leygardagur 3. september 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 167 — 3. SEPTEMBER 1994
Týsk kavbátavitjan
á Skálafjórðinum
var undir
krignum
Týsku kavbåtarnir høvdu í gjár eina
venjing saman við vaktarskipinum
Hvidbjørnen sunnan fyri Føroyar
Tá runavíkingar hósmorg-
unin komu undan dýnuni
og hugdu út á fjørdin, var
tað ein ikki sért forkunnug
sjón, ið møtti teimum. Tey,
ið eldri vóru, hildu kanska,
at tíðin var skrúvað aftur til
Utan fyri Hegaból lógu
nevniliga tvey stór krigs-
skip og tríggir kavbátar.
Talan var um tysk hern-
adarfør, 15 vóru komin inn á
Skålafjørdin at hvíla seg —
fjørdin, ið týskararnir undir
krígnum vórðu akkurát ov
seinir at fáa tamarhald á.
Eingilsmenn komu higar
beint fyri ngsini á teimum.
Tann tíðin er farin, og ei
heldur var minsti fígginda-
ligi dámur yvir hesi vitjan-
ini. Allan hósdagin vóru
bátar og forvitnaðust — tað
er jú ikki gerandiskostur við
kavbátum á fjørdinum.
Eisini Sosialurin sendi sín
myndamann á staðið, og Jo-
hannes Reinert Petersen var
so beinasamur at taka hann
við í bátin, so hann kundi
heilsa uppá týskararnar.
Týsku kavbátarnir og tey
bæði hjálparskipini, Meers-
burg og Fehmarn, eru á veg
til Íslands, men komu bert
inn at hvíla seg, og tí ein av
manningini á einum av før-
unum hevði fingið onkran
skaða.
— Hetta hóskar so sera væl
hjá mær, at vit koma higar í
dag og fáa hvílt okkum,
segði skiparin á einum av
Tidindabladid GSK
stóru tysku kavbåtunum.
Hann hevði hósdagin 45
ára fødingardag, og tað helt
hann vera orsøkina til góða
veðrið. Blíður var hann eis-
ini, og trakteraði við konj-
akki á kavbátadekkinum.
Hóskveldið kl. 21 fóru
týskararnir av Skålafjørdin-
um suður um Føroyar, har
teir høvdu eina venjing
saman við danska sjóverju-
skipinum > Hvidbjørnen,
áðrenn kósin aftur varð sett
Ein av kavbátunum var
serliga sterkt bygdur. Hetta
var ein »target-submarine«,
ið eitt nú tolir at fáa eina
torpedo undir vangan.
hj.
Myndir: Kalmar