Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Javnaðarflokkurin á vegamótinum: Hugsjónirnar verða ongantíð avoldaðar - Møguliga er flokkurin ov stirvin í sínum håtti at bera boð- skapin fram, men brúk verður altíð fyri javnaðarflokkinum, so leingi sum vit liva i skipaðum samfeløgum sum okkara, sigur Marita Petersen Bert góðar tveir mánaðir eftir løgtingsvalið, fór Javn- aðarflokkurin til fólkating- svalið fram við 4%. Hetta er Maritu Petersen, floksfor- maður, ógvuliga fegin um. - Hverjar viðmerkingar hevur tú til hesa fram- gongd, so stutt eftir løg- tingsvalið? - Tað er at gleðast yvir og er tekin um, at fólk hava tik- ið undir við okkum. Ein partur av gomlu veljarunum hava aftur givið okkum sína atkvødu, og tað hevur nógv attýða fyri arbeiðið í flokki- num, sigur Marita Petersen. Stødan batnað - men ikki nóg góð - Hinvegin, so er úrslitið ikki nóg gott, tá javnaðar- flokkurin fær minni enn 20% av atkvødunum. Tað mugu vit arbeida fyri at broyta. - Hvørja åvirkan hevur tað á teir gomlu flokkarnar, at Verkamannafylkingin og Uuanflokkalistin fingu so góða undirtøku. Er tað boð um, at teir gomlu flokk- arnar ikki duga at bera sín boðskap fram? - Ja, tað er okkurt sum bendir á, at vit ikki hava megnað tað, og kortini… - Hetta prógvar eisini, hvussu torført tað er at greiða fólki frá okkara sjón- armiðum. Tað kostar javn- aðarflokkinum nógv, at vit hava politiskar hugsanir um øll samfelagsmål. - Teir nyggju flokkarnir, sum fóru fram á fólkauing- valinum, høvdu júst so ein- faldan boðskap, og tí var tað eisini lættari hjá teimum at fáa undirtøku. Javnadarpolitikkur er ikki einfaldur - Tad, at tú hevur eina hugs- an um eitt solidariskt sam- felag, hevur vid sær, at vit ikki kunnu gera alt tað, sum t.d. åvisir samfelagsbólkar krevja, eitt nú fakfeløgini. Vithavaskyldu at hugsa um allar samfelagsbólkar og allar tær uppgávur, sum eitt samfelag hevur. - Er hetta tekin um at javnaðarflokkurin er av- oldaður? Hvat fara til at gera fyri at dagføra tykk- Marita Petersen, formaður í javnaðarfiokkinum: - Javnaðarflokkurin verður ikki avold- adur, so leingi sum vit liva í skipaðum samfeløgum sum okkara. Tað verður altíð brúk fyri politiskum flokkum, sum vilja eitt rættvíst og samhaldsfast samfelag ara politikk? -Javnaðarflokkurin verð- ur ongantíð avoldaður, so leingi sum vit liv í skipað- um samfeløgum av okkara slag, og tað er avgjørt eisini neyðugt, at javnaðarhug- sjónin setir dám á sam- felagið. - Nei, hugsjónin er ikki avoldað. Tað er meira spurningurin, um vit íkki eiga at leggja dent á onnur mál í dag, enn fyri 100 - 50 árum síðan. - Tað verður mangan ført fram, at Javnaðarflokkar í Norðurlondum hava rokk- id sín setning, og at ueir ikki hava megnað at endur - nýggja seg. Heldur tú, at hetta er rætt? - Tað kann sigast, at javn- aðarflokkarnir hava rokkið málinum, sum teir settu sær fyri 50 - 100 árum síðan. Tað verður tó altíð brúk fyri politiskum flokkum, sum vilja eitt rættvist og sam- haldsfast samfelag. Tí er neyðugt hjá javnadarflokk- inum at viðgerða sínar skrá- ir av nýggjum, og at endur- nýggja okkum. Flokkurin ov stirvin - Javnaðarflokkurin hevur verið ov stirvin at tillaga síni tiltók til tær broyttu tíð- irnar, og dómi eru eisini í Svøriki og í Danmark, at tcir har hava somu trupul- leikar at berjast við. Vit liva í nútíðar samfeløgum, sum vilja veita trygd fyri øllum borgarum í samfeglagnum. Samfclagsbroytingarnar scinastu årini hava havt vid sær, at 120 verður neyðugt at broyta hugsunnarhått. Eitt nú eru alt færri og færri í vinnu, og hesi eru tey somu sum skulu gjalda fyri at varðveita vælferdarsamfel- agið, sum tryggjar tey ar- beiðsleysu, gomul o.s.fr. - Er valúrslitið boð um, at veljarnir taka undir við at Javnaðarflokkurin er farin Í samgongu? - Tann brovting, sum nå er farin fram í landsstýrinum, hevur møguliga ávirkað r. 182 — 24. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið { sostalurin | N valúrslitið. Hetta hevur tveir lutir við sær, citt nú, at:vit eru í samgongu aftur, og hitt, at vit umsita almanna- og heilsumál ødrumcgin og fíggjarmál hinumegin. - Hetta eru øki í lands- stýrinum, har annnar part- urin gevur út, og hin tekur inn. Vit átaka okkum hesar uppgávur, fyri at vísa á, at tað er neyðugt at varðveita vælferdarsamfelagid, men vit noyðast samstundis at g6dtaka, at tað kostar flokk- inum at hava tað sjónarmið, at unøkan í samfelagnum skal bytast rættvist, sigur Marita Petersen. Triðbesta persónliga atkveðuúrslit - Tú fekk 1392 persónligar atkvóður hesaferð, móti 592 á løgtingsvalinum. Hvat merkir stóra fram- gongdin? - Eg kenni tað sum cina å- litisvåttan, og eri ógvuliga fegin um, at so nógvir velj- arar hildu meg verða skikk- aða at arbeiða fyri flokkin í Fólkatinginum. - Hinvegin so var tað Síða 5 harmiligt at vit mistu um- boðið, tí tað hevði avgjørt verið sumbrandi fyri sam- starvið millum londini, nú Poul Nyrup Rasmussen stjórnin væntandi verður sitandi. - Tað gerst tó ikki vid, og vit mugu ikki missa mótið av hesum. Eg ivist ikki i, at vit seinni fáa umboðið aft- ur. Marita Petersen kann ikki haldasær, men ger eina aðra samanbering av valúrsliti- num hesaferð: - Um hetta var løgtings- val, so høvdu vit havt átta umboð á tingi, so stødan hjá flokkinum er ikki heilt út av lagi. - Nú mugu vit nýta hesa framgongd til at menna flokkin innanhýsis og ar- beiða fyri at bera ein greið- ari boðskap út til veljarnar, sigur Marita Petersen, sum í hesum valskeiðnum fer at virka sum tingformaður. Dagny SS ST astella húsini klæðast? 7 - AIT PN Ís ti 74 ” J» immer åd Ft i á Á Vit gera alt 4; saa vanligt ð - . timburarbeidi 5 - einki ov lítið og einki ov stórt Trupulleikar av hurðum, vindeygum ella oðrum... — VIT KLÁRA NÆ KS TIMBURHUS Partafelag v/ Kåri Simonsen, Smærugøta 16, FR 100 Tórshavn, Tlf. 16187 Far tlf. 86187 Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 20. okt. 1994, kl.13.00 tvangsauktion, (AS 195/94) over matr. nr. 7 e, Leynar beliggende Leynar. Auktionen er begæret af advokat Frida Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940433) på vegne en pant og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 527 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 95 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 19.09.94 Henrik Engell Rhod dfm.