Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 178 — 20. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin | fólkatingsva loysnir, ið kundu útvegast, um vit valdu nakrar banka- leysar dagar, men varð hetta ikki eftirlíkað, og var lands- stýrið tí á ødrum sinni kroyst at ganga undir harðar treytir. So hóast mær líkar ar- beiðið og avbjóðingarnar á Fólkatingi, hevði verið hugaligari at arbeitt viu framlítandi loysnum og á- bótum, heldur enn at við- gera kreppuloysnir og lut- taka í orðaskiftum, sum av einum lítlum flokki sum honum hjá Kirsten Jacob- sen og einum parti av fjøl- miðlunum hava givið eina rangmynd av okkum føroy- ingum. Før har eg gjørdi mest nyttu Tú hevur nakrar ferðir stillað upp til Fólkatingið, men ikki fyrr enn nú havt sæti har. Hvussu ber hetta til? — Tær ferðir, eg havi still- að upp, hevur altíð staðið veljarunum greitt, at eg fór í tann sess, flokkurin helt meg gera mest nyttu í, og leingi lá í kortunum, at hetta var í løganssessinum, so ofta fekk eg ikki tað heilt nógva av atkvødum, men samanlagt fingu vit nóg mikið til, at vit fingum um- boðið. Soleiðis var eisini, meðan Johan Nielsen og P. M. Dam stilladu upp. 1987 og 1990 var eg vald- ur, men Jåkup Lindenskov tók sæti, men í 1990 var heilsan so mikið farin, at eg boðaði frá, at eg fór bert at vera løgmaður 1992 út, og at 0 I Atli Dam á veg til arbeiðis á Christiansborg: um heilsan varð so fræg, so fór eg at seta meg í stólin á Fólkatingi. Var hetta so ein stór broyting? — Í mun til løgmansar- beiðið er sjálvandi stór broyting, men sum nevnt var hetta ein serlig seta hvat føroyskum málum viðvík- ur, og har kom mær til góða, at mær ikki tørvadi stór- vegis innkoyringartíð til tess at koma inn í arbeiðs- gongdina. Eg kendi jú nógvar av hesum fólka- tingslimum, ministarum og fyrrverandi ministarum frá samráðingum í 24 ár, og kendi meg hava ein fórn-ng frá altjóða samráðingum. Ikki minst kendi eg søg- una um Javnadarfloksins samvinnu við danska og að- rar = sosialdemokratiskar flokkar heilt aftur til stovn- anina, og hevði øll fimti- og seksti árini mína gongd á Christiansborg meðan P. M. Dam og Johan Nielsen virk- aðu har. Ein útbyggingartíð Hendan samvinna, er hon broytt ígjógnum árini? — Hon hevur verið nærri ella leysari alt eftir hvørjir persónar hava sitid á donsku hálvuni og eftir hvørji mál hava verið á skránni. Hjá Stauning í tría- tíárunum var fatanin fyri neyðugum vinnulívs- og ødrum útbyggingum í Før- oyum stór, meðan måttøkan æ arbeiði á Fólkatingi komandi fýra árini. Mynd jan Taldi meg hava góðar fortreytir og góðan førleika til at gera eitt av føroyskum ynskjum um stórri tjóðskaparlig fram- stig var kaldlig. Seinna helvt av fyratiår- unum, øll fimti- og seksti- árini vóru merkt av hug- sjónarmonnum sum Buhl, Hedtoft, Torkil Kristensen, Kampmann, Julius Born- holt- og Jens Otto Krag. Hetta saman við Javnaðar- floksins møguleika at fáa stjórnarvald í Føroyum, skapti ríkastu gróðrar- og útbyggingartíð her á landi. Annað enn kekkhefti uppá danska statskassan Vit dugdu tó ov illa at skapa fatan fyri, at ríkisfe- lagsskapur er annað og meira enn eitt kekkhefti uppá danska statskassan, og kjakið um blokkstudning ella ikki blokkstudning kámaði nógv av tí hugsjón- arliga grundstødinum undir heimastyri og rikisfelags- skapi burtur. Vit fingu ti blokkstudning 15 år seinni enn danir. Hetta er ivaleyst vid til at geva eina skeiva mynd av okkum í eygum danska skattgjaldarans. Vit eru ov nógv peninganýtarar og geva ov lítið til ríkisfelags- skapin. At danskir javnaðarmenn sótu uttan stjórnarvald í 10 ár, hevur eisini minkað um møgulcika teirra fyri at liva seg inn í føroyskar trupul- leikar. At donsk fiskivinnu- og handilsáhugamál tykjast ganga ímóti føroyskum bøt- ir heldur ikki um. Her hevur fólkatingsum- boðanin tó havt stóran týdn- ing, og fær framhaldandi 6- metaligan týdning fyri at skapa fatan fyri føroyskum tørvi og loysnum, sum ikki eru eyðmýkjandi, men náttúrligar í samvinnu mill- um tvær tjóðir við sjálvsav- gerðarrætti, men í ríkisfe- lagsskapi. Avgerðin um undir- grundina má virðast Hvat liggur so fremst at virka fyri komandi val- skeið? — Broytingum í avtaluni um umfígging av føroyskari skuld og neyðugum tiltøk- um í Føroyum. At loysnir- nar mugu vera slíkar, sum ikki vika vunnin rættindi á yvirtiknum — målsøkjum, t.v.s. fáa okkum øll heima- stýrisrættindini aftur, at av- gerðin um undirgrundina verður vird, at vit fáa sjálv- sagdar sæmdir sambært handilsavtaluni við EF, ein rættvísan blokkstudning, sum m.a. tekur við eyka- tørvin hjá ALS, tí danir spara nógv á forsorgarøkin- um, betri umboðan í IWC 0.s.fr. Vandin fyri at gerast oydimarkarvallari Tú hevur verið nevndur hálvfemsinstjúgundi fólka- tingsmaðurin. Kundi tú ikki hótt við at spreingja stjórn- argrundarlagið fyri at fáa betri sømdir? — Vit kenna øll 17'anda mannin og vita, at tad spæl- ið fruktar onki. Stjórnin hevur formelt havt tepran meiriluta, men reelt virkað sum minnilutastjórn, og ein- hvor veit, at úrslit verða bert rokkin av teim, sum hava møgulcika framhaldandi at tala, greiða frå, trysta og trodka føroysk sjónarmið í- gjøgnum. Hetta kanst tú á- haldandi gera í samvinnu. Spreingingin virkar bert einaferð, og hon hjálpir ongum og skapar onki, tvørturímóu nýtir tú hana, hevur tå fråtikid tær møgu- leikan fyri at åvirka vidari i framtid. Og kanst tå ikki virka har hugsjónarliga, stødi títt liggur, gerst tú |