týsdagur 18. oktober 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ) Nr. 198 — 18. OKTOBER 1994 Síða 11
anum kom, dugdi cin stórur
partur ikki tvey orð á ensk-
um, og uppaftur fleiri
høvdu ikki koyrikort.
- Neyðugt var tí ofta at
nýta hugflogið fyri at fáa
arbeiðið at ganga, sigur Jón,
sum leggur dent á, at uttan
mun tl, hvaðani arbeiðs-
felagarnir vóru, vóru allir
líka fyrikomandi.
Politistarnir, sum Jón
arbeiddi saman við vóru úr
skandinavísku londunum,
Írlandi, Kanada, Portugal,
Jordan, Tunesiu, Bangla-
desh, Nigeria, Kenya, Ne-
pal, Polen, Russlandi og Co-
lombia. Fleiri teirra høvdu
aldrin áður sæð hentleikar,
sum eru vanligir hjá okkum,
sigur Jón og sigur søguna
um ein politist, sum íkki
dugdi at brúka kaffi-
maskinuna, men í staðin
mundi beint fyri henni við at
koyra mjólk og sukur í hana.
Tað hendi eisini eina ferð-
ina, at nakrir politistar úr
einum menningarlandi
blivu sjúkir, ti teir høvdu
drukkið vatn, sum var
pumpað upp við sama bili,
sum klokkaimar vórðu
tømdar við.
Einki mein
Jón slapp undan nakrari
sjúku td. at mati, og hann
fekk heldur ongantíð nakað
mein.
Men tað vóru teir starvs-
felagarnir, sum ikki sluppu
lika væl, ti vandarnir vóru
nógvir. Serliga vandamikið
var, tá teir vóru við hermót-
ið. Har var ein fridargeiri,
men sniðskjúttar frá báðum
síðum vóru inni á hesum
øki, sum torført var at rudda
fyri slíkar, ti har var skógar-
og fjallalendi. Og minur
lógu allastaðni. Stutt eftir at
Jón var komin hagar, hendu
minuvanlukkur hvønn dag,
og tær raktu mest kanadi-
arar. Tað var lítið tespiligt.
- Vit vístu eisini, at snið-
skjúttarar vóru har, so tað
ráddi um at koyra skjótt
igjøgnum.
Yvirfalnir
Ferð eftir ferð hendi tað, at
bilar við ncydsyn,arvørum
vórðu tiknir. Menninir í
bilinum vórðu hóttir við
byrsu, og so var bara bein-
anvegin at geva teimum
lyklarnar. Onkur upplivdi at
verða bukaður, aðrir vórðu
bundnir niður og fingu ikki
boðað frá. Bara eina viku
upplivdi Jón, at sjey ilar hjá
teimum vórðu rændir. Tað
var altíð mafían, sum stóð
aftan fyri
Politiið arbeiddi saman
við ST- herdeildunum, og í
herliðnum, sum Jón ar-
beiddi saman við, vóru
1200 jordanar, og fáir teirra
dugdu enskt.
Jón letur illa at, hvussu
fólkini hava tað. Tey vóru
blíð við politistarnar í allar
mátar, og ein trygd fyri
politistarnar var, at øll vistu,
at teir vóru vápnaleysir.
Hinvegin kendu teir seg
sjálvir ikki altid líka trygg-
ar. Tá teir komu heim,
kundi onkur finna uppá at
senda eina salvu beint uppí
luftina - líkasum fyri at
royna teir. Tað vandist Jón
við. Men tað var óhugna-
ligt, tí tað vísti, at nógv av
fólkinum var heilt oyðilagt
av krignum, gingu bara runt
førviti og full í nervum.
Einasti føroyingur
Jón er einasti føroyingur,
sum higartil hevur verið í
ST-politinum í fyrrverandi
Jugoslaviu, men nógvir
føroyingar eru har sum ST-
hermenn.
- Danska luttøkan í hesum
ST-arbeiðinum er góð re-
klama fyri Danmark, ti
donsku herdeildimar hava
so gott orð á sær, av tí at teir
duga sítt arbeiði og hava
gott disciplin. Tað var fyri
meg stuttligt at koma út og
meta fólki, sum høvdu ar-
beitt saman við føroying-
um, og teir róstu hesum før-
oyimgunum, sum eru í
donsku herdeildunum
Krevur styrki
Tað eru ikki øll, sum hava
styrki ul at gera slíkt
arbeiði, sum Jón hevur
verið við til.
- Tað var sera einfalt at
finna útav. Tá triggjar vikur
vóru farnar, skuldu vit gera
okkum greitt, um vit hildu
okkum til at halda fram ella
ikki. Einki kanska, tí tann,
sum ikki kendi seg heilt
tryggan men helt kortini,
oyðilegði seg sjálvan. Tað
vóru nøkur dómi um, sigur
Jón.
Góður lærdómur
Hetta hevur verið ein
ótrúlig uppliving. Eitt tað
besta nú aftaná er at hava
lært at fáa eyga á virðum,
sum vit annars ikki geva so
nógv gætur í dagliga lívi
okkara her. Sjálvandi skulu
til ikki sláa okkum til tols,
við alt, tí vit eru spard fyri
kriggj og hungur. Vit hava
aðrar trupulleikar, men vit
skulu læra okkum at vera
fegin um, at stødan her ikki
er sum í fyrrverandi Jugo-
slaviu, sigur Jón.
randi
Summar var næstan alla tíðina, meðan Jón var í fyrrverandi Jugoslaviu, tí summarið
byrjar longu í april. Hitin sníkti seg í summar nakrar dagar upp á 51 hitastig. Nú byrjar
veturin hjá teimum
Frøin var stór stór, tá fólkini høvdu fingið vørurnar, tey høvdu bíðað so leingi eftir. Mitt í
allari neyðini bar onkuntíð til at hugna sær sum her saman við tulki og serbiska politinum
Borðreitt vartd antion við grillaðari geit ella lambi
% á í > Í a: & +
Fx * bd Á A >
Þú“ á ja» » + P Kø Ko
SE 0 EI TILLPOS:58 FRI ENI sú
Sumt arbeiði var lítið tespiligt, sum t.d. at grava upp lík og finna fram til, hvør maðurin ella
konan var. Kríggj oyðileggur fólk. Jón upplivdu einaferð, at teir skuldu uppspora trý fólk,
sum vóru hor vin. Tíðindi søgdu, at tey vóru innibrunnin. So var, segði eitt vitni, men eingin
hevði roynt at hjálpa teimum út, tí serbar og kroatar eru nú fíggindar og hjálpa ikki
hvórjum øðrum
BILLUTIR!
Vit hava víðkað okk;-» í útboð av eykalutum | fram
til bilar og hava nú fluiri útstoyt enn nakran-
tíð á goymslu.
2
-
(14
=
1
Tað loysir seg altíð at handla við okkum.
Politiid í Havn hevur i
seinastuni hildið eyga
við ferðsluni í ljéskurv-
ununum.
Teir komu eftir, at alt
ov nógvir bílar ikki
halda reglumar við-
víkjandi gulum ljósi.
Nærkast tú eini ljós- |
kurv, og tað er gult ljós,
skalt tú steðga, og tá
ljósið skiftir frá reyð-
um, skalt tú ikki koyra
fram, fyrr enn tað hevur
skift frá gulum til grønt
Lívdin, Dj. í Geilsgøtu 1 Us
Onkur bilførari varð í
Opið er soleiðis: Mikukvøld frá kl. 20—23, triggja-
seinastui viku skriv-
kvøld og leygarkvøld frá kl. 19.00 til 01.00, og aður upp fyri at koyra
sunnukvøld frå kl. 19.00 til 23.00.
fram fyri gult.
Aldursmarkið er 16 år. |
p/f Esmar Simonsen |
KAMBSDALUR, Box 78, FR-530 Fuglafjørbur
Tlf. 44405, Fax. 44629
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin tysdag og friggja-
dag kl. 10—16. Tlf. 15816.
I