis Pauli
sigur Niels
Danielsen, sum
Tíðindablaðið (371)
seinnapartin í gjár fór at
samgongufund at tosa um
målsøki og byt í komandi
landsstýri.
Dagny
Niels Pauli Danielsen: -
Hvørki fólkaflokkurin ella
nakar annar flokkur skal
blanda seg uppí, hvønn
Kr.F velur at umboða
flokkin í landsstýrinum.
Vilja teir ikki atkvøda fyri
mær ella ødrum, so
verður einki landsstýri
Anfinn Kallsberg, formaður í fólkaflokkinum:
Eg havi einki sagt
— Hevur onkur fólkafloksmaður sagt hetta, so átti fjølmiðlarnir at
nevnt persónin, ístaðin at leggja flokkin undir slíkt, sigur Anfinn
Kallsberg
Prutlar tað undir lokinum
hjá samgonguni, so prutlar
tað eisini innanhýsis í
flokkunum.
Fólkaflokkurin er ikki
keldan til tíðindini í útvarpi
og sjónvarpi, tá sagt varð, at
fólkaflokkurin ikki vildi
fara í Tinganes við Niels
Paula Danielsen, sum
landsstýrismanni fyri Kr.F.
Edmund Joensen, for-
maður í sambandsflokkin-
um, segði í Sosialinum í
gjár, at hann var tolin mað-
ur. Í dag er tolið kanska um
at verða uppi, tí flokkarnir
klandrast innanhýsis.
Sambandsflokkurin
góðtekur øll tilmæli
Edmund Joensen sigur í dag
við Sosialin, at sambands-
flokkurin ikki tekur dagar
ímillum, hvgrji umboð
samgonguflokkarnir vilja
hava í landsstýrið.
- Hetta er mål, sum hver
flokkur sær ger av. Vit taka
tað til eftirtektar, sum flok-
kamir mæla til, sigur Ed-
mund Joensen.
Anfinn Kallsberg er kvik-
ur at gera viðmerkingar til
tíðindini um at prestur er
óynsktur í landsstýrinum:
Anfinn Kallsberg: -
Tíðindafólkini gingu
annars og mólu um
beinini á okkum allan
mikudagin men eingin
spurdi meg um hetta.
- Tú kanst heilsa presti-
num frá mær, og siga, at
hasi tíðindini eru burturvið.
Fólkaflokkurin = hevur
ikki vidgjørt persónsspurn-
ingar enn.
Áttu at nevnt persónin
sum var keldan
- Um so er, at tað er onkur
tingmaður hjá fólkaflokki-
num, sum er uppruni til hesi
tíðindi, so átti pressan at
verið so mikið at sær komin,
at hon nevndi persónin við
navni, heldur enn flokkin,
sigur Anfinn Kallsberg.
Hann fer at biða útvarpið
og sjónvarpið um at av-
sannað tíðindini.
- Eg havi ikki sagt hatta
við tíðindafólkini, ið nýttu
fólkaflokkin sum keldu.
Tíðindafólkini gingu
annars og mólu um beinini
á okkum allan dagin í gjár,
men eingin spurdi meg um
hetta.
- Tað er ikki ov nógv at
krevja av tíðindafólkunum,
um tey spurdu meg, tá tey
nýttu fólkaflokkin sum
keldu, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Dagny
Ringið!
- og vit skriva
(O11820