fríggjadagur 9. september 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 171 — 9. SEPTEMBER 1994 Síða5
96 metrar langur russari fær nýggja verksmiðju ísetta frá Oilwind
Seinastu tíðina hevur ein
stórur russiskur trolari ligið
við bryggju á Miðvági.
Hann er so stórur, at hann
líkasum ikki passar inní
myndina í Miðvági. Tað
kann gera tað sama hvar tú
er staddur í bygdini, vendir
tú eyguni út méu Snarfrost
so sær tú onkra antennu av
hesum trolara.
Trolarin hevur verið
drúgva tíð í Føroyum, hann
hevur fyrst ligið á Skála, har
hann er umvældur og klass-
aður. Nú skal Oilwind seta
eina verksmiðju umborð.
Tað eru tveir mánaðir síðan
trolarin kom á Miðvág.
Keypt ein
bil higartil
22 manns eru við trol-
aranum sum ber torsagda
russiska navnið "Zavol-
zhsk".
Hesir menn eru komnir til
skipið nýliga. Teir komu úr
Russlandi við skipi.
Russararnir hava gingið
og leitað eftir bilum í
Vágum og higartil hava teir
keyptein brúktan bil, verður
sagt av Oilwind.
Trolarin hevur roynt undir
Føroyum eftir svartkjafti og
hann fer útaftur á svart-
kjaftaleiðimar, tå hann er
liðugur í Vágum.
jústinus
Konsertin við STAGE DOLLS leygarkvøldid:
Linjan er løgd —
og mótið stundisliga
Tá STAGE DOLLS fara at hava konsert nú leygarkvóldið,
er linjan løgd til eitt nýtt slag av konsert í Føroyum
Vanliga, tá slíkar rock-kon-
sertir hava verið í Føroyum,
hevur mangt verið, sum ikki
finst í grannalondum okk-
ara.
Nevnast kann, at konsert-
irnar her á landi, ikki hava
áhuga fyrr en nkjokkan er
farin av midnått. Eisini
kann ein fýlast á, at pro-
fessionellisman bæði á og
við pallin, er alt annað en ná
einum høgum stødi.
Lýst verður vanliga við
konsert og dansi, og so
kunnu fólk sjálvi leggja í
hetta hvat tey vilja.
Fyri at venda aftur til
fyrsta punktið, so kann í
stuttum sigast, at sjålvt um
lýst verður vid sokallaðum
»heilaftans« tiltakið, merk-
ir hetta ikki, at tiltakið skal
hava somu upplatingartíðir
sum náttklubbar. Talan er jú
sum oftast um konsertir og
ikki náttklubbar.
Hesaferð er lýst við stór-
ari rock-konsert, sum byrjar
kl. 21, og ætlanin er, at tón-
leikurin skal vera við full-
um útblástri líka frá byrjan,
og einar tríggjar-fýra tímar
fram, har tvinni føroysk og
eitt útlendskt navn koma at
standa fyri positivum rock-
tónleiki.
Sum fyriskiparar hava
F.C.-Production havt
manga stóra rock-konsert
her á landi. Og heilt víst er,
at tá ymsir professionellir
útlendskir bólkar vitja klett-
ar okkara, so eigur hetta at
havaso mikið av inspiratión
við sær, til heimligu bólkar
okkara, at konsertstødid
sum heild hækkar.
Síðan byrja varð at lýsa
við tiltakinum >Stage Dolls
á Hålsi«, hava fyrireikarar-
nir ikki dult fyri, at konsert-
in kemur at hava ein n.eira
útlendskan dám enn vanligt
er í Føroyum.
Konsertin kemur at byrja
til rætta tid, og endar somu-
leidis vid buldur og brak, tå
hon eigur. Undirhaldsvirð-
ið kemur eisini at hava ein
meira profesionellan dám,
soleiðis at tað altíð hendir
nakað á pallinum. Og tá
konsertin er av, kunnu øll
gleðast um tiltakið, og
síggja fram til næstu ferð
slík konsert verður.
Fyribils skráin fyri kon-
sertina er løgd, og hon sær
soleiðis út:
Kl. 21 verða dyrnar latnar
upp, tónleikur verður at
hoyra yvir anleggið, og fólk
verða bjóðað vælkomin.
Umleið ein hálvan tíma
seinni fer bólkurin Ikaroz á
pallin, og teir koma at spæla
í ein litlan tíma. Aðrenn
høvudsnavnid verður at
hoyra, fer Gitte, ið er Ársins
Songrødd 1994, at framføra
nøkur løg, og restina av
kvøldinum eiga teir navn-
framu Stage Dolls.
Atgongumerkjasølan hev-
ur gingið stak væl seinastu
dagarnar. Eisini hava nógv
fólk úti á bygd útvega sær
atgongumerki til konsert-
ina, so um alt gongur til
vildar, verður ivaleystútselt
til hesa konsert.
Í skrivandi létu vóru tó
nøkur hundrað atgongu-
merki eftir, so enn skuldi
borið til at ognað sær eitt.
Ikki seld ella avheintað at-
gongumerki verða at fáa við
dyrnar, um nøkur eru eftir.
Um so er, verður lýst við
hesum.
Annars ynskja fyrireikar-
arnir øllum eina góða kon-
sert, har professionalisma
er lyklaorðið. Og heita á ll,
um at meta stundisliga.
|
|
|
|
I
|
| framtíðarútlitini
Í dag letur upp lista-
framsýning á Listasavni
Føroya.
Framsynt verda måln-
ingar og grafikmyndir,
sum teir bådir sviarnir
Kelvin Sommer, lista-
maður og Dan Lekberg,
grafikari, hava gjørt.
f ummæli um Kelvin
Sommer, skrivar
svenskur listaummælari
m.a., "Vit, ið síggja
málningalist Kelvin
Sommer's, kunnu alt eft-
Listafram-
syning
ir lyndi velja, um vit vil-
ja steðga vid ytru náttúr-
ulysingina, ella fylgja
vid å eini ferd inn i
myndina, har krøv verda
sett til kenslur okkara og
innlivingarevni”.
Framsýningin letur
uppkl. 17, har samkoma
verður, saman við fram-
sýnarunum, ið eru í Før-
oyum, í samband við
framsýningina.
Dagny
—— —— ———— —.e.
Blaðið "Trygd & Trivni"
hjá Arbeidseftirlitinum er
komið út fyri nøkrum døg-
um síðni.
Í blaðnum eru upplýsandi
greinar, kanningar, frá-
Í sagnir og tíðindi úti og
| heima.
Í oddagreinini skrivar Eli
Davidsen, stjóri á Arbeiðs-
eftirlitinum, at fólkatingið í
vår umrøddi støðuna og
fyri ar-
beidsumhvørvismenning.
Av ti at Arbeiðseftirlitið
| størt sæd arbeiðir eftir somu
: reglum sum danska arbeiðs-
| eftirlitið, fara tey á stovni-
num at fylgja væl við, hvat
hendir á hesum gki í Dan-
mark. Tað hevur eins stóran
týdning hjá okkum at hava
eitt reint arbeidsumhvørvi.
Tað kann eisini bøta um
kappingarfgrið hjá virkju-
num og er til gagns fyri
samfelagið alt, stendur m.a.
í oddagreinini.
Stóra norðurlendska rús-
drekkakanningin er prentað
í blaðnum. Eisini er grein
um arbeiðsumhvgrvi á
tannlæknastovum, um ar-
beiði við doyvingarevnum
og láturgass.
Fråsøgner um hvalaveiðu
í Suðuríshavinum í 1947.
Tiltøk hava verið gjørd,
til tess at fáa arbeiðsfólk at
nýta trygdarhjálm. Tað hev-
ur verið ein trupulleiki at
fáa fólk at akta hesar trygd-
arreglur. Arbeidseftirlitid
er tó ikki bert úl fyri at
klikkja niður á arbeiðsfólk,
men vil eisini løna teimum,
sum taka trygdarreglurnar í
álvara.
Eitt fitt soga er í "Trygd á
Trivna", har stovnurin ein
fríggjadag fer út á arbeiðs-
pláss at bjóða teimum win-
arbreyð og kaffi, sum hava
yvirhildið reglumar um at
nýta trygdarhjålm.
Annars er grein um kann-
ing á s6lmidstødum í Dan-
mark, har tað verður avdúk-
að, at trygdin á sólmiðstøð-
unum ikki eru góðar.
Einki er at frætta um før-
oysku sélmidstødirnar,
men eftir at hava lisið hesa
grein, umhugsar tú tað
gjøllari, næstu ferð tú vitjar
á slíkum stað.
Trygd á Trivni hevur
fingið bræv og myndir frá
føroyskum handverkarum,
sum arbeiða í Týskalandi,
har sagt verður frá arbeiðs-
umstødunum og trygdar-
viðurskiftunum.
Trygd á Trivni kemur út
fýra ferðir árliga.
Dagny