Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 171 — 9. SEPTEMBER 1994 Fólk flyta av landinum í stórum stíli 2630 hava pakkað sekkin í ár — Tað ódámliga er, at umframt stóru summar- flytingina, sum vit hava havt seinastu árini i flyta fólk eisini hinar mánaðarnar í árinum, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur Hópflýggjanin úr Føroyum heldur fram. Teir fyrstu átta mánaðarnar í ár fluttu 2630 fólk av landinum. Sama tíðarskeið fluttu 852 heim til Føroyar. Hetta gevur eina nettoflyting uppá 1778 føroyingar. Sigur talið 1778 tær nakað. Tað er nøkulunda tað sama sum fólkatalið í Fuglafirði, ella í Vági. Var flytingin av landinum savnað til eitt av hesum plássunum, so var hetta avtoftað, eins og Skarð, Blankaskála, Koltur, á Vík- um og Slættanes. Við árslok 1989 búðu 47.838 fólk í Føroyum. Nú fimm ár seinni, í august 1994, búgva 43.758 fólk í Føroyum. Hesi seinastu fimm árini eru vit vorðin 4080 fólk færri í Føroyum. Sigur talið 4080 tær nak- að? Tað er nakað tað sama sum fólkatalið í allari Klaksvíkini. Var flytingin savnað á einum stað sein- astu fimm árini, var øsku- kalt og laðað uppí dyrnar í hvørjum einasta húsið í Klaksvík í dag. Tann maðurin sum veit eina mest um tølini í fólka- flytingini eitur Hans Pauli Strøm, hann er sosiologur, tað er samfelagsfrødingur og arbeidir å Hagstovuni. — Tad sum eg haldi er mest ódámligt við seinastu tølunum er, at nú breiðir Privat sum vinnuligt — so er tað ... KOYRISKULIN | Á ARGJUM biðumti 12270 flytingin seg frá sum- marinum óg útyvir hinar árstíðirnar sigur Hans Pauli Strøm. — Síðan stóra flytingin byrjadi i 1992 eru tey flestu flutu summarmånadarnar. Eitt tíðarskeið í juni 1992 flutt enntá fleiri heim enn út. Í 1993 byrjaðu fólk rætt- uliga at flyta uttanfyri sum- martíðina og nú er myndin greið. Tað flyta framvegis eins nógv summarmánað- arnar. Vit seta met í ár. Men hinar mánaðarnar av ári- num er rættuliga stór flyting, sigur Hans Pauli Strøm. — Vit byrjadu årid vid at 331 fluttu av landinum, 86 fluttu heim. Hetta gevur eina nettoflyting uppá 245 fólk. Frá februar og til maí hevur talið ligið frá 73-128 | fólk, Strøm. sigur Hans Pauli jústinus | Tidindabladid GSM Føroyskur halnfyøtsskepur: Steingir dyrnar fyri týdningar- miklari vitan Tað eru bert turr tøl ein fær at vita um eitt nú flytingina av landinum. Hvørji hesi mongu eru Bara higartil í ár eru 2630 føroyingar fluttir av land- inum. Men skal ein tíðinda- maður royna at finna útav hverjir hesir, hansara | landsmenn eru, so kann hann ikki fáa hjálp frá Føroysku Hagstovuni ella samfelagsfrødingum ann | ars. Teir noyðast at liva við, | at lóggávan um telduskráir er so strong, at teir ikki sleppa at meta tær ymisku skráirnar saman. Í Hagtíðindum fær tú bara at vita hvussu nógv fólk flyta av landinum, hvussu nógv flyta heimaftur og hverjir aldursbólkarnir eru. Hetta er eisini býtt á kyn. Men spurningurin um hvørji hesi fólk eru fæst einki at vita um. Nú 2630 føroyingar eru fluttir av | landinum bara í ár, so kundi verið ógvuliga áhugavert at fingið at vita eitt sindur um hesi fólkini, uttan neyðugt var at fáa navnið av teimum fram. | Eitt nú hvat gera hesi | fólk? Hverja útbúgving hava tey? Eru tey arbeiðs- | leys, ella ríma tey, tí tey ikki fáa tað at mala runt fíggj- arliga? Hverjum vinnu- | bólki eru tey úr og hverja | inntøku hava tey havt | seinastu árini? Eitt haft um beinini | Vit hava spurt í felagstrød sam- yin Hans Paula Strøm um lóggávuna um telduskråir: — Okkara starvsfelagar i Danmark hava munandi betri umstødur at arbeida undir. Å Danmarks State stikk verður arbeitti vid ú sokallaða registerstate- stikkinum og hetta merkir at hagtalsfrødingar hava fría atgongd til skråirnar, tó undir strongum eftirliti. Har eru møguleikar at saman- meta eina rúgvu av skráum Eitt nú skráirnar hjá líkn- ingarvaldunum, trygging- unum. Eisini hava teir atgongd til skråirnar um hvar fólk búgva, sigur Hans Pauli Sugm. -Føroyingar eru ógvuliga bangnir fyri at persónligir upplýsningar á telduskrá- um skulu misnýtast. Men okkum nýtist ikki nøvnini á fólki. Vit hava heldur íkki brúk fyri p-talinum. Um hver einsstakur fekk eitt heilt annað nummar enn p- talið, sum gav okkum atgongd til at vita hver persónurin var og hvat hann tókst við, so var nógv vunnið, sigur Hans Pauli Strøm. — Høvdu vit kunna samanmett landsfólka- skránna við telduskráina hjá ALS, so høvdu vit fingið at vita nógv meira um tey sum 1 øvdu vita hvønn fluti. Vit h vinnubólk tey vóru í. og hvgnn vinnubólk tey umboða vita viteinki um. Stranga lógin um telduskráir, gera føroysk hag- tíðindi nógu minni sigandi enn eitt nú donsk Hvussu leingi tey høvdu verið arbeidstøk og um tey eitt nú vóru á veg út úr skipanini, tá tey fluttu, sigur Hans Pauli Strøm. - Høvdu vit kunnan samanborið landsfólka- skránna við skránna um lønarutgjalding, so kundu vit fingið at vita um fólk flutti, ú tey ikki kláraðu at fáa tað at bera seg, sjålvtum tey høvdu arbeiði. Vit høvdu eisini fingið at vita hvørja åvirkan skattatrýst og avgjøld hevði á fólk, sigur hann. — Vit hesu truplu lóggávu, vid tøttum skottum millum telduskråirnar hjå teimum ymisku stovnunum, nokta føroyingar sær sjålvum atgongd til tydningarmikla vitan. Eitt nú politikkararnir høvdu kunna grundað sínar avgerðir nógv betri, um teir høvdu hesar upplýsningar. Í dag eru ov nógvar gitingar, sigur hann. — Tað er eitt stórt ynskið hjá okkum sum arbeiða við hagtølum, at fáa betri hagtøl. Tað er heldur ikki serliga stuttligt, reint fak- liga, ikki at kunna svara teimum mest einfeldu spurningunum, tí vit ikki fáa nóg mikið av tilfari at arbeiða við, sigur Hans Pauli Strøm justinus