Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rr Sida 4 Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1994 vatnstrolarunum Tá fiskiskapurin á djúpum vatni byrjaði at minka — og gjørdi tað hvort ár — gjørdist neyðugt at leita sær eftir ødrum møguleikum, so tað skuldi bera til at reka trolar- arnar, ið høvdu livað av at fiska undir Føroyum — fyri tað mesta kongafisk. Ein av hesum trolarum er Oyrnarfjall, ið hevur verið ein av fleiri djúpvatnstrolar- um í Suðuroynni, ið hevur roynt at lívbjarga sær undir Føroyum — men við svinn- andi úrsliti seinnu árini. — Tå vit sóu, ateinki var at gera meira undir Føroyum, fóru vit fyri tveimum árum síðani undir at kanna, hvat so kundi gerast, so tað skuldi bera til at fáa nakað burtur úr fiskiskapinum, sigur Marner Lisberg, reið- ari á Oymarfjalli, ið Pf. Aarlið á Tvøroyri eigur. —Millum annað sóu vit, at ongar royndir vóru gjørdar við at fáa feskan fisk til Før- oya, ti alt varð annadhvørt skorið til flak ella skráskor- ið. Um tað hevði borið til at fingið fiskin feskan hendan- vegin, kundi tað jú verið við til at skapt arbeiðspláss á landi. Arbeitt varð so víðari við hesum, og endin varð, at tað langt um leingi varð komið so mikið langt, at ein avtala fekst í lag við Fiskavirking um at gera royndir við hes- um fiskiskapi. Fiskavirking valdi virkið í Vági ti! hesar royndir, so øll veiðan frá Oymarfjalli FK verdur arbeidd har, og tær neydugu royndimar kundu gerast. — Men tad er ikki bert sum at siga tað at fara undir so- vorðnar broytingar, so tað varð neyðugt at gera stórar fyrireikingar, so vit kundu finna útav, hvussu frægast var at arbeiða, sigur Marner Lisberg. Uttan stuðulin bar einki til — Verkætlanin hjá okkum fekk so stuðul úr landsstýr- inum, ið tók eina skjóta av- gerð, og játtaðar vórðu 1,8 mió. kr. til hesar royndirnar. Fiskavirking fær ein triðing av sínum útreiðslum dekk- aðar — talan er um 800.000 krónur til praktiskar fiskir- 8: BB pe Het at 5 oyndir, meðan restin av játt- anini skal býtast millum virkið og skipið. Mamer Lisberg sigur, at uttan stuðulin úr landsstýr- inum og uttan stóra vælvild frá Fiskavirking hevði verk- ætlanin blivið av ongum, so hetta eru teir sera takksamir fyri. Tað er millum annað við hjálp frá royndum hjá ís- lendingum, at tað hevur lat- ið seg gjørt at seta hetta í verk. Íslendingar hava havt somu trupulleikar sum før- oyingar, at fiskanøgdirnar eru minkaðar, og teir hava fingið kvotur í staðin. — Tað vísir seg, at íslend- ingar hava gjørt tær royndir, at tað saktans ber til at taka fiskin feskan heim og arb- Tidindabladid EH ke Fiskiskapur eftir kongafiski í Irmingarhavinum kann gerast framtíðin hjá djúpvatnstrolarunum, nú Oyrnarfjall hevur prógvað, at saktans ber til at flyta fiskin feskan til Føroya, so hann kann verða arbeiddur á landi — og skapa mong arbeiðspláss LL eida hann å virkjum å landi — enntá við góðum ískoyti til skipini, samstundis sum virkini hava klárað seg við hetta, sigur Marner Lisberg. — Tá talan er um so stórar nøgdir, vigar tað upp ímóti tí heldur vánaliga prísinum, og soleiðis kann tað bera til. Máttu gera iløgur Fyri at kunna fara undir fiskiskapin í Irmingarhav- inum var neyðugt at gera nakrar fløgur umborð. Eitt nú varðneyðugt at skifta tey vanligu botntrolini, ið hava verið nýtt undir Føroyum, út við flótitrol. Talan er um sera stór trol — tað umborð á Oyrnarfjalli er 17.000 fer- metrar stórt. Aftrat hesum var eisini neyðugt at fáa serligar trol- lemmar og netsondir, um- framt at ein fyritreyt var, at nettrumla var umborð, og einaslíka hevði Oymarfjall frammanundan — umframt at hinir báðir bátarnir, ið Marner er reiðari á — Rankin og Phoenix — eisini hava nettrumlu umborð, so teir altíð kunnu gerast út til at fara eftir kongafiski á sama hátt sum Oyrnarfjall. — Síðani varð farið undir at seta hesa verkætlanina í verk, og tað hevur gingist sera væl hjá okkum, sigur reiðarin. — Besta tíðin er um várið, og vanliga verður fiskað frá apríl og fram til oktober ella novemner — alt eftir, hvørj- um veðrið loyvir. Ta ljósu tíðina ber til at fiska alt sam- døgrid, meðan bert eitt hál kann gerast um dagin, tá tað gerst myrkari. Ov nógvur fiskur fer aftur í havið Fyrsta túrin fekk Oyrnar- fjall 500 tons, men tann last- in varð landað í Íslandi, tí teir noyddust at fara inn, tá teir fingu trupulleikar við trolinum, ið ikki gekk sum tað skuldi. Av hesi fyrstu lastini vóru 50% oman fyri eitt kilo, meðan 30% lógu mi'lum 700 og 1.000 gram. Meðan fiskað verður, eru teir umborð eitt nú upptikn- ir av at sortera, tá alt undir 800 gram verður koyrt út- aftur. Hendan trupulleikan vænta teir tó at fáa loyst nú viðeinarrist, ið verður sett í trolið, so alt tað smáa fer út- aftur av sær sjálvum. Bæði kanadiumenn og norðmenn hava við góðum royndum havt slíkar ristir í trolinum, ið føra við sær, at bert tann stóri fiskurin kem- ur at borði. — Vit kunnu ikki standa við ábyrgdini av, at tonsavís av fiski verður blakaður fyri borð hvgan einasta dag, so hetta er ein trupulleiki, ið er neyðugur at loysa, sigur Marner Lisberg. - Eitt annað, ið royndirn- ar eisini hava staðfest, er at trolarar sum Oyrnarfjall saktans megna at trola við hesum stóru flótitrolunum. Tað var eitt sindur ivasamt áðrenn, um skipið kundi brúkast, men tí hava vit nú fingið fulla vissu fyri, at tað kann tað saktans. Kann bjarga djúp- vatnstrolarunum Tað, sum skal gera fiski veiðuna figgjarliga møgu liga hjá Oyrnarfjalli og vør um djúpvatnstrolarum, ið kunnu hugsast fara í Irm ingarhavið at royna eftir kongafiski, skal verða tann góði møgulcikin fyri at fáa sent feskt flak av landinum, heldur enn fryst, ið gevur verri prís. Tað er íkki bert Oyrnar- fjall, ið kann fáa gleði av teimum royndum, ið verða gjørdar nú. Allir djúpvatns- trolararnir í Suðuroynni fáa kanska møguleika at fara í Irmingarhavið, og við ti fiskiskapinum fáa endarnar at røkka saman. Snøgt sagt kann konga- fiskurin å hendan hått vera við til at bjarga djúpvatns trolarunum. I løtuni verður stúrt fyri, hvat framtíðir hevur at bjóða, men konga fiskurin kann tendra tann neistan, ið birtir vonimar av nýggjum hjá teimum. Kongafiskurin í Irmingarhavinum kann geva nógv arbeiði á landi Mýnd:Rógvi Johansen