Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 167 — 3. SEPTEMBER 1994 Sida 5 Oli Jacobsen um fólkatingsvalið: Føroysku umbodini - hava einki gjørt - Tey hava ikki megnað at fingið danir at skilja stóðuna hjá okkum í Føroyum, sigur Óli Jacobsen, sum í løtuni umhugsar at stilla upp til fólkatingsvalið Á fundi í dag, fara umboðini hjá Verkamannafylkingini attaka stóðu til, um flokkur- in skal stilla upp til fólka- tingsvalið. li Jacobsen sigur, at allir flokkar plaga at stilla upp, og at tað vigar bæði fyri og ímóti, men at tað fara ting- limirnir og veljarar hjá fylkingini at taka stæðu til. - Persónliga havi eg ikki hildið, at okkara umboðan í fólkatinginum, hevur verið týdningarmikil, men sum tíðirnar eru, og vit hava fingið tættari tilknýti til Danmark, er tað rætt at umhugsa hetta eina ferð aftrat. Kvettroynd - Nú er nýggja valskipanin komin í gildi, sum ikki loyvir valsamgongum. Hevdi tað ikki verið gagn- ligari at samla - heldur enn spjæða atkvødurnar vinstrume gin? - Ein kvettroynd vard gjød at broyta fólkatings- vallógina, og hon eydnað- ist. Hetta varð sett í verk eftir åhietan úr Føroyum, fyri at varðveita núverandi umboðanina, sigur Óli Jac- obsen. Nú kunnu valsamgongur ikki gerast, og tað ber held- ur ikki til at stilla upp uttan- flokka. - Hevur tað so ikki bert við sær, at atkvødurnar vinstrumegin fara at trygg- ja umboðið hjá fólkaflokki- num? - Eg hugsi ikki, at tað ger nakran mun. Sjálvandi fóru javnadaratkvødur til verka- Óli Jacobsen heldur ikki, at fólkatingsumboðini hava gjørt nóg mikið at fáa danir at skilja stóðuna í Føroyum. Nú um- hugsar hann at stilla upp mannafylkingina hesaferð, men eg hugsi ikki, at javn- aðarflokkurin hevði fingið fleiri atkvødur kortini, um fylkingin ikki varð stovnað. - Okkara veljarar at- kvøddu fyri at broyta sam- felagskipanina, og tí teir ikki góðtóku teir gomlu flokkarnar, - Hetta vóru atkvødur, sum antin als ikki vóru komnar, ella eisini høvdu hesar farið til sambands- flokkin og hinar flokkarnar annars Úrslitaleyst arbelði - Tað ger heldur ongan mun Í VETUR ER OPIÐ: -DAG Mána- Týs—Hós- 11.30—14.00 11.30—14.00 Fr'.—Sunn.- 11.30—14.00 -KVØLD STONGT 18.00-21.00 18.00-22.00 Hvønn dag dagsins rættur og stór fjølbroytt a la carte matskrå. Møguleiki er fyri gisting við morgunmati. TIf. 24610 fyri úrslitið av arbeiðinum á fólkatingi, tú føroysku umboðini hava ikki megnað at fáa danir á at skilja | støduna í Føroyum og viðurskifti okkara við Dan- mark. - Tað er neyvan nakar vinstrumegin í fólkatingi- num, sum tekur Óla Breck- mann fyri fult, og eg hugsi heldur ikki, at hinir hava so nógv at tosa við Atla Dam um. - Skulu Føroyar hava um- boðan á fólkatingi, so skal uppgávan verða at skapa á- lit og at fáa danir at skilja støduna hjá vanliga fólki- num í Føroyum. Tað haldi eg persónliga, er vert at royna. Tað kann so ikki ger- ast verri enn tað, sum vit havanú, sigur Óli Jacobsen. Óli Jacobsen heldur, at tå hann hevur fingið altjóða fakfelagsrørsluna at skilja støduna í Føroyum, so kann hann eisini fáa danska fólkatingið at gera tað. - Um føroysku umboða- nin er høgru- ella vinstru- megin í fólkatingsalinum er líka mikið, tí mótparturin í salinum tekur kortini støðu út frá hver sínari politisku áskoðan, sigur Óli Jacob- sen. Dagny Marita Petersen, løgmaður, bjóðaði starvsfólkum og landsstýrisfólkunum til morgunmatarborðið í gjár, í samband við at vaktarskift- ið nú verður í Tinganesi. Nú verður bert bíðað eftir, atnýggja landsstýrið verður skipað. Marita Petersen sigur í viðmerking til samgongu- skjalið hjá borgarligu sam- gonguni, at hetta er 6gvu- liga drúgt skjal. Hon hevur ikki lisið tað so nágreiniliga ogkann tí ikki fara í smálutir í hesi viðmerking. - Í ávísum fórum er trup- ult at skilja, hvussu fíggjar- lógin skal fáast at hanga saman. Tað, at tú lækkar skattatrýsið, haldi eg verða rætt, sigur Marita Petersen. -Trupulekin er, at sam- stundis skal botnfrådråttur- in hækkast, marginalskattin og MVG lækkast, umframt at 20% skulu berast aftur til allar arbeiðsgevarar. - Eg dugi ikki at síggja annað enn at her má sparast hjá tí almenna, og tað fer at hava við sær, at hópin av fólki verður uppsagt, sigur løgmaður. - Tað er skeivt at bera 20% aftur til allar arbeiðs- gevarar yvir ein kamb, bert tí teir eru skrásettir arbeiðs- Ringið! - og vit skriva (O11820 gevarar, sigur løgmadur, og leggur aftrat. - Tað átti júst at verið ein møguleiki at stuðlað nýggj- um virksemi, sum kunnu økja um inntgkumar til samfelagið. - Eg haldi ikki, at hetta er realistiskt uppskot, men hetta verður sagt við fyri- varni, av tí at so stutt er frá- liðið, og eg ikki havi havt stundir at seta meg inn í smálutir í skjalinum. - Annars haldi eg, at tað er rætt at endurskoða almenn- ar stovnar og veitingar, men at privatisera einstakar stovnar ella partar av stovn- Matstova okkara er frá 1. sept. til 1. maí STONGD MILLUM KL. 10 og 18 Køkurin letur aftur kl. 21.30. Hjá bólkum ber tó til at bíleggja dogurða til aðrar tíðir við at ringja tlf. 17500 kveldið fyri. Altid vælkomin å Hotel Fó; Á || Marita Petersen um samgonguskjalið: | Tey veikuastu = verða við sviðusoð unum, er sera óheppið. - Tá verður bert tann part- urin privatiseraður, sum gevur yvirskot, og so situr tað almenna eftir við ti tunga partinum, sum kostar pening. - Tað fer at ganga út yvir tænastuveitingarnar, og tað hevur so aftur við sær, attey veikastu í samfelagnum verða við sviðusoð, sigur Marita Petersen í stuttari viðmerking til samgongu- skjalið. Dagny 3%. ar E Tlf. 17500