Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 167 — 3. SEPTEMBER 1994 Síða 9 Føroya Banki um úrslitið fyrra hálvár: At melda seg úr BEC kostar bankanum dýrt Tað kostar at melda seg úr donsku edb-fyritøkuni Bankemes EDB Central. Tað má Føroya Banki sanna, og tí hevur Føroya Banki í fyrra hálvársrokn- skapinum avsett útvið 20 milliónir sum hann kallar eykaútreiðslur. Meginpart- urin av teimum 20 millión- unum fara í samband við at bankin tekur seg úr donsku At taka seg úr fyritøkuni er bankin noyddur til, tí løgtingiO samtykti í mai mánað at edv-skráir bert kunnu goymast og viðger- ast í Føroyum. Men tað verður neyvan hetta, sum fer at kollrenna Føroya Banka, sum verður sagdur at vera væl fyri. Rakstrarinnigkurnar hjá bankanum vóru fyrra hålvår 163,5 milliónir og útreiðsl- umar slakar 73. Vanligi raksturin gav sostatt stívliga 90 milliónir. 14,5 milliónir hevur bankin burturlagt. Tá skattur og onnur gjøld eru goldin liggja 15,6 milliónir eftir í kassanum frá hesum fyrra hálvári, og tað heldur bankaleiðslan vera nøkt- andi, tá hugsað verður um truplu umstødurnar, bankin virkar undir, verður sagt í roknskaparfrágreiðingini. Gjaldførid hjá bankanum er, eftir tann sera stóra kapitaltilflutningin á heysti 1993 ógvuliga gott. Likvidu ognimar hjá bankanum vóru við hálvársenda 1,7 milliard. Ein partur av hesum gjaldføri er sett í virdisbrøv. Innlånini f bankanum eru nå 3,5 milliardir og åtlånini 2,1 milliard. Bankin hevdi stillað åbyrgdir fyri 509 milliónir. Samlaðu ognir- nar hjá bankanum eru 4,1 millión og eginpeningurin 295 milliónir. tór.- Føroya Banki hevdi 15,6 milliónir í netioavlopi fyrra hálvár í ár. Mynd: Kalmar Nýggja samgongan smildrar skúlan: Gera skúlan til politiskt Tað besta við Fólkaskúlanum er, at har hava øll kunna verið. Uttan mun til inntøku, trúgv ella hugburð á nakran hátt. Men nú er vandi á ferð, stridsmål Axel Skoubo, skúlastjóri á Sandi og limur í Lands- skúlaráðnum síðani 1978, er alt annað enn fegin um Landsskúlaráðið, sum skal takast av saman við umboðum fyri Landsskúlafyrisitingini, sum skal sker jast. Aftanfyri standa Eilif Samuelsen og Axel Skoubo, ráðslimir millum Petur J. Sigvardsen, sum er skrivari hjá Landsskúlaráðnum og høgrumegin Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóra. Frammanfyri sita ráðslimirnir Jógvan á Lækjuni, formaður ,Turid Olsen og Símun í Hjøllum. Mynd. Kalmar tað, nýggja landsstýrissam- gongan ætlar við føroyska fólkaskúlanum. -Teir siga, at skúlin hevur verið merktur av teimum hugsjónunum, sum hava rátt seinastu árini, og nú vit fáa eina borgarliga politisku sigur Axel Skoubo, limur í Landsskúlaráðnum stjórn er tíð uppáat vit eisini fáa ein borgarligan skúla. Men her hevur onkur mis- skilt okkur. -Allir politisku flokkar hava verið samdir um ta fólkaskúlalóg vit hava í dag. Í hesum skúla er pláss fyri øllum. Uttan mun til trúgv, inntøku ella hugburð, men nú tykist ikki, at tílík virði galda longur. Hetta sigur Axel Skoubo, skúlastjóri á Sandi og limur í Landsskúlaráðnum síðani 1978,0g hann er skelkaður av teimum ætlanum, nýggja landsstýrið hevur við skúla- num. -Skúlin lærir børnini at liva felags í samfelagnum, og loysa uppgávur saman. Hendan uppalingin byrjar í fyrsta flokki í fólkaskúlan- um. Men nú er so ætlanin at býta fólk upp í bólkar frá barnsbeini av, sigur Axel Skoubo og leggur aftrat, at tá sagt verður, at skúlin skal hava eitt innihald, sum svarar til ráðandi politisku flokkarnar merkir tað ikki annað, enn at føroyski fólkaskúlin verður eitt pol- itiskt stríðsmál. -Hvat so við skúlanum tá annað landsstýrið kemur eftir hetta? Á hendan hátt fáa vit ein sera Óstýðugan skúla, sum eingin kann vera nøgdur við. Kappast - við hvønn? Finnbogi Arge segði við Sosialin í gjár, at nú skulu skúlarnir kappast um næm- ingarnar. Hetta fer at menna hvønn einstaka skúla. Men Axel Skoubo spyr hvønn tey á til dømis Sandoynni skulu kappast við. -Eru fólk misnøgd við skúlan her. skulu tey so senda børnini til Havnar? Og hvat vita tey um dygdina í skúlunum í Havn í mun til her, spyr Axel Skoubo. Politiskan skúla Axel Skoubo heldur, at ætlaninar at avtaka Lands- skúlaráðið, skerja Lands- skúlafyrisitingina og leggja valdið til landsstýrismann- in í skúlamálum merkir, at vit nú fáa ein politiskan skúla. Skúlin verður gjørd- ur til eitt politiskt stríðsmál, og tað heldur hann vera lítið skilagott. tór.-