týsdagur 11. oktober 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CI Nr. 193- 11. OKTOBER 1994 Síða7
Øll vórðu boðin við
Ein heilur flokkur á Føroya Handilsskúla er farin á oljurådstevnu
í Aberdeen
Lagið var gott á teimum, tá tey fríggjadagin fóru umborð á Smyril. Øll við fløggum, ti tey ætla sær at biðja føroyska
På x?
Pr
; +
FS
Få.
landsligid koyra å i dystinum i Glasgow (Mynd: Kalmar)
Millum tey mongu fólkini,
sum frígjadagin fóru til Ab-
erdeen við Smyrli, var ein
flokkur á Føroya Handils-
skúla, 2. HHa, og við lær-
aranum Klæmint Olsen
vóru tey 16 í tali.
Ætlanin var, at tveir næm-
ingar í flokkinum skuldu
fara á oljuráðstevnuna, men
so kom telefax frá Robert
Gordons University, atallur
flokkurin var vælkomin
vid,og tey skuldu bara rinda
luttøkugjald fyri tvey.
Hetta var eitt 6ført ulbod,
og flokkurin hevur í sein-
astuni gjørt stórt arbeiði fyri
at útvega pening til ferðina,
sum tey gjalda sjálv. Tað
eydnaðist teimum eisini at
skava heilt fitt saman við at
an
ke 7 *
hava bingo, køkutombola,
loppumarknað og selja luta-
seðlar.
2. HHa kemur ikki heim
aftur fyrr enn 23. oktober.
Tey hava fingið avtalu við
oljufeløg og onnur í olju-
vinnuni, tí endamál teirra
við at fara til Skotlands nú
er at seta seg inn í spurn-
ingar í sambandi við olju-
vinnuna. Tey hava fyrireik-
að seg væl til ferðina.
Tá tey nú kortini fara til
Skotlands, ætla tey 16 sær
eisini til Glasgow at síggja
landsdystin hjá føroying-
um.
randi
Færri koyra full í Havn
Seinastu árini hevur politiið
kring landið gjørt sítt ítarsta
fyri at steðga rúsdrekka-
koyring og taka tey, sum
koyra við kenning.
Tað sigur seg sjålvt, at
fleiri bilar verða steðgaðir í
Havn enn aðrastaðni, ti
politistødin í Havn er betur
mannað, og ferdslupolitiid
hevur eisini høvudssæti í
Havn, sjálvt um teir javnan
ferðast kring landið,
Suni Vinther, stóðleiðari í
Havn, heldur, at hetta ar-
beiðið hevur borið frukt, í
hvussu er í Havn, tí sjálvt
um fleiri bilar verða kann-
aðir, er tað ikki meira enn
tað hendir seg, at nakar
ávirkaður bilfgrari verður
tíkin í hevuðsstaðnum.
- Fólk eru vorðin greið
yvir, at poliud kann vera úti
á vegunum, nær tað skal
vera á degnum, og tí tora tey
ikki at koyra við kenning,
sigur Suni Vinther, sum
heldur, at stødan ikki er so
góð allastaðni í landinum.
Í Havn varð eingin ávirk-
aður bilførari tíkin hetta
vikuskiftid. Nakrir åvirk-
aðir bilførarar eru tiknir
aðrastaðni í landinum, Ld.
varð ein steðgaður fríggja-
kvøldid við Nordskåla av
ferðslupolitinum.
- Fyri tað um farið er um
vanliga arbeiðstíð, kann
eingin kenna seg tryggan, at
hann ikki kann verða steðg-
aður av politinum, sigur
Suni Vinther.
Ein 17 ára gamal drongur
á Tvøroyri fær kanska ikki
koyrikort, um hann ætlar at
taka tað, tá hann hevur aldur
til tess.
Leygarnáttina steðgaði
politiið í Suðuroynni einum
bili í Øravikarlid. Politist-
arnir hildu, at bilurin koyrði
íkki heilt beint, so teir
steðgaðu honum. Bilførarin
var bara 17 ára gamal og
hevði ti einki koyrikort.
Haraftrat var hann fullur, og
bilin, hevði hann stolið.
Bilurin hevði staðið ólæstur
við lyklunum í.
randi
Suni Vinther heldur, at rúsdrekkakoyringin i og við høv-
udsstadin er minkad. (Arkivmynd)
Randi Jacobsen,
blaðkvinna,
skrivar:
Summarið fór, og í staðin fyri heystarveður fingu vit í
nakrar dagar vetur við kava og hálum vegum. Hetta
hevði vid sær, at vit fingu tað næstan árliga ordaskiftid,
um tað er rætt, at hvorki bilar ella bussar mugu nýta
píkadekk, fyrr enn farið er um hálvan oktober. Orða-
skiftið steðgaði tó beinanvegin aftur, tå tað gjørdist
lýggjari.
Nú er í hvussu er heyst, og fjøllini verða gingin. Hesa
vikuna hava skúlarnir heystfrí, og skúlanæmingarnir
hava tí møguleikan at fara við á fjall og at fletta. Summi
foreldur goymdu sær eina fríviku í summar fyri atkunna
vera meira saman við børnum sínum ella eisini fyri
fjallið og flettingina.
Men tað eru ikki øll, sum duga at brúka sina fritid, og
Sjónvarp Føroya man halda, at børnini - og lærarar -
keða seg í heystferiuni, tí hesa vikuna verður sent hvort
kvold í vikuni.
Ójavnter, hvørja tíð vit hava at ráða yvir. Nógv arbeiðs-
leys keða seg tað mesta av degnum, og ungdóms-
arbeiðsloysið verður ofta umrøtt sum, at ungdómurin
einki hevur at fara upp til.
Tey, sum hava arbeiði, ráða ikki sjálv fyri, hvussu
dagurin verður brúktur. Tey hava bara kvøldini og
vikuskiftini til sín sjálvs, og hjá nógvum stendur á at fáa
tað burturúr, sum tey hava seu sær fyri. Smábarna-
familjurnar hava lítið annað tíð til enn at gera mat, vaska
og sova. Tey hava ikki stundir til at keða seg. Onnur,
sum hava nógva tíð til sín sjålvs, keda seg ongantíð, ti
tey liva soleiðis, at altid er okkurt at taka hondina í. Tey
krevja ikki undirhald.
Fyri nøkrum árum síðan var tað ein sjålvfylgja fyri
mong okkara, at vit fóru av landinum hvørt summar. Vit
hildu hetta vera neyðugt fyri at koma igjøgnum næsta
veturin, men nú kunnu tey fægstu loyva sær at brúka
pengar til at fara hagar, sólin oftari skínur.
Eg má vidganga, at tá vit fyri nøkrum árum síðan av
álvaraskuldu til at spara, helteg tað svárasta vera ikki at
sleppa burtur - nógv verri enn ikki at kunna loyva sær
nakað í tí dagliga.
Men tíbetur eru vit soleiðis háttað, at vit duga at laga
okkum eftir umstødunum, og sjålvt um mær altíð hevur
dámaðog framvegis dámar væl at ferðast, helt eg tað í ár
ikki vera nakra ólukku at verða heima.
Og ikki taki eg munnin ov fullan, táeg sigi, at hetta var
fyri meg eitt tað besta summarið í nógv ár.
Tað var vælsignað í nakrar vikur at sleppa frá at skeita
eftir klokkuni og at leggja líka lag í álmanakkan. Ein-
astu ferðirnar klokkan hevði nakran tydning, var tá eg
skuldi við onkrum strandfaraskipi, og hvorki útvarps-
ella sjónvarpstíðindini sluppu at stýra tilveruni í summ-
Eg havi varhugan av, at fleiri enn eg á henda hátt hava
havt eitt ríkt summar og hava fingið eyga fyri øðrum
virðum enn teimum, sum verða umsett í pengum. Hygg
bara eftir, hvussu nógv fólk hava hampað og plantað
uttan um húsini í summar.
Tað er ein mentan í sær sjálvum at vera uttandura, og
møguleikamir eru nógvir, um tú so málar, grevur í
moldini og plantar, slær gras, fer í hagan, í grind ella á
flot. Veðrið nýtist ikki hava nakran tydning, hevur tú
ikki hoyggið at hugsa um, ti tað ber altíð til at lata seg í
eftir veðrinum. Vit kunnu ikki vænta, at sólin skinur, tí
vit hava okkara egna veðurlag, og sum ein skilakona
segði einaferð: her eiga fólkini at vera hvít.
Summarið er sjálvandi besta árstíðin at vera úti, men
heystið kann eisini brúkast til at njóta tilveruna uttan-
dura, eins og nógv er at takast við innandura, og tá er
einki sum eitur at keða seg.
.. —... .