Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 207 — 29. OKTOBER 1994 Hjálandaveldi av ringasta slag Harðrendu oldingarnir, sum danir hava sent okkum, gera tilveru okkara ótolandi, heldur Jógvan A. Johannessen, løgtingsmadur Millum tey boð, Ráðgev- andi Nevndin kemur við í seinastu frágfreiðing síni eru, at vit skulu fiska minni, flotin er ov stórur og skal tillagast tilfeinginum, og at vit skulu hava frítt um- setiligar kvotur. -Einaferð setti landsstýr- ið eina sokallaða bygnað- amevnd við millum annað embætismonnum. Teimum somu, sum vanliga ganga aftur í øllum ødrum nevndum. Nevndin hevdi eina bundna uppgåvu, og tad var at koma vid uppskoti um hvussu flotin kundi minkast, men nevndin var ikki før fyri at halda seg til setningin, og kom tí við einum ødrum uppskoti, sum hon als ikki var biðin um, sigur Jógvan A. Johann- essen, og hetta hevur løgtingsmadurin ongantíð verið nøgdur við. -Hetta var einki minni enn ein funnin fressur, hjá teimum embætismonnum sum leingi høvdu ætlað at áseta eina kvotaskipan í Føroyum. Hetta er júst tað, Ráðgevandi Nevndin nú heldur seg til, nevniliga at tað verður ov mikið fiskað, hvat tað als ikki verður, og at flotin er ov stórur, sum hann als ikki er. Tí sann- leikin er tann, at vit hava mist nærum øØll okkara bestu skip, og hava eftir eina rúgvu av gomlum jarni, sigur Jógvan A. Jo- hannessen. Hann leggur aftrat, at álitið nú er millum annað tey skip, sum vóru bygd í sekstiárnum, og tað er skelkandi tá vit hoyra, at nøkur av teimum eru so tærd, at tað ber til at stinga felluknívar gjøgnum botn- um á teimum. Løgtingsmadurin vísir á, at Ráðgevandi Nevndin leggur eisini upp til at vit skulu keypa fiskin meðan hann svimur í havinum. Vit skulu hava frítt umsetiligar kvotur, og hetta heldur Jógvan A. Johannessen vera fullkomiliga drepandi fyri teir, sum enn fáast við fiskivinnu. Ognarskatt Eitt annað mål i frágreið- ingini hjá Ráðgevandi Nevndini er, at sagt verður, at vit skulu umhugsa ognarskatt. -Nakað sum føroyingar yvirhøvur altíð hava tráað eftir er at seta føtur undir egið borð. At búgva i egnum býli, sigur Jógvan A. Johannessen sum heldur, at ognarskattur er ein annar formur fyri, at tú býr til leigu alt lívið í tínum egna heimi. Eisini heldur løg- tingsmaðurin, at hetta er ein óendalig skatting av sama virði, sum tú hevur goldið skatt fyri frammanundan, og tí heldur løgtingsmaduri tað vera burtur úr vón og viti, sum Bonnerup og nevndin annars siga her. Pant í undirgrundini -Eg hoyrdi í útvarpinum, at hin kendi Føroyavinurin, Kirsten Jacobsen, hevur sagt, at hon hevur einki i- móti, at føroyingar fingu hjálp úr Danmark, men treytin var, at Føroyar aftur gjørdust danskt amt, og at Danmark fekk pant i undirgrundini. Hetta heldur Jógvan A. Johannenssen líuð um. Hann sigur seg ikki vera ein av teimum, sum leggur stóra áherslu á hvat fólk sum Kirsten Jacobsen siga, men hann heldur, at nå hava føroyingar, samanlagt tolt nóg mikið. -Hesir harðrendu olding- arnir, sum danir hava sent Tíðindablaðið (71) okkum og ganga og hó- reiggja sær her í Føroyum, og sum eru vid at gera tilveruna ótolandi fyri før- oyingar, fær okkum at hugsa um, at tað veruliga er so statt, at Danmark er vorið eitt hjálandaveldi av ring- asta slag, sigur Jógvan A. Johannessen, men hann sigur seg kortini vóna, at hann mistekur seg í hesum Jógvan A. Johannessen, løgtingsmaður sigur seg vóna, at danir fara at taka sær annað skinn um bak. Mynd: Kalmar føri, og at danir hóast alt taka annað skinn um bak. tór.- . = EU ER UD SEG SEN GER ØS SAN SE GER EIR HRK KRR GER SER HED SER SU HR SOS GE SER GER GE SER SU MS SU HED BED SE) HED SUS SE SER SU SES SER SED ED SEA SED SØS SER SED SE HED SED SUR GR ER GE SE SER HED SER Si Afturlatingin av virkinum i Vågi: Eitt neyðarróp frá Fiskavirking -Líkt er til, at afturlatingin av virkinum í Vági er eitt væl fyrireikað álop á landsstýrissamgonguna, heldur Jógvan A. Johannesen, lógtingsmaðr Nú ið Føroya Fiskavirking er komið í neyð, og tað er greitt, at hon ikki gjørdist tað lokomotivið, sum hon skuldi verða, royna teir, sum har ráða, at leita eftir hvørjum hálmstrá, sum kanska kann bjarga fyritøk- uni. -Tí er tað sannlíkt, at afturlatingin av virkinum í Vági, er eitt neyðarróp frá Fiskavirking um stuðul. Hetta sigur Jógvan A. Johannessen, sum leggur aftrat, at helst er nakað um tað, at afturlatingin av virkinum har suðuri er eitt væl fyrireikað álop á samgonguna, tí skulu teir loypa á, munar tað best har heilir tríggir av samgongu- tinglimunum eru valdir. Eingin lokal loysn Jógvan A. Johannessen sig- ur, at við hansara hjálp verður ikki talan um nakra lokala politiska hjálp uttan at Sandoyggin er við. Men samgongan kann halda fram um Jógvan A. Johannessen tekur seg burt- urúr. -Tað er beint, men eg rokni ikki við, at samgong- an hórar leingi við teimum 17 limunum sum eftir vera, Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frå kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frå kl. 14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 14.30-7.00 á morgni. um eg taki meg burturúr, sigur løgtingsmadurin. -Samgongan má nú gll seta seg niður og gjøgnum- ganga støduna væl og virði- liga og saman finna eina loysn á trupulleikunum, sigur Jógvan A. Johannes- sen. Annars hevur Ingeborg Vinther hótt við at taka seg úr samgonguni verður ikki ein loysn funnin viðvíkj- andi virkinum í Vági. -Eg veit ikki um tað nyttar at geva Ingeborg Vinther nøkur vælmeint ráð, tí hon er kend fyri at rópa í tíð og ótíð, men eg kundi kortini hugsa mær at biði hana um at koyra eitt sindur av køldum vatni i tað kókandi heita blóðið, og somuleiðis fari eg at heita á hana um at skríggja eitt sindur minni, tí tað gagnar ongum at slíta samgonguna, sigur Jógvan A. Johannessen og leggur aftrat, at heldur Ingeborg Vinther seg hava lítla ávirkan innan samgonguna fær hon minni ávirkan uttanfyri. tór.- TIL ØLL ENDAMÅL Vit kunnu bjóða til leigu nýmótans halir, ið kunnu nýtast til øll endamál. Stórur nútímans køkur, ið er góðkendur av Heilsu- - freðiligu Starvsstovuni. Borðreiðing til 200 fólk við nýggjari servicu. Hugnalig hølir i hugnaligum umhvørvi. 2 Veitslur, brúdleyp, bingo, fundir, metir, skeið, kapp- ingar, jólaborðhald... 21 nngongd og wc til tey brekadu. SKoppingariark prísir. Ring longu í dag og fá meira at vita á TIf. 15531 ella 17920 (spyr eftir Hans Petur Joensen) Álaker - FR- 190 Terskavn LL 1478 Havnar a