Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 132 - 16. juli 2003 Nr. 132 - 16. juli 2003 21 VIÐMERKINGAR Nú verða skipað parkeringsviðurskifti við flogvøllin – har tú mótvegis gjaldi kanst langtíðarparkera PARKERING Eirikur Lindenskov Umsíðir verða skipað par- keringsviðurskiftið kring flogvøllin í Vágum. Herfyri greiddi Sosial- urin frá, at avtala varð gjørd millum Vága Vaktarhald og Landsverkfrøðingin um parkeringina. Hetta sam- starvið er nú formliga er farið at virka. Frá mánadegnum farna at rokna ber til at seta bilin frá sær móti gjaldi á langtíð- arparkeingsøkinum, har vaktarfólk ansar bilunum alt samdøgrið. Frá komandi mánadegi at rokna verða eisini broyting- ar gjørdar á parkeringsøki- num framman fyri komu- høllina, har áður loyvt hevur verið at parkera í 24 tímar. Nú ber einans til at parkera har í tveir tímar. Hergeir Nielsen Stórur dentur verður í hesum døgum lagdur á at fáa so virðilig viður- skifti sum gjørligt mill- um Føroyar og Dan- mark. Formansskapir og stjórnarleiðarar hava hitt hvønnannan í summar, og avtalur eru gjørdar á hægsta stigi. Nú vit nærkast ólav- søkuni tykist kortini eitt og annað taka seg upp, sum er heldur óheppið fyri víðari gongdina rætta vegin. Okkum varð lovað egnan myndugleika í egnum uttanríkis- og verjumálum, men hesi lyftir eru nú sópað til viks. Hesi mál eru nú aftur ríkismál - "sådan er det." Eitt samt løgting hev- ur samtykt, at hernaðar- lógir ikki skulu kroystast niður yvir okkum, men lítið dugir. Her eru tað vit, ið ráða, siga danir, og teir gera um teimum lystir. Vit hava fingið mót- stríðandi upplýsingar frá fleiri donskum ráðharr- um um fíggjarligu viður- skifti okkara við NATO- felagsskapin. Fleiri ráðharrar siga danir hava spart risaupp- hæddir upp á Føroyar og Grønland, meðan aðrir siga, at vit meir at kalla bara hava verið til út- legg. Óheftir sakkønir í Før- oyum og Grønlandi hava roknað seg fram til fleiri 10- tals milliardir, sum danir hava spart, meðan danski verjumálaráð- harrin nú sigur, at vit kosta teimum 144 milli- ónir krónur í árligum verjuútreiðslum. "Nær hevur Danmark vart Føroyar hernaðar- liga, tá á hevur staðið?" spurdi Janus Kamban, eldri, forsætismálaráð- harran, tá hann var her, men fekk einki svar. Ferð eftir ferð hava danir víst hesum máli frá sær, og ikki vilja við- gjørt tað, men nú fyri- liggur ein nýggj støða. Sitandi forsætis- og sitandi verjumálaráð- harri hava við ein munn sagt eini fólkatings- nevnd, at Føroyar og Grønland einki positivt íkast geva til danska bú- skapin, meðan undan- farnir ráðharrar í somu sessum søgdu tað øv- ugta. Danska fólkatingið tolir ikki, at ráðharrar siga ósatt, og her sigur onkur ósatt. Samskiftið okkara við danir tolir illa hesa tví- støðu teirra framyvir, og vit eiga at fáa greiðu á hesum máli. Í beinleiðis samráð- ingum partanna millum vísa danir uppgerðini frá sær, men aðrar leiðir eru nú gongdar. Fólkatingsumboð okkara eiga sjálvandi at nýta hetta gylta høvið til at fáa greiðu á, hvør ið sigur satt, og hvussu fíggjarligu viðurskifti okkara í NATO-felags- skapinum hanga saman. Búi Tyril Datt fram á pop.fo tann 14. juli og fekk eitt sjokk tá eg las eitt sindur í einum av kjaktráðunum har. Har var ein persónur í gongd við at spreiða pedofilt eitur! Man spyr seg sjálvan, hvør er tann ritstjórnarliga kósin á hesum tíðindamiðli fyri føroyskan ungdóm? Ikki fyrr enn ein kendur maður persónliga hevði vent sær til leiðsluna á pop.fo við áheitan um at taka innslagið burtur, var hesin skammiligi tanka- toskur tikin av aftur heima- síðuni. Men tá hevði hann eisini staðið alment uppi til øll at lesa í tveir dagar, til skaða fyri ikki bert expon- eraðar lesarar men bein- leiðis til óbótaliga sorg og tort fyri foreldur og familju annars hjá einari 4 ára gamlari smágentu hvørs einasta mistak var at smíla til fotografin. Tíbetur varð tilburðurin meldaður til Kriminal- politiið. Eftir stendur tó framvegis ein ringur deym- ur av einum sjúkligum mentaliteti sum eftir øllum at døma trívist á hesum oyggjum. Vónandi verða tey ið høvdu ábyrgdina av inn- legginum drigin til svars, um ikki annað so innan- hýsis av teimum ið hava evstu ábyrgdina av heim- asíðuni. Tað kann á ongan hátt vera nóg mikið við einum "oyss umskylda, eg meinti tað ikki, hatta var bara skemt," sum annars høvundin av tí sjúka inn- legginum royndi at koma við tá ið pápin at smágent- uni ið hevði verið fyri áganginum talaði at, tá ið skaðin longu var hendur. Tað kundi verið áhugavert at vita hvat Føroya Tele sigur til tílíkt... VIÐMERKINGAR Ráðharrar í tvístøðu Skipað parkeringsviður- skifti á flogvøllinum Frítt fram fyri pedofili á føroyskum ungdómssíðum? Á G-festivalinum hesaferð verður forkunnug vitjan úr Gambia. Talan er um teir báðar Basiru Njai og Dankun Travelly, ið spæla ymsar afrikanskar trummur FESTIVALUR Tíðindaskriv Teir báðir fara ikki á pallin at framføra, men heldur at vera millum festivalgestir- nar á økinum og seta dám á við afro-rútmum úr heim- landinum Gambia. Hetta er fyri at geva festivalinum nakað eyka av sjáldsemi, fjølbroytni og hugna. Har sum Basiru og Dank- un eru føddir og uppvaks- nir, er tað at spæla trummur frá barnsbeini av eins náttúrligt, sum tað at eta ræstan fisk er her í Føroy- um. Í løtuni búgva teir báðir í Danmark, har teir spæla við fleiri bólkum umframt at undirvísa í afrikansum trummum. Umframt verða undir- hildin við afro-trummum kanst tú eisini fáa nakað heilt serligt burturúr. Ba- siru og Dankun fara nevni- liga at hava workshop og undirvísing í afrikanskum trummum fyri áhugaðum á G! festivalinum. Áhugað kunna tekna seg ella spyrja seg fyri á: booking@gfestival.com Afrikanskar rútmur runga á G Festivalinum í Gøtu ALS Summarfrí 3/104.pdf Summarfrí Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd frá 21. juli til og við 15. august 2003. Vága Sjúkrakassi 360 Sandavágur Tlf. 333031 · Fax 333145 Lesið -tað loysir seg C M Y K 21 20