mikudagur 14. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 9
Tíðindablaðið ("71
Ingvar Joensen, Tægan í Leirvík:
Minni gull-
laksur at
fáa í ár
— Í seinastu viku var einki arbeiði og bátarnir
hava fingið minni í ár,sigur hann
Nógvur upsi er at fáa í
løtuni og tí eru báðir trol-
ararnir sum vanliga royna
eftir gulllaksi til Tæguna í
Leirvík í upsanum. Teir
hava seinastu tíðina roynt
eftir gullaksi vestanfyri,
men seinasta túr royndu teir
eftir upsa. Teir avreiddu
mánadagin eftir ein stuttan
og góðan túr og eru farnir
útaftur.
— Stjórnar og Polarhav
hava tingið minni av gull-
laksi í ár enn undanfarin ár.
Hetta er triðja árið at vit taka
ímóti gullaksi, men hetta er
eisini tað slakasta árið til
ej
fisk, sigur Ingvar Joensen,
stjóri á Tæguni í Leirvik.
- Kanska eitt sindur
øvugt, tí í ár hevur gingist
væl at sleppa av við gull-
laksafarsið. Vit útflyta
farsið til Bretlands, Dan-
mark og Noreg og núeru vit
eisini farnir at selja til Svø-
Gulllaksur kann gerast til gull verður rætt atborið. Her leggja tey í flakamaskinurnar á
Tæguni í Leirvík. Mynd: Kalmar
=
þ A
Gullaksafars er góður matur og tað hevur gingist væl at selja í ár. Farsið verður selt til
Bretlands, Danmark, Noreg og til Svøriki. Mynd: Kalmar
Nr. 174 — 14. SEPTEMBER 1994
%
Minni hevur verið at fingið av gulllaksi íár. Enn er so lítið roynt eftir hesum fiskaslagi, at
menn vita ikki um tað ber til at royna eftir hinum alt árið. Mynd: Kalmar
ríki, sigur Ingvar Joensen.
— Undanfarin ár hevur
altíð verið nógmikið at fing-
ið av gulllaksi, tað hevur
heldur verið ein spuming-
um um at sleppa av við
liðnu vøruna. Seinasta túrin
høvdu teir 20 tons. Men
kongafiskabåtamir vestan-
fyri hava eisini havt små-
ligan fiskiskap. Gulllaksur
og kongafiskur liva å nøku-
lunda sama dypi. Kanska er
onkur broyting vid hitanum
í sjónum, sigur Ingvar
Joensen.
— Vit góvust at taka í móti
1. juli, tá høvdu vit nóg
mikið niðurfyri og høvdu
heldur ikki fíggjarliga orku
at, at keypa meira, men tá
var fiskur at fáa. Trolararnir
fara royna aftur eftir gull-
laksi. Teir hava ætlanir um
at royna norðanfyri, sigur
Ingvar Joensen.
Bert tað til at veiða
gulllaks alt árið?
— Tað vita vit ikki enn,
royndin higartil er ov lítil.
Men tað ber uttan iva til at
royna frá apríl og út í
november. Gulllaksurin
hevur rogn alt árið og hetta
gevur okkum illgruna um,
at talan er um tveir stovnar
undir Fóroyum. Stovnurin
vestanfyri gýtir um heystið
og stovnurin norðanfyri
gýtir um várið, sigur Ingvar
Joensen.
Gullaksafarsið er vorðin
sera vælumtóktur matur í
Føroyum. Fólk nýta farsið
til knettir, frikadellir og
fiskabunding. Av og á selir
Tægan gullaksafars kring
landið. Gullaksafars er eins
hvítt og toskafars
jústinus
Veiðan eisini
okt uttanfyri
200 fjordingar
Á miðleiðum er fiskiskap-
urin øktur fyrra hálvár
Føroyingar hava fyrstu
seks mánaðamar í ár á
miðleiðum fiskað 39.-
340 tons, hetta er góð
10.000 tons meir enn um
somu tíð fjør. Undir
miðleiðirnar verður
m.a. roknað Ísland,
Eysturgrønland, Irm-
ingarhavið, Rock All,
Hatton Bank, Norð-
sjógvurin 0.s.v. Tað er
fiskiskapurin í ES sjógvi
sum ger munin. Føroysk
skip hava fyrstu seks
månadamar í ár veitt
28.850 tons í ES- sjógvi,
tað eru 12.000 tons
meira enn í fjør. Serliga
hava føroyingar veitt
meira av svartkjafti í
ES-sjógvi.
Í Eystursjónum hava
vit veitt góð 900 tons
meira enn í fjór. Men tað
er ikki toskur sum ger
munin. Vit hava veitt
966 tons av brislingi og
136 tons av toski.
Á fjarleiðum hava
veitt minni fyrstu seks
mánaðarnar í ár enn í
fjór. Á fjarleiðum
veiddu vit fyrra hálvár í
fjór 32.433 tons í ár
20.542 tons. ,
Minni er veitt bæði í
russiskum og í norskum
øki í Barentshavinum og
rækjuveiðan við Sval-
bard er minkað burtur í
einki.
Rækjufiskiskapurin á
Flemmish Cap hevur
vignast heldur betri í ár
enn um somu tíð í fjør.
Vit hava veitt 3400 tons
móti 3200 tonsum um
somu tíð í fjør.
jústinus