Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 166 — 2. SEPTEMBER 1994 Sida 7 Brot år samgonguskjalinum: Samgongan vil fremja munandi broytingar Borgarliga samgongan hevur sett munandi broytingar å skrånna vidvikjandi sosial- heilsu- og almannamál. Vit prenta her brot úr samgonguskjalinum á hesum gkjum Í samgonguskjalinum, sum sambandsflokkurin, fólka- flokkurin, miðflokkurin og Kr.F hava undirskrivað, stendur í endamálsorðing- ini, at samgongan vil fáa javnvág í samfelagsbú- skapin, útvega føroyska samfelagnum stórri inntøk- ur, og gera tað møguligt hjá fólki at liva í einum skipað- um, stabilum, sosialt og rættarliga tryggum samfe- lag. Samgongan vil arbeiða fram móti at røkja fiska- stovnarnar å Føroya-leidu- num vid skynsemi, fåa betri marknaðaravlatu við ES, lækka — kostnadarstødid, bøta um trupulleikarnar hjå sethúsaeigarum, verja um- hvørvi á sjógvi og landi, og at røkja og menna føroy- skan mentanar- og sidararv. f einari reglu fyri seg stendur at nyggj avtala skal fåast við ríkisstjórnina um uttanlandsskuldina. Arbelåsmarknad- armål Í samgonguskjalinum verð- ur sagt m.a., at langtíðar ar- beiðsloysi er prógv um byg- naðarskeivleikar og, at hetta ikki kann góðtakast sum varandi fyribrigdi. Fyri at hjálpa arbeiðs- leysum verður nevnt at lækka skattatrýstið og kost- nadarstødid, so fleiri fólk koma aftur í arbeiði. Í samband við skatta- broytingar verður tilboð sett fram um reallønarhækking. Arbeidsloysisskipanin skal endurskodast saman við pørunum á arbeiðs- marknaðinum. ALS er og verður ein tryggingarskip- an, og skal metast sum fyri- bils stuðul til fólk, sum eru arbeiðsleys millum tvey stórv. Stuðul til ALS um fíggj- arlógina má roknast sum fyribils neyðloysn. Familjan og bústaður Familjan er kjarnin í sam- felagnum, stendur í broti- num um familju- og bústað- arpolitik. Lógir í ósamsvari við hesa grundreglu, eitt nú skatta- og almannalóggáv- an, eiga at verða broyttar, so at hjún ikki skattliga verða fyri vanbýti. Eisini verður sagt, at tað skal kannast, um ansingarstuðulin kann fylgja barninum, og at barnafrádrátturin í lands- skattinum skal hækkast.. Sethúsaspurningurin Høvudsatvoldin til figgjar- ligu trongstøduna hjá nógv- um húskum er høga skatta- trystid og minkandi vinnu- møguleikar, verdur sagt f samgonguskjalinum. Har verdur eisini stadfest, at set- húsaskuldin framvegis er samfelagstrupulleiki, og at málið eigur at verða loyst í samráð við landsmyndug- leikar og peningastovnar- nar. Í hesum sambandi verður skundað undir eina sanering av sethúsaskuldini soleiðis, at tann peningur, sum er av- settur móti tapum í sethúsa- skuld, verður aktiveraður og brúktur at skuldarav- skriva sethúsalánini við. Mentan og andslív Søvn og granskingarstovn- ar, sum røk ja náttúruna, før- oysk fomminni, mentanar- og sidararv, skulu studlast. Utvarp- og sjónvarps- monopolid verdur demo- kratiserað. Tær føroysku sendingamar í SvF skulu tekstast innan verandi fíggj- arkarmar, og bert eitt út- varpsgjald verður rindað fyri hvort húskið. Viðvíkjandi reglugerðu- num fyri Mentanargrunn Føroya Løgtings og navna- lóggávuna, so skulu hesar endurskoðast. Almannamál Almannaskipanin skal end- urskodast og lagað eftir før- oyskum viðurskiftum. Eis- ini skal samskiftið millum borgaran og almannaverkið gerast smidligari. Spurningurin um einkju- og einkjumannapensiónir- nar skulu takast upp til við- gerðar. Samgonguskjalið miðar móti, í tann mun fíggjarligu vånimar eru til tess, at stovna lógarbundna eftir- lønar- livstryggingar-, einkju og einkjumannapen- si6nir og avlamisskipan fyri allar borgarar, har gjøldini fyri løntakarar verða fíggj- að um aftiurhaldaskipanina, sum fastur partur av goldna skattinum, eftir somu skip- an sum tann hjá Havnar Ar- beiðsmannafelag. Slík | tryggingarskipan hevði bøtt um sosialu trygd- ina hjá hvørjum einstøkum løntakara, hevði økt um samansparingina og hevði í longdini avlastað útreiðsl- urnar til almannaverkið. Arbeiðsmarknaðareftir- lønargrunnurin verður tikin av. Eldrafólkið skal kunnu búgva heima sum longst, og primera heilsutænastan løgd til rættis eftir ti. Umsitingin av almanna- økinum skal lutvist mið- spjadast, so tey, id veruliga hava tørv å lamannahjålp, fåa hana. Umsitingar- og rakstrarútreiðslur skulu kannast neyvt, og møgu- leikin at útlisitera/priv- atisera ávisar funktiónir, skulu kannast. Viðvíkjandi rúsdrekka politikkinum, so stendur í samgonguskjalinum, at fyribyrgjandi tiltøk skulu setast í verk prísir á rús- drekka skulu virka tálmandi og samstundis avmarkandi fyri smugling, heimabryggj og -brenning. Verandi vigerðarstovnar fyri misnýtarar skulu studl- ast. Heilsumál Raksturin skal effektiviser- ast og rationaliserast. Funktiónirnar á almanna- verkinum, primera heilsu- verkinum, sjúkraverkinum og å Rikishospitalinum ella ødrum donskum sjúkrahúsi mugu samskipast betur. Uppgávubýti millum tey einstøku sjúkrhúsini eigur at verða framt. Góðir og skjótir flutning- smøguleikar skulu vera í sambandi við sjúkravið- gerð. Møguleiki skal eisini vera fyri at nýta føroyskan ser- kunnieika og avlopsorku í viðgerð og røkt av útlend- skum sjúklingum, har bíði- tíð er í løtuni, verða kannað- ir. Fakliga og umsitingar- liga leiðslan í sjúkrahús- og heilsuverkinum skal endur- skoðast. Møguleikar fyri at priv- atisera/útlisitera funktiónir verða kannaðar. Sjúkrakassaskipanin verður varðveitt, men hon skal nútímansgerast. C- limaskapurin fellur burtur. "Anordning om ikraft- træden på Færøerne af lov um foranstaltning i an- ledning af svangerskab m.m." verður broytt so- leiðis, at ein og hver um- sókn um fosturtøku, skal viðgerðast av viðkomandi kommunulækna saman við serlækna á tí øki, umsóknin sambært galdandi lóg frá 23. juni 1956 hoyrir undir, stendur m.a. í samgongu- skjalinum. Dagny Motorur og línuspæl Lítið brúktur 61 HK Wichman og sum nýtt línuspæl, til selu Tif. 47226 ella 89342, Bjarti