Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Allan Simonsen, landsliðsvenjari: Betri stundir til føroyingar Roknar við at koma til venjingar og at skipa fyri venjingarlegu Tå vit høvdu Allan Simon- sen i telefonini gjåramorg- unin, hevði hann tosað vid nógvar tíðindamenn, síðani tað fríggjadagin varð al- mannakunnugt, at hann var farin í farloyvi frå venjara- starvinum í Vejle. Arsins fótbóltsleikari í Europa í 1977 er framvegis eitt stórt navn, ikki minst í Týsklandi og Spania, har hann leikti sum yrkisleikari í eitt tíggju ára skeið. Í tíðindaskrivinum frá tbóltsambandi Føroya hava betri stundir at arb- eiða vid føroyska lands- liðnum. Hvussu fer hetta at koma til kennar? Tad er einki avgjørt ti viðvíkjandi. Tú skalt minn- ast til, at bara eitt vikuskifti er farið, síðani nýggja stød- an tók seg upp, so tað hava ikki verið stundir at arbeitt við nøkrum ætlanum, men tað fari eg undir nú. Ynskini Hvørji ynski hevur tú? Tað skal ikki vera nøkur loyra, at eg haldi tað hevði komið væl við, um vit vandu meiri saman, at vit fóru í venjingarlegu, og at vit skipaðu fyri onkrum venjingardysti. Eg rokni við at koma til Føroya, og eg kundi hugsa mær, at lands- liðið eisini kom niður higar. Allan Simonsen sigur seg vera nøgdan við tað, leikar- arnir vístu í Skotlandi, men hann ivast samstundis ikki i, at møguleikar eru fyri, at liðið kann gerast væl betur. Hverjar vónir hevur tú til dystin móti Finlandi? — Tá eg fyrr í summar sá Finland í venjingardysti tapa 1-0 í ítróttarparkini, helt eg teir vera eitt gott lið, og tað haldi eg framvegis, hóast teir taptu 4-0 í Grikka- landi. Tað úrslitið vísir kanska, at okkara úrslit móti grikkum var ikki heilt av leið. Hóast grikkar hava skifti nógv út, so hava teir framvegis eitt frálíkt lið, sigur Allan Simonsen. - Vit kunnu ikki síggja burtur frá, at fyritreytirnar hjá okkum at fáa gott úrslit í Finlandi gerast verri, tí landskappingin í Føroyum var so tíðliga liðug. Ti er tað so týdningarmikið, at vit venja nógv og leika onkran venjingardystin. -nn- Allan er nú leysur av Vejle Um vikuskiftið hevur nógu verið tos- að um nýggju farloyvisskipanina hjá landsliðsvenjaranum í Vejle Fríggjadagin klokkan 16.38 — tá vikuskiftisblaðið var um at vera liðugt prentað — kom telefaks frá Fótbólts- sambandinum, sum segði frá, at Allan Simonsen sama dag hevði gjørt av at fara í farloyvi frá starvinum sum venjari hjá Vejle Boldklub. Orsøkin segðist vera, at hann skuldi hava betri stundir til burtur av at taka sær av føroyska landsliðn- um. I donskum fjølmidlum hevur um vikuskiftid verið nógv tosad um nýggju far- loyvisskipanina. Tað er fyrsta ferðin, at venjari fer í farloyvi, og nú spyrja danir, um hetta er eitt nýtt skot á farloyvisbulinum, sum teir fara at hoyra eins nógy um og allar hinar farloyvisskip- animar. Teir hugsa tá um burðarfarloyvi, foreldrafar- loyvi og aðrar skipanir, sum eru komnar seinnu árini. Í fjølmidlunum er eingin ivi í, at farloyvið hjá Allan Simonsen er galdandi til sáttmálin millum hann og Vejle Boldklub rennur út um ársskiftið 1995/96. Tað vil við øðrum orðum siga, at ø 2 — 23 " 9 00 "one TOUR 0000: 206 2 & pa Fs jr * gg gi + Stjórin i Vejla, Eigil Jensen, segði sunnudagin í ítróttartíðindunum hjá Danmarks Radio, at stødan hjá Vejle er soleiðis í løtuni, at ein venjari krevst, sum ikki hevur annað at hugsa um enn Vejle. At Allan Simonsen ti er farin í farloyvi, gevur honum møguleika at taka sær meira av føroyska landsliðnum, ið um litlan mánað skal spæla EM-dyst móti Finlandi Allan Simonsen verður ikki venjari í Vejle aftur, og hann fær onga løn tað, sum er eftir av sáttmálatíðar- skeiðnum hjá honum í ein- um av kendastu feløgunum niðri gjøgnum tidimar. Kom óvart á Fyri einum mánað síðani vóru tíðindi í donsku fjøl- miðlunum um, at Allan Si- monsen skuldu leggja frá sær, men tá avsannaði ein avgjørdur stjóri í Vejle, Eigil Jensen, at nakað var í tíðindunum. Hann undir- strikaði, at teir høvdu stórt áliti á venjaranum. Tí kom tað óvart á, at Allan Simon- sen nú fór frá. Fjølmiðlarnir í Danmark halda, at orsøkin er tann, at stødan hjá Vejle í 1. deilder torfør, og at teir vóru noyddir at gera okkurt fyri at fáa ferð á í stríðnum at vinna sess í kvalliguni. Tað er í henni, at tvey tey vána ligastu liðini í superliguni og seks tey bestu liðini í 1. deild komandi vár fara at spæla um tvey pláss í super- liguni komandi heyst. Í Vejle hava teir ongantíð dult yvir, at teir halda seg hoyra til í bestu deildini, og teir hava verið ótolnir eftir at flyta upp. Í vár miseydn- aðist tað, men tá metti Allan Simonsen, at tilfarið ikki var nóg búgvið til bestu deildina. Fleiri av lyklaleik- arunum vóru skaddir, og royndirnar hjá hinum vóru ikki nóg dyggar til at teir kundu standa seg nóg væl. Stødan krevur nógv av venjaranum Í løtuni er stødan tann, at Vejle er á 5. plássi í 1. deild. Teir hava 14 stig, og teir eru tvey stig framman fyri 7. plássi, sum ikki ber pláss í kvaliguni við sær. Í Vejle kunnu teir hvorki ítróttar- liga ella fíggjarliga liva við, at felagið komandi vár skal leika í triðju rød. Næstseinasta vikuskifti spældi Vejle á útivelli 0-0 móti Jan Allan Miiller, Jens Erik Rasmussen og hinum í Horsens, og tað úrslitið vóru teir énøgdir við í Vejle. All- an Simonsen var mesta part- in av vikuni burtur við før- oyska landsliðnum, og á fundi fríggjadagin við Eigil Jensen var farloyvisskipan- in avgjørd. Eigil Jensen segði sunnu- dagin í ítróttartíðindunum hjá Danmarks Radio, at stødan hjá Vejle er soleiðis í løtuni, at ein venjari krevst, sum ikki hevur annað at hugsa um enn Vejle. Ole Fritzen, sum er leiðari av fótbóltsskúlanum í Vejle, og sum áður hevur verið bæði leikari og venjari í Vejle, stóð á odda fyri liðn- um í vikuskiftinum. Teir vóru í Herfølge og taptu 2-0. Herfølge er oddalið í 1. deild. Tidliga i hesi vikuni skuldi avgerð takast um, hvor skal hava ábyrgdina av liðnum hjá Vejle í fram- tíðini. -nn- Nú er nakað síðani, at Øssur Hansen var á Í líði í Vejle. Hann spælir hvørja ferð á næstbesta liðnum, sum í vikuskift- inum tryggjadi sær pláss í Danmarkarseri- uni komandi kapping arár Dysturin var leiktur í Árhus móti HEI, sum mest er kent fyn at eiga besta kvinnuliðið í Dan mark, og Vejle vann 3 0. Ossur Hansen var vongvern í vinstru, og hann skoraði tvey mál lan Højgaard var eis ini við í uppflytingar dystinum. Hann var á midvøllinum. Tað hevur verið eitt sindur av tosi um, hvat árin tað fer at hava å við urskiftini hjá føroysku leikarunum í Vejle, at Allan Simonsen ikki er í felagnum longur. Hann hevur ferð efur ferð undirstrikað, at hann hevur ikki biðið nakran føroying koma til Dan- markar at spæla fótbólt, men tað er einki at ivast i, at føroyingarnir eru farnir til Vejle, tí Allan Simonsen hevur verið har. Sjálvur roknar Allan Simonsen avgjørt ikki við, at umstødurnar hjá leikarunum verða nak- að broyttar. Teir hava framvegis sama møgu- leika at gera seg gald- andi, sum aðrir leikarar hava. Føroysku leikararnir frættu úr Føroyum, at Allan Simonsen er farin frá sum venjari í Vejle. Gongur illa Tað gongur ógvuliga striltið hjá Horsens, har bæði Jan Allan Miiller ogJensErik Rasmussen eru. Liðið er næstniðast í 1. deild, og hesa ferð taptu teir 5-0 á útivelli móti Viborg, sum er oddalið í deildini. Hor- sens hevur ongan møguleika at flyta upp í kvalliguna, sum teir rópa tað. Fyri nøkrum vikum síðani skiftu teir venj- ara. Nýggjur venjari er Kurt Ross, sum síni bestu fótbóltsár leikti við AGF. Sum so mang- ur annar í tí felagnum, spældi hann síðstu árini í Horsens. Venjaraskiftið hevur ikki broytt nógv upp á úrslitini, hóast leikar- unum dámar betur tann nýggja venjaran. -nn-