Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 207 — 29. OKTOBER 1994 Føroyar ógvuliga langt urturi tey fyrru árini Forsætismálaráðið, ið er inngongdin hjá fóroyingum til Danmark, hevur 80 ár á baki Tað fer ikki ein vika og kanska ikki ein dagur aftur um, uttan at danska forsæt- ismálaráðið verður havt á lofti i føroysku fjølmidlun- um, og teir reydu møblam- ar, tey reydu teppini, glas- hurðarnar og lyftina í Slots- hólminum 10 í Keyp- mannahavn kennast vit alt betur við. Føroyskir — politikkarar hava av og å vitjad i forsæt- ismálaráðnum til allar tíðir, tí sambandið millum Føroy- ar og Danmark hevur ging- ið gjøgnum forsætismåla- ráðið. Vanligi føroyingurin hevur nevyan hugsad um gongdina i forsætismåla- ráðnum, men seinastu tvey árini vita vit meiri um hetta. Tað kemst partvís av, at før- oyingar síðani 6. oktober 1992 hava verið meiri á Slotshólminum, enn teir hava verið áður, og partvís kemst tað av, at fjølmidl- arnir eru raskari at gera burtur úr nú, enn teir hava verið. Manningin, sum nú myndar politiska og umsit- ingarliga partin av stýrinum hjá okkum, eru fødd undir krígnum og eftir kríggið. Tey eru úr ødrum og alt meiri úr triðja politiska ætt- arliðnum, síðani vit í 1948 fingu heimastýrislógina. So at siga øll í umsitingini og nógvir politikkarar eru skúlaði í Danmark, men tey hava neyvan slitið teppini í forsætismálaráðnum, með- an tey hava búleikast í Keypmannahavn, Árhus ella í Odense. Í fyrsta ættarliðnum, sum myndaði politiska pallin í Føroyum eftir kríggið, vóru fleiri, ið høvdu búð í Dan- mark øll krígsárini. Hesi vóru ikki ókend við forsæt- ismálaráðið. Feroyingar, sum vóru innistongdir í Danmark undir krígnum, fingu frá donsku stjórnini rentufrí lán. Hevði tað verið nú, so vórðu pengamir iva- leyst fluttir gjøgnum pen- ingastovn, men soleiðis var ikki tá. Utgjaldið fór fram yvir diskin í forsætismála- ráðnum, so vildu føroying- arnir fáa lán, so noyddust teir at møta upp har. Eftir kríggið varð avrátt, at tá krígslánini vórðu gold- in aftur, skuldi peningurin koma samstarvinum mill- um Føroyar og Danmark til góða á einhvønn hátt. Ur- slitið av tí gjørdist Dansk- Færøsk Kulturfond, sum framvegis er virkin og BERGMENN dansítónleikur ið dugir stuðlar mentunarligum til- tókum. Fyri 80 árum síðani Danska grundlógin frá 1848 gjørdi enda á eina- veldinum hjá kongi. Longu tá útnevndi kongur ráðharr- ar, og ein teirra var odda- maður millum javnlíkar. Hann kallaðist konseils- presidentur. Hansara leik- lutur var longu frá fyrsta degi av á fleiri økjum tann sami, sum forsætismálaráð- harrin hevur í dag. Hann hevði ikki nakað forsætis- málaráð, men bara eina lítla skrivstovu at stuðla seg til. Konseilspresidenturin røkti onkra aðra ráðharra- uppgávu samstundis sum hann var presidentur, t.d. røktu fleir teirra figgjar- málaráðið, sum varð mett at vera hitt tydningarmiklasta. Formansuppgåvurnar vórðu røktar umframt tað arbeiðið. C. Th. Zahle, sum hoyrdi til radikala vinstra flokkin, var presidentur, tá forsætis- málaráðið sá dagsins ljós í 1914 — um enn tað ikki var í tí líki, sum vit kenna tað í dag. Stauning fekk Feroyar undir forsætismálaráðið Nú er eingin ivi í, at for- sætismálaráðið er týdning- armiklasti liðurin í politiska gerandisdegnum í danska kongaríkinum. Soleiðis var tað ikki fyrstu árini, og tí arbeiddu embætismenninir miðvíst fyri at leggja so nógv málsgki inn undir for- sætismálaráðið, sum tað bar til. I 1924 gjørdist javnaðar- maðurin Thorvald Stau- ning forsætismálaráðharri. Í mun til Neergaard, ið hevði havt tað stóra fíggjar- málaráðið at arbeiða við, valdi Stauning sær eitt vinnumálaráð, sum hann ynskti at styrkja. Henda ráðharrastovan hevði langt í frá so nógv at halda skil á sum fíggjarmálaráðið, og tí fekk Stauning stundir at arbeiða við at styrkja um forsætismálaráðið. Forsætismálaráðið hevði framman undan havt við at gera viðurskiftini við Suð- urjútland og Ísland, og tí var tað mett ikki at vera burt- urvid, at vidurskiftini við Grønland og Føroyar vórðu i uppskoti at leggja undir forsætismálaráðið. Stau- ning fór frá sum forsætis- málaráðharri fram móti jól- um í 1926, og nýggi forsæt- ismálaráðharrin, Madsen- Mygdal, var ikki so heitur fyri at broyta vidurskiftini hjá forsætismálaráðnum. Stauning gjørdist forsæt- ismålarådharri av nyggjum 30. april 1929, og hann arb- eiddi framvegis miðvíst fram ímóti, at forsætismála- ráðharrin skuldi vera stjórn- arleiðari burtur av, uttan at hava ábyrgdina av ødrum ráðharrastovum. Tá viður- skiftini viðvíkjandi Grøn- landi og mál viðvíkjandi Føroyum, sum hverki hoyrdu nátúrliga undir eina av hinum ráðharrastovun- um ella kundu metast at hoyra undir fleiri ráðharra- stovur, komu undir forsæt- ismálaráðið í 1935, var Eingin hevur verið danskur forsætisráðharri so leingi sum Thorvald Stauning. Hann var forsætisráðharri í meira enn 15 ár Stauning verjumálaráðharri umframt at vera stjórnar- leiðari. Langt burturi Tey fyrstu árini eftir, at Føroyar vóru lagdar undir forsætismálaráðið hildu starvsfólkini har, at Føroyar vóru ógvuliga langt burtur. Serliga um vetrarnar, tá tað bara var postsamband 14. hvønn dag. Í søguligum til- fari, sum finst um forsætis- málaráðið, verður greitt frá, at tað altíð kendist á arbeiðs- gongdini, tá skipið skuldi fara úr Keypmannahavn. Tey fáu starvsfólkini í for- sætismálaráðnum stríddust øll við at fáa postin kláran, og tað var sum oftast í evstu løtu, áðrenn landgangurin var tikin, at eitt av Starvs- fólkunum kom stunandi við 27.04.00.-24.07.01. 24.07.01.-14.01.05. 14.01.05.-12.10.08. 12.10.08.-16.08.09. 16.08.09.-28.10.09. 28.10.09.-05.07.10 05.07.10.-21.06.13. 21.06.13.-29.03.20. 30.03.20.-05.04.20. 05.04.20.-05.05.20. 05.05.20.-23.04.24. 23.04.24.-14.12.26. 14.12.26.-30.04.29. 30.04.29.-03.05.42. 04.05.42.-09.11.42. 09.11.42.-30.08.43. 05.05.45.-07.11.45. 07.11.45.-13.11.47. 13.11.47.-30.10.50. 30.10.50.-30.09.53. 30.09.53.-29.01.55. 01.02.55.-19.02.60. 21.02.60.-03.09.62. 03.09.62.-02.02.68. 02.02.68.-11.10.71. 11.10.71.-05.10.72. 05.10.72.-19.12.73. 19.12.73.-13.02.75 13.02.75.-10.09.82. 10.09.82.-29.01.92. 29.01.93.- — O——SLIAN UM-NNDNDOOSOLVDNVOONDDSDDVV Tíðindablaðið (57), = postinum, sum skuldi til Føroya — tey fyrru árini til amtmannin og tey seinnu ár- ini til ríkisumboðsmannin og landsstýrið. Í 1954 kom í lag telefon- samband yvir radio, og tá batnaði sambandið nógv, men tað var ikki gott, tí um viðurskiftini í rúmdini vóru ólagalig, so var tað ikki ókent, at sambandið slitn- Forsætismálaráðið kendi seg at fáa nógv betru sam- band við Føroyar, tá ein kaðal varð lagdur í 1962. Tá bar til at samskifta yvir van- liga telefon og fjarskrivara, Stjórnarleiðarar í Dan- mark í hesi øldini tíðarskeið ár mánaðir dagar 2 27 Hannibal Sehested 5 21 Johan Henrik Deuntzer 8 28 J. C. Christensen 20 4 Dr. phil. N. T. Neergaard (1) 2 12 Greivi J.L. Holstein-Ledreborg 8 7 Carl Theodor Zahle (1) 11 16 Klaus Berntsen 9 8 Carl Theodor Zahle (11) 0 6 Otto Liebe ] 0 M. P. Friis 11 18 Dr. phil. N. T. Neergaard (II) 7 21 Thorvald Stauning (1) 4 16 Thomas Madsen-Mygdal 0 3 Thorvald Stauning( 11) 6 5 Vilhelm Buhl (1) 9 21 Erik Scavenius 6 2 Vilhelm Buhi (ID) 0 6 Knud Kristensen 11 17 Hans Hedtoft (1) 11 0 Erik Eriksen 3 30 Hans Hedtoft (IT) 0 18 H.C. Hansen 6 13 Viggo Kampmann 4 30 Jens Otto Krag (1) 8 9 Hilmar Baunsgaard 11 24 Jens Ouo Krag (II) 2 14 Anker Jørgensen(1) 1 25 Poul Hartling 8 28 Anker Jørgensen (II-V) 4 19 Poul Schliiter (I-III) Poul Nyrup Rasmussen Seinast almenn umboð úr Føroyum vitjadu í forsætismålarådnum var tå Edmund Joensen, løgmadur var og heilsadi upp å Poul Nyrup Rasmussen, forsætisrådharra, í samband vid setanina av fólkatinginum herfyri og síðani flogferðslan gjørdist reglulig og tele- faksið kom, rokna tey i for- sætismálaráðnum ikki Før- oyar longri burtur enn aðrar partar av danska konga- ríkinúm. forsætisráðharri