Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A — 0 Tidindabladid CSU | »Opportunistur« og oyði- markarvallari. Royna at sannføra T.d. kann eg betri sann- føra Poul Nyrup Rasmussen um mistakið við kvotukrøv- unum f samrådingum held- ur enn vid glepsum uttan- ifrå, serstakliga tí krøvini eru koloniharrakend, og tí tey gera seg inn á stovnu- skránna hjá føroyska Javn- aðarflokkinum, sum sigur, at tilfeingið er felagsogn, og tí ikki kann monopoliserast. Hann skilir, at t.d. svenskir javnaðarmenn aldri vildu droymt um at kravt av donskum, at hesir broyttu sína stevnuskrá, tí svenska forsætismálaráðharranum líkaði tað. Í samráðingum kanst tú betri vísa á, at tvangsloysn- imar sum t.d. Fiskavirking er eitt hitt størsta mistakið, tí allur føroyskur fiskiídn- aður í dag ikki megnar at forrenta 100 mill. kr. Í sam- ráðingum ber betur til at sannføra um at banka- loysnimar ikki rigga, ti kervið, sum skuldi bjargast, nú liggur í »kuvøsu« hålv- deytt, og virkar ikki frískt og livandi. Komin aftur á Fólkating miði eg tí framvegis ímóti at fáa ávirkan í samvinnu og ikki í sjálvdrátti. Fortíð og framtíð Nú sigur tú, at tú ætlar at vinna sessin aftur, men røddir hava verið frammi um at tú tænti flokkinum betur við at tikið teg burtur - úr? — Havi merkt mær, at fjøl- miðlar bera hetta upp á mál, men haldi eg teir skuldu latið okkum í Javnaðar- flokkinum avgera hetta. Eg eri ikki samdur. Vit hava eina fortíð so væl sum eina framtíð, og tá veljarin hevur valt meg í 24 ár og góðtikið tey mongu úrslit, rokkin eru í størstu broytingartíð við- víkjandi frælsum vinnu- rættindum á hevunum, handilsligum nýbólking- um, sosialum umskipanum heima og útbyggingum av okkara samfelag, so kann valla alt hava verið so skeivt. Og eg haldi eisini, at fólk skilja, at tað júst eru tey av teim nýggju skipunum, vit fingu í åttatiårunum, sum í dag bera samfelag- num uppi. Haldi meg tí hava góðar fortreytir og góðan førleika til at gera eitt ar- beiði á Fólkatingi. Eisini er heilsan frægari aftan á skurðviðgerðirnar í 1990 og 91, tí seti eg meg fram aftur sum valevni og heiti á velj- aran um at stuðla Javnaðar- flokkinum. Tú skalt Ikki gevast Men 7. juli 1994 feldi teg sum løgtingsumbod. Tekur hetta ikki stríðshugin burt- ur? — Einaferð leggja vit øll frá okkum, og sjálvsagt kendist tað sera sárt 7. juli, men hevur tú ikki styrki í tær sjålvum til at leggja til brots aftur, átti tú ongantíð at eftirlíkað umbøn um at stilla upp å fyrsta sinni. Søgan um Javnaðar- flokkin, serliga tey fyrstu Nr. 178 — 20. SEPTEMBER 1994 Síða 11 félkatingsvalid 94 Atli Dam, fólkatingsmaður dylur ikki fyri, at tað hevði verið hugaligt at sæð sterkan javnaðarflokk nú eftir fólkatingsvalið - bert fáar dagar eftir, at sviar tóku saman hendur og fylktust um javnaðarflokkin har. Her hittir Atli Dam komandi svenska forsætisráðharran Ingvard Carlson. 30 árini, er ein søga um smærri framlop og mong afturstig. Kunnleikin um hvussu P. M. Dam, t.d. bar hesi mongu tap, men kortini altíð legði á aftur eldhugað- ur og eggjandi, sannførir meg um, at tå skalt ikki gev- ast å hondum so leingi tå heldur teg hava eina góða søk at verja. jan Atli Dam hevur havt sera gott samstarv við Hans Jørgen Jensen, valdur á fólkating fyri danska javnaðarflokkin. Eisini Jákup Lindenskov hevði gott samstarv við Hans Jørgin, sum er ein hin besti Føroyavinurin á fólkatingi. Mynd jan Umframt at hava gott samskiftið við danska javnaðarflokkin ræður eisini um at hava samband við donsku fakrørsluna. Her er Atli Dam saman við formanninum í LO, Finn Thorgrimson. Mynd jan Tummas Arabo rrverandi landsstýrismaður: Poul Nyrup - kom til Foroya Í morgin skulu bæði føroyingar og danir til at velja nýtt fólkating. Mangt bendir á, at danski javnaðarflokkurin fer at vinna valið, og at komandi forsætisráðharrin kemur at eita Poul Nyrup Rasmus- sen. Ein teirra, sum hevur luttikid í fleiri av samráð- ingunum við donsku stjórnina er Tummas Arabo, fyrrverandi lands- stýrismaður. Hann er upp- stillaður til fólkatings- valið. Tummas Arabo sigur, at tað er avgjørt neyðugt at endurskoða nakrar av avtalunum, sum gjørdar eru við danir og her hugsar hann fyrst og fremst at fáa eina avtalu við danir um at niðurfrysta rentuskuldina í sambandi við lánini vit hava tikið í seinastuni. Hann heldur, at verða Framhald á síðu 16 #4