fríggjadagur 2. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 166 —2 SEPTEMBER 1994 Síða
Tíðindablaðið
Fíggjarlóg uttan
politiskar ætlanir
Seinasta freist at leggja fíggjarlógaruppskot fram var mikudagin,
og ti lá uppgávan hjá sitandi landsstyri. Men uppskotið fær
neyvan stórvegis týdning
308 milliónir í halli. Tað
sigur fíggjarlógaruppskot-
ið, Finnbogi Ísakson, fíggj-
armálaráðharri legði fyri
tingið mikudagin. Roknað
verður við stívliga 2,4
milliardum í innigkum og
stívliga 2,7 milliardum í út-
reiðslum.
Fíggjarmálaráðharrin
segði undir framløguni, at
uppskotið er merkt av, at
sitandi landsstýrið hevur
ikki tingmeirilutan aftan-
fyri seg og kann tí ikki gera
politiskar ætlanir fyri kom-
andi ár.
Av hesi orsøk hevur
landsstýrið sett fíggjarlóg-
ina upp við teirri fortreyt, at
verandi inntøkulégir og
útreiðslukarmar eisini
verða galdandi fyri 1995.
Eini góð boð hevði lands-
stýrismaðurin til nýggju
samgonguna. Hon slapp
undan at hugsa um at bera
aftur nakað av teimum 108
milliónunum í samband við
skiftið frá innflutnings-
gjaldi til meirvirðisgjald.
Tað hevur hetta landsstýrið
longu gjørt. Helvtin síðsta
ár og hin helvtin í ár.
Hóast landsstýrið roknar
við stórt sæð somu inntøk-
Fólkaflokstingmenninir
høvdu annað at gera enn
at lurta eftir, meðan
fíggjarlógaruppskotið hjá
sitandi landsstýrið var
lagd fram. Teir komu ikki
í tingið fyrr enn fundurin
var liðugur.
Mynd: Kalmar
um og somu útreiðslum í
fíggjarlógini fyri næsta ár
sum nú, er í øllum fórum ein
rættiliga stór broyting. Tað
er fíggjarognaravgjaldið.
Lógin fer úr gildi 1. januar,
so tí er ikki rokna við hesi
inntøkuni.
Eisini verður roknað vid
34,5 milliónum í minni
rentuinntøku næsta ár.
Hetta kemst av, at fleiri lán
úr landskassanum úl
fiskifør eru umløgd til at
vera rentu- og avdråttarfri.
120 milliónir í
forsorgarhjálp
Landsstýtrið roknar við at
120 milliónir fara til for-
sorgarhjálp næsta ár. Hetta
stóra tal kemst av, at ein
stórur partur av teimum,
sum í dag fáa pengar frá
arbeiðsloysisskipanini,
fella úr henni næstu mánað-
imar, og ti fáa forsorgar-
hjálp í staðin.
Eisini hevur Húsaláns-
grunnurin meira av peningi
fyri neyðini. Skal grunnurin
klára sínar skyldur er neyð-
ugt at lata honum 30 milli-
ónir árliga næstu trý árini.
Effektivar veðhaldsbind-
ingar hevur verið eitt stórt
tal á fíggjarlógini. Við árs-
byrjan veðhelt landskassin
við 200 milliónum fyri
privatum fyritøkum. Av
hesum væntar landstsýrið,
at umleið 65 milliónir falla
til gjaldingar í ár. Av teim-
um eftirverandi veðhaldun-
um upp á 135 milliónir
veðheldur landskassin í
stóran mun fyri so fíggjar-
liga tryggum fyritøkum, at
roknast kann við, at veð-
haldsútreiðslumar | koma
niður á 30 milliónir næsta
ár.
Men hetta uppskotið til
fíggjarlór hevur helst ikki
Lítið hugaligt hjá
Dúgliga varð tutlað eftir fíggjarmálaráðharranum
at tingfundurin var at leggja
liðugur. Eitt nú um fíggjarlógaruppskotið
fólkatingsvalið, sum fram hesaferð.
stendur fyri durunum. Á Mynd: Kalmar
myndini Finnbogi
Ísakson, Óli Jacobsen og
Helena Dam á Neystabø
Mynd: Kalmar
tann stóra tydningin. Nýtt hvussu pengarnir skulu
landsstýri er á veg, og fer fáast inn og brúkast næsta
uttan iva at koma viðeinum år
heilt ødrum uppskotið til, tór.-
Delta 450 í i
UTTRBENGR
450 MHZ FARTELEFON
1% ALT LANDIÐ |
SENDISTYRKI 2 WATT
"rr 300 gr.
KANN NÝTAST SUM
>HANDSFREE<
| BILINUM
SJALVSAGT VID ØLLUM
HUGSANDI HENTLEIKUM
— EJSINI NUMMAR-
MOTTAKARA
Storno : sela
8tænasta
Handan Å6 — —- ”Tf. 14414
| 100 Tórshavn Fax. 18045