Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 193 — 11. OKTOBER 1994 Sjónarmið Hvat vilja Ígroyingar vid Førovum? Jógvan Mørkøre, samfe- lagsfrødingur, sigur í Sosialinum hósdagin 29. sept., at nú má Nyrup gera upp við seg sjálvan, hvat hann og danir vilja við Føroyum. Eg haldi, at tað er meira umráðandi, at før- oyingar gera upp við seg sjálvar: — Hvat vilja vit sjålvir við Føroyum? Nógv varð sagt i val- stridnum f summar um nyhugsan, at leggja burt gamalt klandur, at taka annad skinn um bak, osfr. Men er nakad veru- ligt komið burturúr? Tað má sigast, at valið vísu, at nógv fólk vildu royna nakað nýtt. Men hóast hetta, so bleiv tað samlaða úrslitið so gruggut, at samráðingar nar um at gera nýtt lands- stýri tóku meira enn tveir mánaðar, tí fólkaflokkur- in spældi hund. Fólk fóru at spyrja aftur: — Hvat gongur av teimum? Verkamannafylkingin kann hugsast at fara at geva politiska lívinum ein nýggjan stíl. Men henda fylking er ikki komin inn á pallin til ein annan og lættari gerand- isdag. Samfelagsligi og politiski veruleikin er hin sami. Trupulleikarnir teir somu, bert skuldin og flytingin eru ikki sum fyrr, hesi tøl versna al- samt. Tí undrar tað meg, at Jógvan sigur, at vil fylk- ingin varðveita reinar hendur, er beinleiðis lívs- vandamikið at fara inn í tílíkar tingingar og gera neyðsemjur (citat). Er Fylkingin farin í Lands- stýrið í teirri trúgv, at teir kunnu arbeiða har í fýra ár uttan nakrar neyðsemj- ur (kompromissir), so er okkurt galið. Eg trúgvi lítið uppá, at Óli landsstýrismaður hugsar so. Hann, sum ongantíð hevur verið veruleikafjarur, hevur sum oftast funnið prak- tiskar loysnir, har hann hevur arbeitt. Tað ljóðar sum Jógvan heldur, at Nyrup við dekret kann siga, at nú skal vælferðarsamfelagið í Føroyum avtakast. Ella, nú skal livifóturin í Før- oyum vera tann sami sum í Danmark. Hetta man vera rættiliga fjart frá realitetunum. Føroyingar noyðast sjálvir at skapa sítt væl- ferðarsamfelag, og higar- til hevur mestsum øll týð- andi lóggevingin á hesum øki verið føroysk. Men eitt, sum hevur styðjað tær føroysku royndirnar at liva í einum vælferð- arsamfelagi, hevur hesi seinnu árini verið blokk- urin. Ikki fiskablokkurin, men blokktilskotið. Ein milliard, pristalsreguler- að, føroyingum at ráða yvir. Hetta hevur higartil verið tann mest stabili økonomiski faktorin í føroyska vælferðarsam- felagum. Jógvan heldur eisini, at um Nyrup sigur nei til eitt føroyskt vælferðar- samfelag (kann hann tað, og hvat vil tað siga???), so fer spurningurin um samband og sjålvstyri at taka seg upp aftur. Eg rokni við, (og skal henda málbering hava nakra meining), at Jógvan hugsar soleiðis, at tað er spurningurin um loysing, sum fer at koma fram aft- ur. Men kanska fari eg skeivur. Loysing? Er ikki tíðin komin til at besinna seg??? Loysing avskaffar ikki uttanlandsskuldina, ar- beiðsloysið, burturflyt- ingina, kommunuskuld- ina, húsaskuldina og atlar tvangsauktiónirnar. Loys- ing endurreisir ikki fiska- stovnarnar, hon gevur ikki fleiri góðskaðar vør- ur, gevur ikki føroying- um betri prís á heims- marknaðinum fyri fiskin ella ger føroyingar til drivnar handilsmenn. Loysing gevur ikki lægri rentu ella stórri kreditt- trúvirði í útheiminum. Tvertur ímóti. Blokk- studulin fer nokk ikki at hækka vid loysing, og eingin annar fer at geva føroyingum nakad sum likist blokkstudli. Hvat hava føroyingar lært av kreppuni? Hava teir, sum brúka munn (politikarar) veru- liga lært nakað? Eru nøkur sjónarmið, sum vístu seg at vera hvorvisjónir, blakað fyri borð, ella liggja hesar órealistisku ideologiir á goymslu í onkrum hálv- tómum plátufrystara, klárar at tiðna upp, tá »betri« tíðir koma? Politikkur er ikki bert at brúka munn, mangan loysir tað seg at halda munn. Tíðin man vera komin til at besinna seg, og at taka veruleikan til eftir- tektar. Føroyar eru ikki heimsins nalvi. Føroying- ar eru ikki (næstan) heimsmeistarar í fótbólti ella nøkrum ødrum. Før- oyingar framleiða ikki heimsins bestu fiskavøru. Føroyingar eru hvorki størstir, sterkastir, blíð- astir, klókastir, kvikastir, mest vitandi, harðast ar- beiðandi, bestu sjómenn, størstu kempur, mest genialir, mest skapandi. Men — kanska kunnu føroyingar sigast at spæla í fyrstu división, har tað ræður um at vinna skuld- arreyvasteypin, har tað snýr seg um vánaligt veð- urlag, idiotiska bilkoyr- ing og heimsins mest mishåttu gongugøtu. Føroyingar eru vanlig fólk. Landið er pinkulítið, búskapurin er sera »smalur« og ógvuliga viðbrekin, tað duga øll saktans at síggja við ein- um eyga í dag. Hetta er ikki bert nakað, sum skal sigast og takast upp aftur í heilum av politikarum og øðrum. Hetta skal veruliga >erkennast<! Møguleikin at skapa nýggjar vinnugreinir av týdningi er so avgjørt av- markaður. Royndirnar hava higartil ikki verið serliga positivar. So kalt og kynist má tað sigast. Dreymahugsanin frá 80'unum, at føroyingar vóru nøkur »finn-uppå- menniskju« av serligum kalibri, var sjålvandi følsk ideologi. Sidani kriggid hevur Danmark ikki sett fót fyfi. Heldur hin vegin kundi verið sagt, at danir kanska onkuntíð áttu at steðga onkrum føroysk- um ørvitis-projekti. Kanska áttu statsministar- in og hansara menn at tikid til orðanna, tá ið Ráðgevandi Nevndin vísti á, at tann førdi politikk- urin førdi beint út á blám- an. — Tað var politiskur meiriluti fyri tí — siga teir, sum førdu orðið í 80'unum. Kanska verður onkun- tíð eisini politiskur meiri- luti fyri at avtaka tyngdi- kraftina, ella at innføra tað góða, gamla geo- centriska sólsystemið aftur. Men sovorðin tung mál fara nokk at krevja kvalificeraðan meiriluta. Jógvan endar grein sína við hesum orðum: — Fyrst av ollum mugu danir gera upp við seg sjálvar, hvat teir vilja við Foroyum —. Hví tað? Hví er hetta: fyrst av øllum? Hvat væntar Jógvan av hesi uppgerð? Hvat skulu føroyingar sjálvir gera, meðan teir bíða eftir at danir gera upp? Rolf Guttesen 5. oktober 1994 Tíði ri Nú kveldini gerast myrk og long fer før- oyski dansurin aftur í ring. Felagið Tøkum Lætt, ið varð stovnað fyri einum ári síðani, bjóðar øllum áhugað- um at vera við. Mál- bólkurin hjá felagnum er serliga tey, sum ikki hava dansað so nógv føroyskan dans, men sum hava hug til tad. Fólk nýtast einki at duga frammanundan. Í felag verður avtalað, hvat skal lærast, og nógv av tí lætta verður 2 Tíðindablaðið CL Lættur føroyskur dansur havt á gólvi hvørt dansi- kveld. (Harav navnið á felagnum). Miðað verður eftir, at skráin verður so fjøltáttað sum møguligt við styttri vís- um og tættum, umframt teimum longru kvæð- unum. Tiltakið er so- leiðis eisini nakað fyri tey meira royndu. Dans- að verður annaðhvort sunnukvøld kl. 20 í Hornahúsinum í Havn. Áhugað kunnu koma nú sunnukvøldid tann 9.okt. Ossur av Steinum vann kapping Urslitid av ritgerða-/ savningarkappingini >Nótakast<, sum Fróð- skaparsetrid lýsti í skránni 1992/93 gjørd- ist, at virdislønir nú eru lathar soleiðis: I. virðislón uppá 3.000 kr. fekk Ossur av Steinum, Kollafirði. 2. virdisløn uppá 1.000 kr. hvør fingu Jåkup Pauli Nielsen, Vági, Jákup Olsen, Sandvík, og Egon Han- sen, Tórshavn. Hinir innsendararnir fingu bókagávu fyri lut- tøkuna. Sene ben — Sene 1.000.000 kr 8117 7148 æde nm — Sene — ideen 8170 7855 8454 7108 8177 7543 8528 7882 8231 7182 8567 7984 8270 7349 8591 7415 8307 7429 8644 7539 8474 7777 8665 7237 8481 7037 8665 7286 8517 7020 8671 7889 8611 7891 8676 7880 8688 702! 8695 7547 8711 7441 8719 7447 8736 7646 8742 7022 8743 7907 8766 7845 8775 7417 8807 7253 8826 7400 8834 7259 8841 7149 8851 7440 8890 7852 8948 7730 8952 7880 8966 7519 8974 7158 8984 7551 500.000 kr 8465 7966 250.000 kr. 8848 7784 100.000 kr. 8662 7089 8972 7548 8977 7516 50.000 kr. 8130 7760 8275 7480 8626 7309 8906 7743 25.000 kr. 8018 7525 8132 7388 8134 7623 8265 7883 8423 7578 8575 7747 8643 7384 8673 7478 8800 7002 8993 7638 10.000 kr. 8147 7518 8619 7451 8680 7754 8686 7233 8693 7277 8729 7185 8774 7619 8857 7093 8943 7615 8951 7323 8971 7871 5.000 kr. 8058 7672 8083 7598 8159 7146 8163 7135 8206 7054 8251 7127 8286 7295 8298 7120 8356 7411 8365 7680 8380 7335 1.000 kr. 8014 7368 Limir í démsnevnd- ini, ið metti avrikini, vóru D. J. Bærentsen, fv. landsdjóralækni, Jákup Reinert, fiski- frødingur, og Jóan Pauli Joensen, rektari, og teir mettu alt tilfarið, sum innkomið er, sera á- hugavert. Fróðskaparsetrið hev- ur í skránni 1993-94 lýst við ritgerða-/savn- ingarkapping við heit- inum >Fiskarnir og nøvn teirra« og í skránni 1994-95 ber kappingin heitið >Jarðir og jarða- novn<. | STATENS PRÆMIEOBLIGATIONSLÁN 1977/02 5. AFDELING Orange obligationer med serienumre 8001-9000 og løbenumre 7001-8000 inci 34. trækning oktober 1994 Følgende præmier er udtrukket PT dene — be Sene br 8038 7494 8363 7756 8666 7901 8064 7772 8382 7178 8669 7934 8075 7558 8384 7881! 8690 758! 8095 7129 8695 7887 8097 7446 8699 7397 8099 7718 8102 7586 8131 7131 8135 7173 8143 7776 8149 7842 8162 7737 8163 7594 8174 7572 8179 7928 8189 7128 8195 7169 8223 7390 8239 7259 8239 7708 8247 7327 8250 7312 8254 7566 8286 7523 8303 7937 8308 7922 8310 7394 8322 7091 8334 7563 8339 7046 8343 7241 8347? 7734 8362 7596 8393 7765 8397 7738 8400 7101 8405 7723 8407 7186 8411 7582 8429 7579 8430 7715 8437 7233 8461 7576 8468 7327 8471 7702 8473 7752 8703 701! 8714 7282 8725 7279 8739 7390 8762 7843 8765 7336 8776 7886 8785 7328 8821 7902 8840 7208 8850 7277 8897 7712 8907 7378 8915 7613 8917 7531 8918 701! 8926 7121 8934 7197 8935 7113 8935 7962 8935 7978 8938 7971 8961 7043 8966 7973 8968 7029 8973 7762 8998 7433 8999 7811 8482 7828 8489 7478 8493 7788 B494 7711 8498 7451 8521 7056 8523 7736 8567 7016 8577 7322 8582 7930 8586 7372 8596 8000 8599 7355 8610 7421 8628 7802 8647 7142 8647 7583 500 kr. Alle obigationer med iøbenr 7421 eller løbenr 7443 uanset senenr Numrene på ikke indieste præmier tra de seneste fem trækninger vil, ligesom sam!- hge ovenstående numre. blive optørt í den officielle trækmngsisste. som kan købes tor 3,50 kr. í bladudsaigene Trækningsiisten vil igge hí eftersyn på alie posthuse Præmieudbetalingen finder stød í Danmarks Nationalbank og udvalgte posthuse fra d. 12. október d.å. Trækningsi:ster kan jeveres på datadærende me- der ved henvendelse til DATA-SATS informatik A/S tit 4252 2100 Å f F Kongeriget Danmarks Hypotekbank Á B. og Finansforvaltning Á Landgreven 4. 1301 København K. Teleton 33 92 80 00