hósdagur 10. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
tår: Jan Miller
*
Sjálvdráttur
Oddagnein
TIDIN styttist til komandi samrådingar i Keyp-
mannahavn. Sjåldan i føroyskari politiskari
søgu hevur so stórur partur av fólkinum bíðað
so spent eftir einum politiskum fundi sum
komandi samráðingum. lkki ti - tað er einki
nýtt og sermerkt við hesum samráðingunum í
mun tey umfør, sum longu hava verið vil onkur
halda. Onnur vilja siga, at vit tvørturim6ti eru
við eitt avgerandi vegamót. Tað at danski
forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen
júst hevur vitjað her og sigur seg hava fingið
nógv burtur úr ger eisini komandi samráðingar
meira opnar og lovandi.
Í skrivandi løtu fyrireika embætismenn og
politikarar seg til hesar samráðingar. Nógv
hevur verið tosað um eina føroyska loysn, um
eitt føroyskt mótspæl og danskir politkkarar
hava eisini sóknast eftir einum føroyskum
útspæli.
EITT slíkt útspæl fingu vit so í sjónvarpinum
tyskvøldid, tá sambandstingmaðurin Finnbogi
Arge, sum er formaður í landsins mest týðandi
politsku nevnd, Figgjarnevndini, legði óvan-
liga hart út. Útspæl hansara var at gevast við
at fáa danir at endurfíggja okkara uttanlanda-
skuld og heldur tvinga útlendsku kreditorar-
nar at avskriva hesa skuld - eins og gjørt
verður í einumhvgrjum privatum húsagangi.
Vit duga væl at síggja logikkin í hesum hugs-
unnarhátti og er fyri so vítt einki nýtt í hesum.
Men fíggjarnevndarformaðurin gloymir bert -
og tað førdi figgjarmålarådharrin eisini fram í
SvF, at hetta er ikki so einfalt, tí onkur skal
eisini vera við til at fíggja undirskotið á fíggjar-
lógini.
VIT hava mangan sóknast eftir orðaskifti og
hava funnist at, at okkara politikarar eru í so
varnir at koma fram við loysnum ella bara
sjónarmiðjum um, hvussu mál verða loyst.
Men spurningur okkara til Finnboga Arge er,
hví hann fer í fjølmidlarnar bara eina viku
áðrenn floksformaður hansara skal til at leiða
samráðingarnar í Keypmannahavn. Hevdi tað
ikki verið rættari at umrøtt hetta saman við
løgmanni og landsstýrinum heldur enn at
melda út alment og hamið vísa dønum,
hvussu ósamdir vit sjálvir eru? Er tað ikki av
týdningi, at vit standa saman, tá vit fara til
Danmakar at samráðast og er tað ikki løg-
maður, sum eigur at føra orðið? Er tað ikki
politiskur sjálvdráttur, tá Finnbogi Arge slepp-
ur hesi "bumbu”" - ertað ikki at stinga sín egna
formann í ryggin og at grumsa alt hetta málið,
nú tað ræður so nógv um saman og finna fram
til frægasta føroyska mótspælið ella út-
spælið? Tað kann tykjast sum um Finnbogi
Arge hevur gloymt, at hann ikki longur eru í
fólkaflokkinum, har tað jú er ein fortreyt, at
hver maður koyrir sitt "sololøb"?
Soatalanin
Blabiojk: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Kilmar Jan Hansen -
Jåstinus Eidesgaard
Uppseting. PA
Lesarabrøv
LE
Klaksvikin orkar ikki at taka
eitt ódnartak afturat
Sosíalurin
Prent: PT Pressan 1981
Argjum
Tøleton: 11820
Bústaður. Argjavegi 26
67. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110Térshavn
Tøletax: 14720
Fakfeløg, vinnulivsfølk og
borgarar annars í Klaks-vik
tóku ódnartsk í fjør, tá
tíggjutals milliónir av egin-
peningi vórðu útvgaðar, og
hús og heim vórðu sett í veð
fyri skipum og virkjum í
Klaksvík. — Stødan kann ger-
ast álvarsligari enn mangur
hugsar.
Í hesum døgum, nú nógv verð-
ur tosað um at stuðla — fíggjar-
liga — nýggjum tiltøkum, at
Føroya Fiskavirking skal fáa
eftirgivna skuld, og møguliga
aðrar fyrimunir, er vert at
leggja sær í geyma, at ikki eiga
at verða gjørd åtøk, sum eru
kappingaravlagandi.
Fiskivinnan er so at siga ein-
asta vinna, sum hevur givið, og
í løtuni gevur nakað til sam-
felag okkara, hugsa vitum vør-
ur til útflutnings, tí er at ansa
eftir, hvussu fram verður farið.
Í fjør fóru øll virkini í Klaks-
vík og flestu skipini av knóran-
um, mest av teirri orsøk, at
kapitalkostnadurin samsvar-
aði ikki vid inntøkurnar.
Fakfeløg, vinnulívsfólk og
flestu borgarar tóku 6dnartøk,
og settu tíggjutals milliónir í
vinnulívið í býnum, so vinnu-
lívið og býurin slapp undan
týning, eins og av flóðaldu. —
Umframt tað, so veðhalda
vinnulívsfólk við húsi og
heimi fyri rakstrarlánum.
Hin »veikari« kann týna
hin »sterkara«
Vit vóru í teirri stóðu, at virkini
í Klaksvík hóraðu undan eini
sentralari danskari/føroyskari
loysn við styring og umsiting.
Nú virkini hjá okkum skulu
virka í harðari kapping við Før-
oya Fiskavirking, verður neyð-
ugt at síggja til, at tey verða fyri
somu batum sum Føroya
Fiskavirking.
Tí tann, ið kann tykjast sterk-
ari í dag, kann ómetaliga skjótt
verða týndur av tí veikara. —
Men minst til, eingin er sterkur
í dag.
Onkur hevur sagt, at virkini
hjá okkum t.d. P/f Kósin hevur
ávísar fyrimunir. — Hetta er
beinleiðis at reingja veruleik-
an.
Hinvegin, um so skuldi ver-
ið, hvernytta er í tí, um bæði tey
virki, ið hava fyrimunir, sum
tey eru skapt eftir vanligum
grundleggjandi forrætnings-
prinsippum, og tey veikaru, ið
lutvíst hava politiskar loysnir,
fara av knóranum.
Tíeigur at verða mint á, bæði
yvirfyri = fíggingarstovnum,
donskum stýrislimum í Føroy-
um og okkara egna landsstýri
og legtingi, at Klaksvíkin orkar
ikki at taka eitt ódnartak aft-
urat, um so er, at tad fer, sum nú
er endurreist.
Jógvan við Keldu,
býráðsformaður
—.ðQ——Mm
Nei til ES — Ja til alt okkara sjOøki
Nu skulu sviar velja, jaellanei,
til EU, sunnudagin 13. nov.
Tað er kunnugt, at allir teir po-
litikarar og eisini onnur, ið
ynskja ES-limaskap, teir eru
rendir púra fastir sjálvir, hesir
politikarar megna als ikki at
reka nøktandi landspolitikk, tí
vilja teir, at landið fråsigur sær
fullveldi sítt, suverenitetin, hin
politiska myndugleikan, ið teir
avreiða, til ES. Tað er so ússa-
ligt, tað er skeivur hugburður,
skeivur atburður. ES er yvir-
hevur eitt uppbólgnað skriv-
stovuveldi, niðri í Brússel, har
púra óvaldir lobbyistar domi-
nera ótrúliga nógv, á allar av-
gerdimar, ið nevndin og ES-
tingið taka. Tí gagna avgerð-
irnar fyrst og fremst fyritøkun-
um hjá hesum lobbyistum,
men ikki landinum, ella ES.
Endamál ESs hevur altíð
verið maximalur profittur, so
vertin ásamfelagið, verkafólk-
ið... ES ger spritt og tubakk 6-
dýrari, (meðan hospitals rakst-
urin verður tað, og meira dýr-
ari). Er tað nakað at ynskja eft-
ir??? Neyvan. Vit eiga eitt stórt
búskapar mark, vit eiga allan
Hetlandsgrunnin, ið ikki liggur
innan búskapar ski Skotlands,
tað er hevdsrættur, tí fyrr vóru
jú Føroyar og Hetland eitt løg-
dømi, og løgmadur búði og
virkaði i Føroyum, tí eiga vit
løgmæti, tað er jurisdiktion,
yvir øllum Hetlands grunnin-
um, enn í dag. * sjálvandi allan
Rock-al grunnin, sum jú hoyrir
undir føroyska landgrunnin, ið
hann er beint framhald av. Nú
mega politikararnir ikki av-
reiða nakað av búskaparmarki
/sjógki okkara, men staðfesta
allan rætt okkara, og ikki lorka
alt burtur, fyri lítið og lætt...
Hóraldur Harði
Víkingarnir eru útdeyðir!
Nú á døgum eru flestu fólk so
hart ímóti, at onnur hava
langt hár. Og tá ið vit búgva í
einum kristnum landi — og
tey flestu lesa bíbliuna — er
tað ógvuliga legið. Tí í bíbli-
uni stendur skrivað um
»Samson«, at hann hevði
langt hár, og at tað var styrki
og manndómur hansara. So
at hava langt hár er ikki nak-
að negativt symbol upp á
nakran máta uttan ein sjálv-
ur ger tað.
At hava langt hár er tað elsta
sniðið, ein kann velja sær, og
allíkavæleru fólk ímóti tí. Men
tað er neyvan sum eitt vanligt
snið, tey síggja tað.
Tey halda, at tað symboli-
serar at ein er ódugnaligur, ein
bumsur, ið hevur etsað sær
heilan upp av brennivíni og tí-
líkum og mangt annað ringt.
Kanska vóru víkingarnir av ti
heldur villara slagnum, og tað
er kanska tað, tey eru ávirkað
av. Men tå kann man trygt
troysta tey vid, at vikingarnir
fyri langari tíð síðani eru út-
deyðir og neyvan koma til lívs
aftur fyribils.
Hvat er nú so galið vid long-
um hári? Ein persónur við
longum hári kann vera eins
klókur og hava eins góða út-
búgving sum ein hver annar
við stuttum hári. Men fólk taka
bert tey ringu dømini burturúr,
og dømarestina av fjøldini eftir
teimum. Og tað er nakað
PISS!!!
>Shickana<
Eg royni sjálvur at fáa mær
langt hár og mítt hár er bert
hálvlangt, men longu síggi eg,
at fólk hyggja at mær, sum
kundi eg fyri tað havt dripið
ommu teirra. Tað er sera troytt-
andi. Og tað eru dómi um, at
politiið »ansar« betur eftir
fólki, ið hava langt hár, og tað
er einki uttan tann reina shic-
kana. Tað, sum kanska flestu
fólk hugsanúer, atum man ikki
tolir hetta, so kann man bara
klippa hárið av, tí eingin
grenjar um tað, ið ikki er til.
Men tað er tað sama sum at
biðja »tey myrku«, ið hava ver-
ið fyri nógv verri enn hesum,
um bara at flyta av planetuni.
Tað eru kanska fleiri av
teimum, ið ikki eru mammusa
bestu børn, men fyri tað hevur
eingin persónur rættin til at
vera so fullur í fordómum —
sum nógv annars eru — tí tað er
als ikki rætt.
Tróndur Skaalum,
praktikantur
Løgin spurnarkapping
Í sambandi við nåttarravna
spumarkappingina haldi eg
okkurt er, ið kundi verið betri.
T.d. er vanligt, at luttakarar-
nir fáa somu treytir at luttaka
undir.
Tann fyrsti, ið kemur igjøg-
num, fær 15 sekund og síðani
tøkk og farvæl, men um fleiri
ikki havarættasvarið, so leing-
ist tíðin og onkur fær fleiri mi-
nuttir.
So er tað eisini tað løgna, at
onnur enn tann, ið ringir, svara
spurningunum.
Er tað ikki órættvíst móti
teimum, ið bíða eftir at sleppa
framat og kanska hava rætta
svarið?
Kråkunev