týsdagur 18. oktober 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið sosialurin
Nr. 198 — 18. OKTOBER 1994 Síða 13
|
Djoni fer til
Danmarkar
Djóni N. Joensen úr NSÍ gevst nú við pedagogútbúgving
síni í Føroyum og fer um mánaðarskifti til Danmarkar
at ganga á háskúla í tríggjar mánaðir — síðani er ætlan-
in at fara til Odense, fáa arbeiði og at sleppa á okkurt
gott lið har, so hann fær spælt fótbólt á landslidsstødi
Peningaligi trupulleikin av
at alsamt fleiri landsliðs-
spælarar eru í Danmark, ið
FSF-formaðurin Torleif
Sigurðsson aftur luftaði í
Fimmaranum mikudagin,
og sum hann eitt nú hevur
nevnt her í blaðnum fyrr
Fyrrverandi venjarin
hjá bæði GI og HB í 80-
unum, danin Ole Skou-
boe, er nú aftur á tapet-
inum sum fótbóltsvenj-
ari, eftir at lítið hevur
verið at hoyrt til hans-
ara í mong ár. Eitt skifti
hevði Ole Skouboe eisini
ábyrgdina av føroyska
fótbóltslandsliðnum.
eisini, verður kanska loyst-
ur á ein ødrvisi hátt, enn
mangur hevði hugsað sær.
Tað er dýrt at flyta før-
oysku spælaramar í Dan-
mark aftur og fram, tá dyst-
ir ella venjingar eru í Føroy-
um. Sum er, finnast seks av
Ole Skouboe er nú
venjari hjá Viborg
Síðsta vikuskiftid var
hann við síðulinjuna
sum venjari hjá danska
1. deildarfelagnum Vi-
borg. Har avloysir hann
Roald Poulsen restina av
hesum årinum, ti hesin
er farin til Zambia at
vera landsliðsvenjari.
Ole Skouboe skal so á
nýggjárinum komandi
lata starvið frá sær til
Viggo Jensen, ið Viborg
hevur skrivað sáttmála
við frá 1. januar 1995.
var í fjør i superliguni,
og í løtuni liggur liðið á
odda i 1. deild, so kósin
er sett móti bestu donsku
deildini aftur.
føstu mønnunum í lands-
liðshópinum í Danmark:
Todi Jónsson í Lyngby, Jan
Allan Miller og Jens Erik
Rasmussen í AC Horsens,
Øssur Hansen í Vejle, Jens
Christian Hansen i Randers
Freja og Jákup Mikkelsen í
Herfølge.
Og ni er sjeyndi lands-
lidsspælarin, ið fyri fyrstu
ferð kom inn í altjóða skrá-
settum dysti mikukvøldid,
Djóni N. Joensen úr NSÍ, so
spakuliga farin at pakka sær
kuffertið, tí hann eisini ætl-
ar sær til Danmarkar.
Tá eru so sjey av lands-
liðsspælarunum stationer-
aðir í Danmark, so um bert
nakrir fáir fara aftrat, verður
tað helst bíligari hjá Fót-
bóltssambandinum at lata
landsliðið hava sínar venj-
ingarlegur niðri.
Til Danmarkar
um mánaðarskiftið
Djóni N. Joensen fer nið-
ur um mánaðarskiftið, og
fyrstu triggjar mánaðirnar
fer hann á háskúla í Middel-
fart.
— Har er møguleciki hjá
mær at sleppa at venja vid
Middelfart, ið spælir i Dan-
markarseriuni. Sjålv kapp-
ingin er lidug tå, men venj-
ingin heldur helst fram kort-
in, sigur Djóni við Ítróttar-
Sosialin.
— Tå håskiilin er lidugur
um eina triggjar månadir,
fari eg til Odense, har eg
fyrst og fremst fari at royna
eftir einum arbeiði, og síð-
ani at sleppa á okkurt gott
Djóni N. Joensen fer um
mánaðarskiftið til Dan-
markar, har hann ætlar
at satsa upp á fótbóltin
Besta liðið hjá Viborg
hj.
lið har. OB er helst ein ov
stórur biti atgloypa, so talan
verður helst um B1909 ella
B1913, ið bæði verða í 2.
deild komandi ár.
Ein føroyingur er longu
frammanundan í B1913.
Tað er gøtumadurin Erland
Tvørfoss, ið hevur spælt á
næstbesta liðnum, ið hevur
verið í Danmarkarseriuni.
Síðani summarfritidina
hevur Djóni verið undir pe-
dagogútbúgving á Føroya
Læraraskúla, men henni
gevst hann so við nú.
— Hetta er ein útbúgving,
ið eg altíð kann taka uppaft-
ur seinni, og tá genta mín
frammanundan er í Dan-
mark, er tað so náttúrligt, at
eg eisini fari, sigur hann.
— Eitt annað, ið dregur, er
at eg havi sæð, hvussu nógv
føroysku spælararnir niðri
hava ment seg. Teir hava
ein heilt annan mentalitet
enn vit aðrir, og eru eisini
betur fyri. Vónandi fái eg
sjálvur so tað sama burtur-
úr, um eg gerist heppin og
komi í eitt gott felag í Dan-
mark.
Djóni kom mikukveldið
inn í dystinum móti Skot-
landi fyri fyrstu ferð í einum
altjóða dysti, og tað skilist á
honum, at hann fegin vil
gera nakað fyri at byta seg
fastan í eitt pláss á lands-
liðnum framyvir.
hj.
LEO.
Tey siga at Todi
skal til Skotlands
Men tað kennir klaksvíkingurin
einki til. Mál hansara er fram-
vegis at vinna sær fast pláss á
?
besta liðnum i Lyngby
Todi Jónsson hevur ikki
havt svøvnleysar nætur í
Keypmannahavn, síðani
hann hósdagin kom aftur
úr Skotlandi. Tað kundi
kanska hugsast, at tosið
og skrivingin um, at hann
møguliga skal verða yrk-
isleikari í Skotlandi fór at
ávirka okkara fremsta fót-
bóltsleikara, men soleiðis
tykist tað ikki vera:
— Sjálvur kenni eg einki
til hatta har. Eingin hevur
tosað vid meg, og eg veit
einki um, at nakar ætlar at
eygleiða meg í dysti. Lív-
ið gongur sína vanligu
gongd, eg venji við Lyng-
by og royni sum frægast.
Málið er framvegis at
vinna fast pláss á besta
liðnum.
Stór avbjóðing
í felagnum
Todi Jónsson hevur
bæði beinini væl og virði-
liga á jørdini, tá vit hava
hann í telefonini fyri at
frætta, hvat hann hevur at
siga til, at hann møguliga
skal til Skotlands.
Leygardagin var Lyng-
by í Odense, har teir taptu
2-1 móti einum skerdum
OB liði. Todi sat á beink-
inum, men kom inn í 2.
hálvleiki. Tað er ikki bara
sum at siga tað at koma á
liðið í Lyngby, har hann
kappast við Per Pedersen,
Allan Kuhn og Henrik
Larsen um eitt av teimum
trimum fremstu plássun-
um.
Henrik Larsen kenna vit
frá landsliðnum, Per Pe-
dersen varð kosin at vera
besti maður á vellinum, tá
Lyngby næstseinasta
vikuskifti leiki mót
Næstved, og Allan Kuhn,
sum skoraði málið hjá
Lyngby í Odense, hevur
verið mettur sum ein hin
besti leikarin á liðnum í
heyst.
Todi heldur, at tað
kanska tykist undarligt at
hoyra, at skotar eru hugað-
ir í einum leikara, sum ikki
eigur fast pláss á besta
liðnum í felagnum, hann
spælir fyri. Men tað ljóðar
spennandi og lokkandi.
Viðmerkingarnar
„Fleiri venjarar í Skot-
landi eru púra vekk í Toda
Jónsson. Teir ætla sær at
hyggja nærri at honum
komandi vikurnar, og tað
er ikki óhugsandi, at hann
um stutta tíð spælir í ein-
um felag í Skotlandi.<
Soleiðis stóð at lesa í
skotskum bløðum eftir
dystin hjá føroyingum í
Glasgow síðsta miku-
kvøld. Blødini vistu at
siga, at venjararnir serliga
høvdu lagt ul merkis, at
føroyski álopsleikarin
megnadi væl at halda upp
á båltin og skapa sær
sjálvum málmeguleikar,
og onkur metti, at um hann
var heppin, so hevði hann
skorað trý mál.
Rodger Baillie, tíðinda-
maður hjá Daily Record,
bar hesi tíðindini til Hans
Chr. Blem á Ekstra Bladet,
og hann segði sínum lesar-
um tey í fríggjadagsútgáv-
uni í somu grein, sum
hann endurgav skotska
tíðindamannin fyri at hava
sagt, at viðhaldsfólkini hjá
Glasgow Rangers gleddu
seg ul at síggja Brian Lau-
drup aftur eftir góða avrik-
ið, hann vísti í dystinum í
Parkini millum Danmark
og Belgia.
Todi Jónsson slær kalt
vatn í blóðið. Gerandis-
dagurin gongur sína
gongd. Teir venja seks
ferðir um vikuna, og kom-
andi vikuskifti kemur
Silkeborg á vitjan í Lyng-
by. Sáttmálin hjá Toda er
galdandi til 30. juni kom-
andi ár, og fyribils hugsar
føroyingurin í superliguni
ikki um annad enn at røk ja
sáumálabundnu skyldur
sínar har. -nn-