Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 205 — 27. OKTOBER 1994 Sida9 um gerandisdagin hjå Janus og hvussu hann var. Janus búði í húsunum hjá Klett í Brigsnagøtu, har sum Juli- anna Klett hevur advokat- skrivstovu í dag. Mamma búði í húsunum yvirav, nú kallað Skansastova og tey vóru grannar. Mamma arbeiddi eitt skiftið á telefonstødini og hagan visti hon manga SØg- una. Eitt nå fekk Janus telefonittis, tå hann kendi til og tå ringdi hann til fólk, enntá á nátt. Vóru telefon- dámurnar ikki nóg kvikar ella gjørdu tær ikki, sum hann segði, so var Janus ikki blíður. Mamma lýst Janus sum ein áhugaverdan persón, sigur Hanus And- reasen. SE Frá samkomu í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn - Dreymurin um at skriva ævisøguna hjå Janusi er ikki gamal og hann bún- aðist so við og við. Ég byrjaði at hugsa um hetta fyrst í åttatiårunum. Í fyrsta bindi havi eg roynt at lýsa at siga nakað um, hvussu før- oyska samfelagið sá út, ár- ini undan at Janus varð borin í heim, hansara barna- år og fram ul 1904. Eg greidi eisini frå ættini hjå Janusi, sigur Hanus And- reasen. — Tåideg eg legði ætlanir um ævisøguna hjå Janusi, hugsaði eg mær at úrslitið fór at vera ein bók. Men rúgvusmikla kanningar- tilfarið rúmast ikki í einan bók, heldur í trimum. Ætlanin er at næsta bindið skal koma út um hesa tíðina komandi ár og so triðja aftur í 1996, sigur Hanus Andreasen. — Í fyrsta bindi verður Havnin tá Janus var smádrongur. Gróthúsið vins denturin, sum sagt, lagdur barna og ungdómsárini hjá Janusi. Fyrsta bind lýsir tíð- arskeiðið við relaskúlanum í Havn og stundentaárini á Bornholm. Tíðin fram til 1904. Í 1905 er Janus í Keypmannahavn og gong- ur á lærda háskúlanum. Tá fór hann av álvara at yrkja. Næstu bindini fara at viðgera lívið hjá Janus frá 1905 og fram til deyða hans í 1948. Tey lýsa nágreini- ligari skaldskapin hjá skaldinum, sigur hann. - Bókin við øllum yrk- ingunum hjá Janusi, sum Chr. Matras hevur savnað saman, hevur verið ein góður stuðul í arbeiðinum. Eisini eru tær mongu sam- róður eg havi gjørt við fólk, sum hava kent Janus ein dyggur stuðul. Ég havi gjørt 26 samrødur við fólk sum øll hava kent Janus per- sónliga. Tað er torført at taka nakran framum her. Tó vil eg nevna Tórbjórn Zachariassen. Hann hevur verið mær hollur. Pápi Tórbjórn, Jógvan Zacha- riasen, amtslæknin, og Janus vóru vinir og teir komu nógv saman. Eisini vil eg nevna Chr. Matras, sum visti nógv um Janus. Systir Jørgen Frantz Jacob- sen, Anna Katrina hevur eisini verið ein hollur stuðul. Asla Geyti úr Kolla- firði hevur eisini havt stóran týdning fyri fyrsta bindið. Hon er av Djurhusættini og hon hevur greitt mær frá ættini hjá Janusi við Sjógv í Kollafirði, sigur Hanus Andreasen. sum Gamla Apotekið. Myndin er tíkin úr bókini Yrkti fyri sær sjalvum Hvørjum yrkti Janus fyri? — Janus hevur fyri ein part yrkt fyri sær sjálvum. Tað finst neyvan nakar føroy- skur yrkjari, har tað er so tættsamband millum lívið hjá yrkjaranum og yrking- amar. Hetta gjørdist alt týðuligari fyri mær, longur eg kom fram ávegis í kann- ingararbeiðinum. Ein lítil - søga, sum Chr. Matras fortaldi mær, lýsir hetta væl. Janus skuldi einaferð hava sagt: >Chr. Matras yrkir, tí hann vil, eg yrki tí eg noyðist og Hans Andrias yrkir bara.<, sigur Hanus Andreasen. — Í yrkingini >Ver sterk mín sál< frá 1905, tá Janus er byrjaður at lesa í Keypmannahavn, síggja vit eitt dómi um hvussu Janus nýtir seg sjálvan í yrking- unum. Hetta er fyrsta dómi har ein føroyskur yrkjari yrkir eina yrking, har kristnitrúgvin næstan er horvin, sigur Hanus And- reasen Kveikarin vendi føroyskum bakið Emil Bruun, prestur, fyrst í Vágum og síðan í Suðurstreym fekk stóran týdning fyri Janus. Tað var hesin maðurin, sum av fyrstan tíð legði merki til framúr góðu gåvurnar hjá Janusi. Hann var maðurin sum eggjaði Janusi, mað- urin, sum gav honum fyrstu undirvisingina í griskum, ein tydningarmikil lykil til andligu meningina hjá Janusi seinni, sigur hann. — Løgid er tó, at sami maður sum í fyrstuni talaði fyri føroyskum sum kirkju- máli, síðan vendi føroys- kum bakið og samstundis gjørdist hann kveikjarin hjá einum av teim størstu skald- unum, sum hava yrkt á før- oyskum máli, sigur Hanus Andreasen. — Emil Bruun, undirvisti ikki bert Janusi i Føroyum, hann syrgdi eisini fyri at hann slapp á stundentaskúla á Bornholm. Tá var Emil, prestur har og hann var dyggur stuðul hjá unga før- oyinginum, sum einsamall- trumegin bókhandilin, sum tá var realskúli, stendur á somu grund Janus saman við vinmonnum í Keypmannahavn. Aftast til vinstur stendur Jákup Dahl, seinni próstur. Aftast til høgru Jákup Waagstein. Myndin er úr bókini ur í tí fremmanda, var nívd- ur av longsli. Janus vitjaði Emil Bruun í vikuskiftun- um, sigur Hanus Andrea- — Janus Djurhuus var ein samansettur persónur. Tað búðu fleiri persónar í honum. Gjørdi hann ti eina eftir vild, so ilskaðust hinir. Og hetta myndaði lívið hjá Janusi. Hann hevði lyndi til sarkasmu, at glósa og spotta og tí var hann ofta illa upptikin. Táeg havi skrivað um Janus, so havi eg hugsa meg um, hvateg kann ulláta mær, eg havi roynt at virðt hansara privatliv, men eg havi ikki lúkað so nógv, at lesnaðurin gerst keðiligur. Her er ikki talan um >dýnu- lyftan, men >balansu- gongd,« at vita hvar markið gongur, sigur Hanus And- reasen Úr bókini... Ævisøgan um J. H. O. Djurhuus er ein roynd at flætta saman persónslýs- ing, tidarsøgu og bók- mentasøgu. Hon er bókin um ein føroying, hvors lív fall saman við tjóðskap- arrørsluni, og sum blað- ungur setti sær sum mið at geva føroyskum máli europeiskan hgóvuðburð. Í bókini eru tilsamans 70 myndir og fotomyndir, mangar teirra nýggjar og forkunnugar.