hósdagur 27. oktober 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 205 — 27. OKTOBER 1994 Síða 11
Sofus í tí víðakenda hattinum og við tí somuleiðis víðakendu fartelefonini. Her uttan fyri jarnbretastødina í
Aberdeen, har hann roynir at hjálpa einum føroyingi at
Føroyar og vit sjálvir
kanska eini 8%.
Tað sýntist sum føroy-
ingar dámdu betri at fara
burtur at fiska.
Oljan kemur
-Men hvussu broytti oljan
býin?
-Broytingarnar komu so
lýðandi. Tað búgva meira
enn 200.000 fólk í býnum,
so broytingin órógvaði ikki
sum so, hon merktist ikki so
væl í byrjanini.
Eg minnist, at amerikan-
arar vóru nokkso sjónskir at
byrja við, men skotar lærdu
skjótt.
Sofus Poulsen sigur, at
broytingin við oljuni sást
ikki minst á flogferðsluni.
Áðrenn oljuvinnan kom
flugu 50.000 menniskju um
floghavnina í Aberdeen um
árið. Í dag er talið á van-
ligum ferðafólkum 2 mill.
umframt hálv millión
ferðafólk flutt við tyrlu.
Annars er talið á gist-
ingarhúsum økt munandi.
Eini 10 nýggj hotel eru
bygd, síðani oljuvinnan tók
seg upp.
-Hvussu hevði sæð ul í
Aberdeen og í økinum
rundan um, um eingin olju-
vinna tók seg upp?
-Oljuvinnan bjargaði, ja
ein kann væl siga Bretlandi
fyri tað fyrsta - og ser-
stakliga økinum her norður!
í Skotlandi
Summa staðni t.d. í He-
bridunum hevur arbeiðs-
loysi verið 30-35% og er tað
onkunstaðni enn. Men í
Aberdeen hevur tað verið
um 5-6%.
Hetlendingar livdu av
fiskiskapi. Nógvir teirra
vóru í stórhvalaveiðuni á
Suðurpólinum, so tá henda
veiða helt uppat so seint
sum í 1966, gjørdist ar-
beiðsloysi har stórt.
Oljavinnan kom tí sera
væl við har eisini. Heima-
fisiskapurin minkaði eisini
og mong av førunum vórðu
so brúkt sum standby skip í
oljuvinnuni.
Ferdasambandid
Hvussu við ferðasamband-
inum millum Føroyar og
Skotland!
Sofus greiðir frá, at tá
nýggja Tjaldrið kom í 1953
varð eisini lagt inn í Het-
landi um summarið.
Tá Tjaldrið varð selt
royndu forrætningsmenn
og aðrir í Føroyum at fáa
táverandi P&O, um at lata
skip teirra sigla upp á Før-
oyar eisini um summarið.
Hetta varð av ongum. Teir
kláraðu ikki tíðartalvuna.
Tá Smyril kom í 1975 fór
hann so at sigla upp á
Scrabster. Áhugin var stór-
ur at fáa samband millum
Norðurskotland og Før-
oyar.
Tá Smyril helt upp við
hesi sigling kom so Norrøna
inn í myndina.
Seinni varð hetta aftur
broytt og í dag er tað so aftur
Smyril, sum røkir rutusam-
bandið millum Føroyar og
Skotland. Í byrjanini varð
siglt upp á Scrabster men
var hetta broytt til Aberdeen
og heldur Sofus, at tað var
skilagóð avgerð.
Men hvat heldur Sofus
Poulsen verða besta havnin
í Skotlandi at hava samband
við nú vit í framtíðini fara
at økja um samhandilin og
ein oljuvinna møguliga fer
at taka seg upp eisini
-Eg haldi, at tað er best at
sigla beinleiðis til Aber-
deen. Hetlandssiglingin
hevði jú við sær, at tú skuldi
skifta skip og sigla í 7 tímar
aftat til Aberdeen.
Summir siga, at hug-
skotið við eini ferjusigling
er at sigla so stutt sum gjør-
ligt, og har er Scrabster
sjálvandi stytsta leið. Veg-
irnir eru eisini góðir so tað
tekur góðar 4 tímar at koyra
haðani til Aberdeen.
Men fyri sjálvan flutn-
ingin verður tað bíligari at
sigla beinleiðis úl Aber-
deen, ikki minst tá hugsað
verður um at flyta frakt og
fisk.
Rætt við festum
sambandi
-Heldur tú grundarlag er
fyri at hava Smyril ella
annað skip siglandi alt
árið?
-Tað haldi eg ein hevur
prógvað nú. Eg skal ikki
leggja meg út í tjakið um
rutuna, sum nú er. Tað fer
tíðin at vísa.
Eg síggi, at landsstýris-
maðurin í samferðslumál-
um sigur, at rutan til Aber-
deen verður ikki broytt.
Men tvær siglingar um
vikuna hava so ikki staðið
sína roynd enn.
-Nú hoyra vit, at Smyril
siglur við stórum und-
irskoti, og onkur heldur, at
tað er ikki rætt, at fóroyski
skattaborgarin skal gjalda
hetta. Heldur tú tó, at hesir
pengar eru givnir væl út?
-Eg havi oftani sagt, at tað
er einki skip í føroyska flot-
anum, sum hevur givið so
nógva gleði til so nógvar
føroyingar sum Smyril.
= SM
sleppa til Glasgow til fótbóltsdyst
8
At hava samband úteftir
er sera umráðandi hjá
okkum, sum útflyta fisk.
Fryst er gott nokk, men
nógv vilja heldur hava
feskt, og tí er neyðugt við
støðugum flutningi.
-Men er tað rætt at reka
eina slíka rutu, um tað er
við stórum undirskoti?
-Tað er ikki gott nakra-
staðni við undriskoti. Men
tá øll ella tey flestu kunnu
fáa gagn av tí, so er tað ein
spurningur, um ein kann
kalla tað undirskot. Men hví
er undirskot? Kann okkurt
kanska gerast meira ratio-
nelt ol., so eigur tað at
gerast.
-Men at sigla við einum
skipi sum Smyrli á vetrartíð
við ferðafólki tvørtur um
Atlantshav er tað ráðiligt?
-Taðer so sín sak. Tað var
tann tíð, tá Smyril eisini
sigldi upp á Noreg og Dan-
mark. Nú hava vit einki
samband við Danmark um
veturin. Kann tað íkki
vónar at vera har í nókur ár enn.
hugsast, at Smyril kundi
farið tann vegin aftur?
Sofus heldur annars ikki,
at kapping altíð er av ti
besta. Hann sóknast eftir
stórri samstarvi, sum hann
metir sum tað besta
-Nú hava vit hava stóran
part av samhandli okkara
við Danmark og tann
vegin. Við einum føstum
sambandi til Aberdeen alt
árið heldur tú tað so vera
náttúrligt at samhandilin
henda vegin fer at økjast?
-Hann er longu nógv
øktur. Fólk hava eisini upp-
dagað, at tað er nógv bí-
ligari at keypa voru í Skot-
landi. Eisini heilsølurnar
eru farnar at hyggja meira
eftir Aberdeen.
Nógvir skúlaflokkar
Men hvussu er gerandis-
dagurin á skrivstovuni í
Marketstreet broyttur hesi
seinastu árini spurðu við
Sofus?
-Nógv er broytt. Nógv av
tíð fer nú eisini til at hjálpa
føroyskum skúlaflokkum,
sum leita sær til Skotlands
og Bretlands í stødugum
stórri tali. Bara í hesum
døgum eru seks skúlaflokk-
ar á vitjan.
Sofus Poulsen biðjur ann-
ars skålamar um at fyri-
reika seg í góðari tíð,
soleiðis at tað ber til at fáa
alt upp á pláss og í síðsta
enda eina góða ferð.
-Nú hevur verið upp á tal
av og á at niðurleggja um-
boðsstovuna í Aberdeen,
ikki minst eftir at fiski-
vinnnusamstarvið meira
ella minni helt uppat. Er
tórvur á eini slíkari um-
hoðsstovu í framtíðini?
-Tað er avgjørt brúk fyri
eini umboðsstovu. Talan er
ikki bara um samhandil. Her
er so nógv annað.
Sofus Poulsen dylur ikki
fyri, at heldur enn at tosa um
at niðurleggja umboðs-
stovuna, so var kanska rætt
at tosa um at fáa eitt fólk
aftrat, so nógv er at gera.
Føroyingar væl fyri
at taka móti oljuvinnu
-Nú hevur tú verið við til
Sofus Poulsen er 64 ára gamal. Hann hevur arbeitt á umboðsstovuni í Aberdeen síðani hann var 1
oljuráðstevnu um ekið
vestan fyri Hetland. Sær tú
fyri tær ein líknandi út-
vikling i Føroyum sum tann
tit hava verið fyri her i
Skotlandi?
-Tað verður ikki sama
gongdin. Vit mugu minnast
til, at vit i Føroyum í dag
hava so nógv betri útbúgvið
fólk enn t.d. Hetland hevði,
tá olja kom har. Vit eru ti
meira búgvin til at taka
ímóti eini slíkari vinnu.
Sjálvur haldi eg, at før-
oyingar áttu at lagt seg eftir
at lært seg enskt, tí tað er
málið í oljuvinnuni.
-Hví ikki skipa fyri skeið-
um í Føroyum, har tilkomið
fólk kunnu læra seg um eitt
og annað í oljuvinnuni. T.d.
kundu maskinmenn fingið
málsliga útbúgving um tað,
sum hetta gkið fæst við í
oljuvinnuni. Vit vita, at í
oljuvinnuni skal nakað
henda her og nú. Tí er sera
umráðandi at skerpa frá-
læruna júst í enskum.
-Men tola vit sum eitt lítið
samfelag eina oljuvinnu -
hava vit brúk fyri henni?
-Ein hoyrir hetta: tola vit
at fáa nakrar fremmandar
oljumenn til Føroyar! Undir
krígnum vóru einir 6-7000
bretskir hermenn í Vág-
oynni. Síggja vit nakrar
ringar avleiðingar av ti í
dag?
Í Orknoyggjunum, sum er
nógv minni enn Føroyar,
høvdu tey nógvar túsund
hermenn undir krignum.
Sofus Poulsen heldur, at
vit eiga taka alt nýtt og sum
kann skapa arbeiði og virði
til Føroyar sum nakað gott.
-Fiskurin gevur ov lítið,
og vit mugu tí royna tað,
sum vit kunnu.
Tað unga fólkið
eitt prýði
Nú havi kent føroyingar í
nógv ár, og tá ein er uttan
fyri landoddarnar, so sær
ein betri, hvussu eitt fólk er.
Eg kenni meg ikki gamlan,
og kann bert siga, at tað
2?
(
o
7 år. Hann