Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið | sostalurin ) Nr. 193— 11. OKTOBER "994 Síða5 Í Noregi verða javnstødu- mál hildin at vera líka so virðismikil, sum øll onnur mál í samfelagnum Javnstødunevndin verður tíkin vid í ráðum, tá størv skulu setast, og hon skal síggja til, atcins nógv konu- fólk og mannfólk verða inn- stillad til størv. Har maður og kvinna hava eins góðar fortreytir at røkja eitt starv, skalkvinnan takast fram um mannin. - Bert í teimum førum, har yvirvág eru av konufólkum á arbeiðsplássinum, skulu mannfólk takast fram um konufólk. Hetta kunnu vera størv á stovnum, í bamagardi og aðrastaðni, har tað er ein fyrimunur at fáa mannfólk sett í størv, sigur Unni Evang, for- maður í Javnstødunevndini í Stavanger, sum í løtuni er í Føroyum og heldur skeið, saman við Øyvind Aas, skrivara í nevndini. Skeidleidari innan Arbeiderpartiet Unni Evang er kommunu- stýrislimur í Stavanger, limur í Arbeiderpartict, og i landsstjórnini fyri flokkin. Dagliga yrkið er at virka sum kunningarleiðari í Stat- ens Vejvæsen. - Eg haldi tað vera ógvu- liga umráðandi at arbeiða á nógvum ymsum økjum, tå tú hevur vid javnsstødu- spurningar at gera, sigur Unni Evang. Unni Evang hevur eisini í nógv ár verið skeiðleiðari innan Arbeiderpartiet, sum var ein av flokkunum i Noregi, ið tók leiklutin hjá kvinnunum í samfelagnum upp til viðgerðar. Hon fór sjálv á kvinnuskeið, har endamálið var at læra kvinnur at føra seg fram á fundum og aðrastaðni, har samfelagsmál verða um- rødd. - Tað var ein kvinnubólk- ur í Arbeiderpartiet, sum fór undir at skipa fyri slíkum skeiðvirksemi í sjeytiåru- num. Hesi skeið verða framhaldandi hildin og víð- kað, so hvørt sum tidirnar broytast. Tað er tó ikki bert innan Arbeiderpartiet, at hesi skeið verða hildin, eis- ini fakfeløg og onnur feløg eins og aðrir flokkar brúka hetta skeiðtilfar, sigur Unni Evang. Sar nýtt fleiri londum - Vit hava gjøgnum árini gjørt skeidtilfar, sum hevur verið ógvuliga væl umtókt. Umframt at skeidtilfarid nú er umsett til føroysk, so er tað eisini umsett og brúkt í Polen, Tjekkoslovakia og í Estlandi. - Tað er einki ivamål, at hesi skeið hava havt stóran týdning fyri menningina av kvinnum í Noregi. - Í dag eru nógvar av okk- um, sum vóru við í byrjanini, virknar politikar- Arbeidssetningurin hjá Javnstødunevndini í Stavanger: Eins nógvar kvinnur og menn í arheiði — Javnstødunevndini i Stavanger hevur sett sær sum mál, at ar- beiða fram móti at fáa eins nógvar kvinnur og menn á arbeiðs- plássunum. Málið skal verða rokkið í 1997, sigur Unni Evang, sum í vikuskiftinum helt skeið fyri javnaðarkvinnur í Føroyum Unni Evang formaður í Javnstødunevndini í Stavanger og Øyvind Aas, skrivari í nevnbdini eru í hesum døgum í Føroyum og halda skeið um javnstødumål. Tað er kvinnubólkurin í javnaðarflokkinum, sum hevur fingið vitjanina í lag, og gestirnir hava eisini hildið skeið fyri umboðum í Tórshavnar og Vestmanna kommunum, umframt fyri føroysku Javnstødunevndini ar, bæði í kommunustýrum og í Stórtinginum. - Tað hevur týdning fyri alt samfelagið, at kvinnur fáa innlit í øllum samfelags- málum. Vitkunnu ikki góð- taka eitt samfelag, har bert helmingurin av fólkinum hevur ávirkan á tær avgerð- ir, sum eru galdandi fyri all- ar borgararnar í landinum. - Eitt vandamál í hesum tíðum, nú arbeiðsloysið ger um seg, er vandin fyri, at kvinnan sum arbeiðsmegi verður flokkað í fakbólk, ið bert fær tað strævnasta og minst áhugaverða arbeiðið. Kvinnur við småbørnum - Annar bólkur, sum kann verða gjørdur mismunur ímóti, eru kvinnur við smá- børnum. Tað verður altíð sagt, at júst hesar kvinnur ikki rækja síu arbeiði til fulnar. Tær eru burtur úr arbeiðið í tíð og ótíð, eitt nú ti tey smáu eru sjúk 0.s.fr. - Ein kanning er gjørd í Noreg, har tað er prógvað, at kvinnur við småbørnum als ikki hava stórri fråveru úr arbeiði enn aðrir starvs- bólkar. - Hinvegin, so vísir kann- ingin, at einsamallar kvinn- ur, sum ikk eiga børn, hava stórri fráverutal úr arbeiði enn kvinnur við småbørn- um, og fyri tann skyld eru eisini einligir menn ein starvsbólkur, sum er meira burtur úr arbeiði enn kvinn- ur við småbørnum, sigur Unni Egevang. Øyvind Aas, skrivari í Javnstødunevndini, starvst í almennu umsitingini í Sta- vanger, har hann er starvs- fólkaleiðari. Hann arbeiðir í hesum sambandi eisini við javnstødumålum á arbeiðs- plássinum, eins og hann roynir at fáa javnstødumål tikin upp innan skúlagátt, í ítróttarfeløgum og Øðrum felagsskapum. Ikki steði í familjuni - Arbeiðsplássið er íkki skipað eftir, hvønn tørv fólk hava eftir arbeiðstíð. Í veru- leikanum letur arbeiðsgev- arineyguni aftur fyri, at fólk hava familjur og ti eisini aðrar uppgåvur i samfelag- num at røkja, enn bert arbeidi. - Hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn. Hinvegin, so hevur maðurin altíð havt kvinnuna sum hjálpara í heiminum. Tá kvinnan eisini er farin út at arbeiða, hevur hon bert fingið dupult arbeiði, meðan maðurin burturav hevur havt stundir og yvirskot til útíarbeiði. Arbeidsgavarin tekur tað sum eina sjálvfylgju, at maðurin ikki hevur nannað at hugsa um. - Spurningurin er, hvønn tørv fólk hava í gerand- isdagnum - eisini uttan fyri arbeiðstíð. Tað er eisini ein spurningur, hverja orku fólk hava at taka lut í sam- felagsmálum eftir arbeiðs- tid, sigur Øyvind Aas. i Ikki bert javnasteða Hann heldur, at framtíðar arbeiðið hjá javnstødu- nevndini er ikki bert at skapa javnstødu á arbeiðs- plássinum, men meira at skapa kvinnum og monnum betur arbeiðskor, og at hav- ast skal í huga, at lívið er annað enn arbeiði. - Vit hava ti sett okkum fyri at taka mannin við í ráð- um, tátað snýr seg um trygd og trivna hjá familjuni sum heild. - Maðurin skal eisini hava umsorgan fyri børnunum. Hann hevur møguleika at fáa farloyvi í ein mánaða, tá konan hevur átt. Hetta verð- ur gjørt fyri at hann frá fyrstuni skal fáa tætt tilknýti ul barnið, og hervið læra at hava eins stóra ábyrgd fyri tí, sum mamman hevur. I Noreg eru kvinnurnar komnar lagt, tó at Javnstød- unevndin heldur, at enn er langt á mál. Í kommunu- stýrum eru 30% kvinnur, og í Stórtinginum eiga Ld. kvinnurnar 45% av ting- sessunum hjá Arbeiderpar- tiet. Orð: Dagny Mynd: Kalmar ARBEIÐI SØKIST 17 åra gamal drong- ur, ið varð liðugur vid 10. flokk í summar, sekir arbeiði í Tórs- havn skjótast gjør- ligt. Tlf. 11820, lokal 17 Føroyskt dansitiltak i Keypmannahavn Leygarkveldið 15. okt. verður stórt dansitiltak í >Medborgerhuset< Gimle, sum liggur í Thorshavnsgade 21, millum Longubrúgv og Hotel Skandinavia, á Amager í Keypmanna- havn. Eyðun á Vinmenn spæla til dans. Í bólkin- um eru Eyðun Nolsøe, sang og guitar, Eyðun Hansen, guitar, Jón Mc Birnie, bass, Magnus Johannesen, keyboard, og Jónleif Rasmussen, trummur. Orsøkin til, at farið verður í Gimle er tann, at tað er sera trupult at skipa fyri nøkrum í Før- oyahúsinum í løtuni, ti grannamir hava klagað so ofta um gang, og ti er trupult yvirhøvur at fáa neyðugt loyvi frå løg- regluni at skipa fyri dansi har. Mcdan Feroyahúsið hevur pláss fyri 250 fólkum, sleppa yvir 400 í Gimle. Eisini hetta tal- ar fyri at fara har út.