Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sida 6 Nr. 167 —3. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sostafurin } Skálafjalsmálið: Myndir: Kalmar Teir ákærdu skulu nú siga sina søgu Mánadagin verður farið undir at avhoyra teir ákærdu í Skála- fjalsmálinum, og tann fyrsti verður reiðarin Jørgen Bech Beint fyri døgurda í gjár kom ákærin á Skálafjals- málinum, Magnus Møller, á mál í lýsing síni av mál- inum, soleiðis sum ákæru- valdið sær tað. Tað var ein drúgv frá- greiding, mest bygd á skjøl, sum eru nógv í tali, og tað er ein fløkjaslig søga, ti í málinum eru so nógvar flytingar og peningaupp- hæddir nevndar. Alt hevur neyvan heldur tann stóra almenna áhugan. Gongdin í málinum P/F Vál í ætlaði í 1984 at byggja ein frystitrolara fyri fasta prisin 65 mió. krónur. P/F Vál átti framman- undan nótaskipið Skála- foss, hann var seldur, og haraftrat hevði Leif Nolsø sett hálva mió. krónur í reiðarríið. Vál fekk lyfti um stuð- Månamor gun skal Jørgen Bech, reidari, avhoyrast, og avhoyringina fara verji hansara og ákæruvaldið væntandi at brúka nakrar dagar um. Ve ulslán og veðhald frá lands- stýrinum, treytað av at reið- aríið hevði 10% í eginpen- ingi. Men P/F Vál broytti ætlan og gjørdi árið eftir sáttmála við Skála Skipasmiðju um at byggja skip fyri 86 mió. krónur. Tá gjørdu partarnir eisini ein ískoytissáttmála uppá 5 mió. krónur til reiðarííð at ráða yvir, til advokat, grannskoðara, eftirlit, reið- skap o.a. Ískoytissáttmálin var innroknaður í høvuds- sáttmálanum. Landsstýrið fekk tær van- ligu umsóknirnar um stuðul og veðhald til skipið, sum sambært sáttmálanum skuldi = kosta 86 mió. krónur. Landsstýrið og fíggjar- nevndin játtaðu at stuðla. Beint eftir vendi lands- stýrið sær til Magnus Pet- ersen, advokat hjá Vál og bað um sum skjótast at fáa váttan um, at eginpening- urin hjá Vál var 8,6 mið. krónur. Vátta innistandandi 19. desember 1985 vátta Hans-Jórgen Lausen og Eyðun Hammer í skrivi til landsstýrið, at Vál hevur standandi 8,6 mió. krónur á bók í Føroya Banka, til eginpening í skipinum, sum byggjast skuldi. So varð byrjað at smíða skipið. Landsstýrið veðhelt fyri byggiláninum. Eitt ár seinni sendir Magnus Petersen sáttmálan við skipasmiðjuna til Før- oya Banka. Har verður nevnt, at dagfestingin av sáttmálanum er broytt frá 9. oktober 1985 til 9. januar 1986. Allastaðni stendur ann- ars, at sáttmálin varð gjørd- ur 9. oktober 1986. Um hestið 1986 verður broytingar gjørdar á skipið sum eisini skal hava verk- smiðjuútgerð til surimi, og landsstýrið fær umsókn um meira stuðul, nú sáttmála- prísurin verður hækkaður við 25,5 mió. krónum. Sáttmálaprísurin er nú komin upp á 11,5 mió. krónur. Sambært einum ískoytissáttmála skal reiðaríið hava 12,650 mið. krónur at ráða yvir. Hesar eru innbygdar í samlaða byggiskotnaðinum. Lands- stýrið fekk heldur íkki henda ískoytissáttmála. Landsstýrið fekk bara ein ískoytissáttmála við rokni- stykki um útgerð o.a. fyri tilsamans 8 mió. krónur. Landsstýrið vildi bara játta lán til tær 8 mió. krónurnar eyka, men ikki til surimi- útgerð, men landsstýrið gekk tó við til at broyta skipið, soleiðis at tað seinni kundi fáa ísett surimi-verk- smiðju. Minna á eginpeningin Longu 16. januar 1987 minnir skipasmiðjan reið- aríið á, at annað gjaldið og restina av fyrsta gjaldinum eru fallin til gjaldingar. Sáttmálaprísurin er kom- in upp á 96,1 mió. krónur, og landsstýrið fær umsókn tum meira stuðul, sum reið- aríið eisini fekk. Tá Skipskredittgrunnurin fær umsóknina um fígging, er sáttmálin dagfestur 9, februar 1986. Hetta er sami por AO Svend Erik Hansen eitur dómarin, sum hevur fingið tann heiður at dóma í hesum stóra máli sáttmáli, sum annars er dagfestur 9. ktober 1985, og sum landsstýrið og Føroya Banki fingu. Skipskreditt- grunnurin fekk hvørgan ískoytissáttmálan við åvikavist 5 og 7,65 mió. krónum til reiðaríið at ráða yvir. Skipskredittgrunnurin fekk umsókn um at veita stuðul við sáttmálaprísi- num 111,5 mió. krónur, og ídnaðarmálaráðið játtaði at veita stutdulin. Skipskredittgrunnurin vil nú hava at vita nærri um peningaligu viðurskiftini í P/F Vál, og tá fær grunnurin at vita, at sáttmálprísurin er broyttur til 96,1 mið. krónur, at reiðaríið hevur tær 3,5 mió. krónurnar av eginpeningum, og at hinar 6,1 havapartaeigarar teknað seg fyri. Melra stuðul Fundirnar hava verið nógvir við Føroya Banka, skipa- smiðjuna og ymsar ráð- gevar. Kostnaðurin á skipinum kemur upp á 103,404 mió. krónur, og landsstýrið og Skipskredittgrunnurin fáa aftur umsókn tum meira fígging. Samstundis verður Føroya Banki biðin um at veðhalda fyri 26 mi6. krón- um frá Skipskredittgrunn- inum, og allar umsóknir verða játtaðar. Í oktober 1987 heitti rji hjá Jørgen Becher Kári D. Petersen