Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 212 — 5. NOVEMBER 1994 Birtilin og køvilin Í Málteiginum tann 29. oktober stóð ein forvitnisligur stubbi undir yvirskriftini >Málbirtlar<. Tað er eyðsæð, at orðið 'málbirtil' er eitt vakurt og posi- tivt orð. Ein målbirtil má vera ein, sum birtir á målsligum økjum, ger klárt tað, sum kanska var fjalt í dimmi ella támi. Menhvaterorðið uttan forliðið? Hvat er birtil', og hvaðani kemur tað? Øll munnu kennast við heitið bjørk (betula) fyri træið við tí ljósa barkinum. Navnið er sera gamalt. Tá ið mál- vísindafólk hava leitað eftir tí upprunaliga indoeuropeiska økinum, hevur bjørkin stundum verið brúkt sum prógv ella ábending um, at hesir okkara forfedrar hava búð norðar- laga, tí bjørkin veksur ikki í Suðureuropa, India, Iran og tí fyrrverandi Turkestan. Lýsingarorðið bjartur“ eitur á gomlum donskum 'bjært og hevur sambært etymologiskum orðabókum týdningin '"ljósur, klárur, skínandi, fagur'. Vit finna orðið aftur í got- iskum 'baihrts' og fornhátýskum 'beraht'. Á nútíðar- eingilskum eitur tað bright“. Á kymriskum merkir 'berth' tað sama sum 'strálandi og vakur', og á polskum hevur 'brzask' týdningin lýsing, dimmalætting". Av hesum fáu målsøguligu dómunum tykist heilt greitt, at 'at birta' merkir at kveikja, fáa at lýsa, skapa ljós, vakur- leika og tað, sum gott er. Ein birtil er sostatt ein lýsari, eim gagnligur persónur, ein sannur mannavinur, sum skapar ljósar og góðar umstødur, so at onnur enn hann sjálvur kunnu fóta sær og ikki snáva í myrkri og fávitsku. Tann hugtakandi bókin hjá Poul Hammerich um Poul Henningsen eitur eisini Lysmageren. Her er meiningin sjálvsagt dupult. Poul Henningsen teknaði og gjørdi vakrar og hentar lampur, men hann var eisini ein sannur viti í donskum upplýsingarverki í teimum óróligu og vandafullu 30-num og 40-num. Orðið 'birta' og birtil' fáa eina eitt sindur óbjarta viðgerð í føroyskum orðabókum. Svabo nevnir 'birta' og birta upp" í týdninginum 'bringe til at skinne eller brænde'. Hann hev - ur eisini 'birtin' í tydninginum 'Avle Lem, penis (især om Hvale, og uegentlig om Mennesker og andre Dyr). Og um 'birtingur' sigur hann: Kjæmpe, Frelser. A. C. Evensen hevur umframt hesar týdningarnar eisini: birtari = Rage- pind i en kola. M. A. Jacobsen og Chr. Matras hava í 1927/ 28: birta ilt upp undir ein = puste til ilden, bagvaske en. At sama orðabók frå 1961 sigur, at ein illbirtil/illbirtari er 'en person, der sætter splid mellem folk', er á góðari leið. Men man tað ikki vera skeivt, tá 'birtil' verður umsett til 'bag- taler'? Man talan ikki vera um ein styttan form av 'illbirtil? Tí birtil' er jú — sum vit hava sæð omanfyri — ein, sum ger nakað positivt, vakurt, kveikjandi, lívgevandi. Ein birtil er ein ljóskelda ella ein, sum ger bjart rundan um seg. Sum tað so snøgt verður sagt av Simuni av Skarði í tí kenda sálminum: Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart, sjálvur ert ljóskeldan reina... Men ein baktalari er eingin ljósins kelda. Hann er grimur á at líta. Hann bolar sum Kain. Hann hevur lágt ímillum syllarnar, grundin er ring, hann er illur við seg sjálvan, tí hann einki veit, og tí snakkar hann ilt um sín næsta. Orðabókin eigur at bjarga birtlinum undan hesum skeiva týdninginum í næstu útgávu. Og meðan vit bíða, kunnu vit royna at finna eitt anonym, eitt andnevni, til tað snøgga orðið 'birtil'. Hvussu skulu vit kalla ein, sum ikki birtir og „veikir, men vil sløkkja og køva orðaskifti? Hvat er best: myrkil, sløkkil ella køvil? C. ” Vit gera gamla | gólvið sum nytt Gólvtænastan Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875 Tórshavn Fax. 18809 Ókeypis ti:boð og vegleiðing verða givin. Tíðindablaðið (571, Tidindaskriv frá Leikarafelag Føroya Góða Jelena á pall Annar leikur hjá Grímu í hesum leikárinum Sjónleikabólkurin Gríma venur í løtuni leikin Góða Jelena í Norðurlandahúsin- um. Fyrsta framførsla verð- ur leygardagin 12. nov. Forsølan av atgongu- merkjum er byrjað. Fram- 16. Atgongumerkini fáast á Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum. Góða Jelena — ein leikur um Rusland í eini broyting- artíð. Sjónleikurin er um ein førslur verða vanligar dagar kl. 19.30 og sunnudag kl. russiskan lærara, Savnshjálpari Av tí, at ein av savnshjálparunum á Føroya Landsskjalasavni er farin frá vegna aldur, er eitt starv sum savns- hjålpari leyst at søkja. Umsøkjarar eiga at hava í minsta lagi studentsprógv, HF- ella HH-prógv ella annað prógv javnmett við hesi og somuleiðis eiga umsøkjarar eisini at hava hollan kunnleika til vanlig teldu- forrit. Starvið krevur góð samstarvs- evni, evni og førleikar at arbeiða sjålv- stødugt eins og áhuga fyri søgu og sið- søgu. Ætlanin er at seta starvið umleið 1. jan- uar 1995 og er setanin treytað av, at stovnurin varðveitir sína játtan óskerda á fíggjarlógini næsta ár. Umsóknir við avritum av prógvum og ødrum tilfari, ið ein ynskir skal verða tikið við, tá mett verður um starvsligar forleikar, eiga at verða stiladar til landsskjalavørdin og mugu vera á skrivstovu landsskjalasavnsins í sein- asta lagi mánadagin 12. desember 1994 kl. 16.00. Lenin er sambært sáttmála millum Før- oya Landsstýri og Starvsmannafelag- ið. FØROYA LANDSSKJALASAVN W. U. Hammershaimbsgøta 24 FR-100 Torshavn +298 16677 - Telefon Telefax +298 18677 studentaskúla- uppvandur undir kommunistisku skipanini, hon er ikki nøgd við skipan- ina, men dugir ikki at hugsa sær hvussu skipanin kundi verið ødrvisi. Hetta er ikki ødrvisi hugsan, enn vit vest- an fyri høvdu — hvør av okk- um kundi imynda sær at kommunisman fall, og at jarntjaldið skrædnaði. Í mun til læraran krevja næmingarnir broytingar. Teir eru sjålvsøknir, og hava heilt annan hugburð ul skipanina, tey krevja at Je- lena hækkar allar teirra pråvtøkukarakterir, so tey hava møguleika at klåra seg vestanfyri. Tey krevja at fåa møguleikan til eitt liv — eitt liv, ið er vert at liva. Leikurin byrjar sum ein fridarligur fødingardagur, men endar sum ein uppgerð millum unga ættarliðið og russar í bestu árum. Leikurin er óhóskandi fyri børn. BT palletvognar Søla, eykalutir og tænasta! uw. Eru á goymslu. Kaj Andreasen PF. Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600 ia útvegast til | ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Til. 21605 Fax. 21666 BBC Leygardag gur 5. nov. ord Service News 0.25 Newsnight 1.00-8.00 World Service News every fuli Hour 125 World Business Report 225 Newsnight 3.25 Kilroy: »Cash for Ques- tions< 4.25 The big Trip 27 5.25 The Clothes Show 6.25 TopGear 7.25 The late Show 825 Public Eye: »Giri Gangs« 9.00 Bitsa: »Eco Bits« 9.15 Chucklevision: »Mind over Marrow« 9.35 Marlene Marlowe Investi- gates: »The Hitmey Hootson Kidnapping« 955 Blue Peter 10.20 BykerGrove 10.45 The 0-Zone 11.00 Top of the Pops 11.30 The Clothes Show 1155 A Cook's Tour of France: »Lyons and Savoie< 1225 Green Fingers 1255 Grandstand 1715 News from London 1725 World News Week 1755 Top of the Pops | 18.40 Hi-De-Hi: »On with the Mot- 1910 Nodts Hase Party 20.00 Big Break 88 200 Walting or God 88 21.00 The driven Man 2150 Sport'94 23.00 World Service News 23.25 World Business Review Sunnudagur 6. nov. 0.00-7.00 World Service News every full Hour 0.25 World News Week 1.25 World Business Review 225 India Business Report 3.25 Kilroy: »Job Seekers« 4.25 Film '94 5.25 India Business Report 6.25 All Black: »White Church - Black Magic« 46 7.25 The late Show 8.00 Decisions: »Gillian King and Fiona Downey= 66 8.15 Breakfast with Frost 9.15 Playdays 9.35 TVK 9.50 Blue Peter 10.15 Time Busters 10.40 Grange Hill 11.05 Design Classics 1135 Country File 1200 World News Week 1230 News from London 1235 Onthe Record 1330 Eastenders Omnibus 1450 One Man and his Dog! 8 15.35 Forty Minutes 16.15 Timeewatch: >Prescription for Revolution« 1705 ACook's Tour of France 17.35 Network East 18.05 News from London 1825 Songs of Praise: »West End Praise« 19.00 Children in Need: »Lighting the Touch Paper« 5 7