fríggjadagur 2. september 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 166 — 2. SEPTEMBER 1994
Stórar broytingar innan undirvísing:
Landsskúlaráðið
meguliga avtakast
Betri møguleikar fyri frískúlum og fíggingin skal W
endurskoðast so játtanin fylgir næminginum
heldur enn skúlanum. Nýggj útbúgvingarætlan Q
skal gerast fyri alt útbúgvingarverkið, sigur
nýggja samgongan
Nýggja samgongan hevur
stórar ætlanir innan undir-
vísingarverkið, og stórar
broytingar kunnu væntast.
Sagt verður, at gerast skal
nýggj útbúgvingarætlan
fyri alt útbúgvingarverkið
við tí endamáli, at fast-
leggja best hóskandi inni-
hald og bygnað við atliti til
framtíðar útbúgvingar,
samskipan og rationaliser-
ing av verandi útbúgving-
um.
Í samgonguskjalinum
verða nøkur mál nevnd,
sum skulu endurskoðast og
nútímansgerast. Tey eru
fólkaskúlin, læraraútbúgv-
ingin og allar vinnu- og
miðnámsútbúgvingarnar.
Síðani skal skipan gerast
fyri sjálvsognarstovnar frí-
skúlar í skúlaverkinum, og
gjaldsbýtið millum land og
kommunur skai endurskoð-
ast.
Eisini skal fíggjanin av
skúlaverkinum broytast so,
at játtanin fylgir næming-
inum heldur enn skúlanum.
Utbúgvingarskipanin
skal tryggja vinnulívinum
best møguligar umstødur at
virka undir, og lógin um
skúlafyrisiting verður end-
urskoðað og nútímans-
gjørd. Lógin um yrkisút-
búgvingar skal eisini endur-
skoðast.
Samgngan er eisini vorð-
in samd um at ábyrgd og
Fólkaskúlin eins og allir
aðrir skúlar skulu nú
endurskoðast.
Savnsmynd: Kalmar
rættindi eiga at verða løgd
út til einstøku lærustovnar-
nar og skúlarnar, og tað
verða landsmyndugleikar-
nir, sum skulu áseta málini
og karmarnar fyri undir-
vísingina. Somuleiðis er
ætlanin at endurskoða virk-
semið hjá Landsskúlafyri-
sitingini og Læruráðnum.
Í samgonguskjalinum
finna vit eisini eina ábend-
ing um, at ætlanin er at
avtaka Landsskúlaráðið.
Annars sigur samgongu-
Nýggir tónar innan skúlaverkið:
Skúlarnir skulu
kappast um
næmingarnar
Bestu skúlarnir fáa flestu næmingarnar og tí
eisini stýrstu játtanina
Umlegging av fíggingini,
so játtanin fylgir næming-
inum ístaðin fyri skúlanum.
Soleiðis stendur í einum
broti í samgonguskjalinum
undir útbúgvingarmálum.
Finnbogi Arge, sam-
bandstingmaður sigur, at
hetta merkir, at samgongan
ynskir eina ávísa kapping
millum skúlarnar.
Skúlarnir skulu kappast
um næmingarnar. Tað má
vera so, at foreldrini mugu
hava møguleikan at seta
krøv til skúlan, og halda
foreldur, at ein skúli er betri
enn annar, skulu tey hava
møguleika at senda børnini
í tann skúlan teimum dáma
betri. Hetta má so eisini
hava við sær, at tess fleiri
næmingar ein skúli hevur,
tess stórri játtan skal hann
hava. Er hinvegin onkur
skúli, har lítil áhuga er at
lata næmingar til, skal hann
hava tilsvarandi minni
játtan, sigur Finbogi Arge.
Sambandstingmaðurin
leggur aftart, at sjálvur
dámar honum væl eina
tílíka skipan sum ivaleyst
fer at gera, at hvør skúli sær
roynir at gera sítt allar besta.
Hann heldur at taðer eingin
loyna, at stórur munur er í
dag á skúlunum,- bæði hvat
lærarakreftum og leiðslu
viðvíkur.
Frískúlin ein
valmøguleiki
I samgonguskjalinum er
eisini skipan viðvíkjandi
frískúlum nevnd.
Finnbogi Arge sigur, at
frískúlin skal vera ein val-
møguleiki, men annars sig-
ur hann seg sjálvan íkki
vera so heitan fyri hesi søk.
Hann heldur, at frægari man
vera at fáa fólkaskúlan at
virka besi møguligt.
Minni miðsavnan
-Virksemið hjá Lands-
skúlafyrisitingini skal end-
urskoðast, stendur í sam-
gonguskjalinum.
Um hetta sigur Finnbogi
Arge, at Landsskúlafyrisit-
ingin er eftir sambands-
floksins hugsan vorðin ov
stór og miðsavnandi.
-Tað er ikki so frægt, at
Skjalið eisini, at yrkis- og donsku, soleiðis at ein før-
aðrar framhaldsútbúgving-
ar mugu samsvara við tær
Finnbogi Arge vil hava
kapping millum skúlarnar
fyri at bóta um fóroyska
fólkaskúlan.
skúlarnir sleppa at bróta síni
egnu brøv upp. Alt skal
gjøgnum Landsskúlafyri-
sitingina, sum í nøkrum
førum er eitt dyrkandi og
óneyðugt millumlid, sigur
sambandstingmaðurin og
leggur aftrat, at hvor ein-
stakur skúli hevur munandi
minni sjálvræði í dag enn
hann hevði fyrr. Hetta
ynskir samgonga at kanna
við tí fyri eygað at sleppa
undan tílíkari miðsavnan.
Hann sigur at haraftrat er
Landsskúlafyrisitingin
kostnaðarmikil og tí er
eisini ætlanin at kanna um
ikki partar av ráðgevandi
virksemi kann takast av.
Tað er eisini ætlanin at
Mynd: Kalmar
Tíðindablaðið GSK
oysk útbúgving uttan tru-
pulleikar kann góðkennast
avtaka Landsskúlaráðið.
Hetta kemur av, at við
nýggju stýrisskipannarlóg-
ini fær landsstýrismaðurin
stórri vald, og tá er eingin
orsøk at hava eitt millumlið
sum eitur Landsskúlaráðið.
Landsstýrismaðurin i
skúlamálum fer at yvirtaka
virksemið hjá Ráðnum.
Sterri avbjóðingar
Alt skúlaverkið skal endur-
skoðast, verður sagt. Finn-
bogi Arge sigur, at tað
verður altíð neyðugt at
endurskoða skúlaverkið
fyri at vita um samsvar er
millum lóggávuna og sam-
felagsstøduna. Hann leggur
aftart, at tað skúlaverk vit
og nýtast í Danmark og
sostatt eisini aðrastaðni.
tór.-
hava í dag er úrslit av pol-
itisku samansetingini vit
hava havt seinastu árini.
-Nú vit fáa eitt borgarligt
stýri kunnu vit eisini hugsa
okkum broytingar innan
undirvísingargkið, sigur
sambandstingmaðurin.
Men hvat er munurin á
einum borgarligum skúla
og skúlanum, vit hava í
dag?
-Vit vilja hava meira
dynamikk í skúlaverkið.
Kapping millum skúlarnar
og harvið stórri avbjóðing
til lærarar og leiðslu, sigur
Finnbogi Arge.
tór.-