týsdagur 20. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 178 — 20. SEPTEMBER 1994 Síða 9
|
|
|
Atli Dam, fólkatingsmaður: -Tú skal ikki gevast á hondum so leingi tú heldur teg hava eina góða søk at verja.
Atli Dam, fólkatingsmaður um ríkisfelagsskapin:
Annað og meira enn
eitt kekkhefti uppá
danska statskassan
Fólkatingsumboðanin hevur havt stóran týdning og fær fram-
haldandi ómetaligan tydning fyri at skapa fatan fyri føroyskum
tórvi og loysnum, sum ikki eru eyðmýkjandi, men náttúrligar í
samvinnu millum tvær tjóðir við sjálvsavgerðarrætti, men í ríkis-
felagsskapi sigur Atli Dam, fólkatingsmaður í samrødu við Sosi-
alin.
Hann vísir annars á, at tað verða ikki danir, sum broyta
stevnuskrá Javnaðarfloksins.
fólkatingsvalið 94
Sn
Mynd jan
Trupulleikar millum Dan-
mark og Føroyar hava
verið nógv á Fólkatingsins
dagsskrá síðan tú kom á
Fólkating. Hevur tær kort-
ini líkað at sita á tingi?
— Tú býður teg ikki fram
til slíkt arbeiði bert av hugi,
men meira tí tú heldur teg
kunna gera nyttu í gerandis-
degnum og á hugsjónarliga
økinum. Jú, eg haldi at tað
frægasta, sum kundi gerast,
bleiv gjørt, men haldi eisini,
ateitt tungt knoss liggur fyri
framman at fáa frægari
loysnir.
Samstundis sum eg kom í
Fólkatingið í januar 1993,
skifti stjórnin, og hon rendi
seg sama dag í aðru banka-
kreppuna. Fíggjareftirlitið
kravdi einaferð enn loysn
her og nú og fekk landsstýr-
ið eins lítið og stjórn og
Fólkating skotbrá til at um-
hugsa aðrar loysnir.
Sjálvur nevndi eg aðrar