hósdagur 10. november 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] 3 "Nn
215 — 10. NOVEMBER 1994 Síða5
/
Frá HÓSKVOLDI 10. NOV. til SUNNUKVØLD 13. NOV: j
skipa
skeð MORTANSMESSU
* VIKUSKIFTI &
Leygarkvøldid
spæla DRIV '1/17SKRÅ: 3 RÆTTIR
til dans ”
Ágóðin fer til * Fiska- & skeljadjóratallerkur
Havnar v/ salati og dypp.
imiifel
SNP Vel imillum
80 „ % Dunnu v/reydkåli, sviskum,
Kos (44, brúnum & hvítum eplum
Matur og SOðSÓS.
sm 170,- | eta
HYGGIÐ HER! + Piparbuff v/ salati,
Opid er SUNNUDAGIN bakadum epli og sås.
frá kl. 12.00 til 21.30
1/2 PRIS
* Ris ala mande.
Skálafólk og onnur við spældu tyskvøldid bingo til frama fyri teimum sjey á Vasilij Adonkin
Tiltakið hjá Losjuni og Pensionistafelagnum gav teimum túsund krónur í part, sum tey
kunnu halda jól fyri. Sleppa tey heim, hava tey nú ráð at keypa jólagávhr up 3 RÆTTIR 1 20
eisini fáa tey EINANS „"
Túsund krónur í part | —
- Vit vildu stuðla russarunum, so tey í hvussu er hava nakrar Altíð Vinarliga bíleggið borð
vælkomin á
krónur at halda jól fyri, sigur Jóhanna Olafsdóttir í Losjuni Vitin
á Skála. Losjan og Pensionistafelagid høvdu tyskvøldid bingo til j
frama fyri teimum sjey russarunum umborð á Vasilij Adonkin ;
Tað rørdi hjartarøturnar hjá
nógvum føroyingum, at
maskinmeistararin á Vasilij
Adonkin í Sosialinum
týsdagin rópti neyðarróp og
heitti á fólk um at hjálpa
teimum, tí tey ikki hava eitt
oyra.
Losjan Vitin og Pension-
istafelagið á Skála avgjørdu
beinanvegin at hava bingo
fyri at fáa eitt sindur inn til
russararnar, og hetta bingo
var tyskvøldid á Skála.
Ein av fyrireikarunum var
Jóhanna sdóttir í Losj-
uni Vitin á Skála.
Hon er væl nøgd við úr-
slitið. Netto komu inn 4000
krónur. Og tað er væl, tá
hugsað verður um, at bingo-
spælið var fyriskipað í eini
handavending, allir vinn-
ingarnir vórðu keyptir, og
vóru sera góðir vinn-
ingar.
- Vit hu sum so, at
hesi fólkini skulu vita, at vit
sum føroyingar eru sinnað
at hjálpa eftir førimuni, so
tey hava eitt sindur at halda
jól fyri. Eg haldi, at øll
skálafólk eru góð við russ-
ararnar her og royna at
hjálpa teimum á ymsan hátt,
sigur Jóhanna.
- Tað var sera dámligt
tyskvøldid at síggja øll av-
bygdarfólkini, sum komu á
bingo, og fleiri teirra søgdu,
attey komu bara, tí tey vildu
hjálpa russarunum. Har
vóru nógv tilkomin fólk,
eisini sjómanskonur, sum
vita, hvussu tað er at vera
familja hjá sjómanni, sígur
Jóhanna.
Yvirskotið av bingospæl-
inum verður ikki flutt á
konto hjá russarunum.
Losjan og Pensionistafel-
agið avgjørdu, at hvert fel-
agið skuldi leggja 1500
krónur í puljuna, soleiðis at
tað verða sjey túsund krón-
ur tilsamans, og í dag ella
onkran annan dag fer ein
maður oman til russararnar
og gevur teimum 1000
krónur í part.
- Pengamar skulu tey
hava til sín sjálvs til at halda
jól ls: fyri at tey kunnu
keypa okkurt til familjuna,
um tey sleppa heim til jóla,
sigur Jóhanna.
Onkursvegna sleppa
fólkini helst heim, men
Jóhanna er væl greið yvir, at
allar súðir ikki eru syftar
fyri tað, tí øll hava tað líka
smátt heima. Hesar túsund
krónumar eru ætlaðar teim-
um sum ein hjálp, og tí russ-
ararnir skulu vita, at føroy-
ingar hugsa um teir, sigur
Jóhanna.
randi
Reiðariið hevur ábyrgdina
Sosialurin hevur greitt frá
trupulleikunum hjá teimum
sjey fólkunum, sum eru
strandað á Skála, har skip
teirra, Vasilij Adonkin, nú
hevur A 14 mánaðir.
Fyri Northern Ma-
rine nt í Miðvági
átók sær í vár at hjálpa tí lítla
reiðarínum í Murmansk,
men einki hevur borið til.
Trupulleikamir byrjaðu
fyri einum ári síðan. Reið-
aríið megnaði ikki at gjalda
rokningina fyri umvæling-
ina á Skála.
Ætlanin var tá at finna
eina loysn, so skipið kundi
vinna pening inn fyri rokn-
ingina við at flyta fisk fyri
onnur reiðarí. Reiðaríið
skuldi sjálvt gera slíkar av-
talur. Men illa gekst, antin
kundu hini reiðaríini ikki
veita trygd fyri pengum,
ella vóru avalurnar ov vána-
ligar til, at tað loysti seg, tí
tað skuldi eisini eitt sindur
til aftrat at gera skipið sigl-
i lånt.
Í Joensen, stjóri í Nor-
thern Marine Manegement,
sigur, at teir eisini tosaðu
um at selja skipið, og Nor-
thern Marine Manegement
fann ein ke í Afrika.
Men so segðr reiðarfið nei
til at selja skipið.
Formliga hevur reiðaríið í
hvussu er ábyrgd av skipi-
num, sigur Páll Joensen.
Hann veit líka líuið sum
nakar annar, hvat fer at
henda við skipinum.
Kann ikki sigla
Sum er kann skipið ikki
sigla, tí ymist er eftir at gera
við tað, og tí manningin tel-
ur so fá fólk, at tað ikki hev-
ur loyvi til atloysa. Í summ-
ar fór størsti parturin av
manningin heim. Fýra
sluppu vid flogfari, tí te
vóru illa fyri, onnur fóru vi
russiskum skipum.
Tey sjey, sum eftir eru á
skipinum, hava havt nøkur
tilboð um at sleppa heim,
men tey hava ikki hildið seg
kunna farið av skipinum.
Kvinnan umborð sleppur tó
nú heim við flogfari. Páll
Joensen skilir væl, at skip-
arin og hini umborð ikki
longur halda seg hava á-
byrgd av skipinum og bara
vilja sleppa heim.
Seinni í hesum mánaði-
num kemur ein russiskur
trolari aftur á Skála. Tá er
eitt høvi hjá monnunum
umborð at sleppa heim.
Skuldin í skipinum veks-
ur fyri hvønn dag, tí Skála
havn skal hava sítt gjald.
Siga havnarmyndugleikar-
nir nei til at hava skipið
5 i, kann tad sleipast
út frå.
Fremmant flagg
Var tað eitt føroyskt skip, ið
lá við bryggju við stødugt
vaksandi skuld, gjørði onk-
ur úttøku í tí, og tað fór undir
hamaran. Tað tekur ein dag
í Føroyum. Hetta kann ikki
gerast við Vasilij Adonkin í
Føroyum, tí hann er undir
fremmandum flaggi, og at
fáa slíka stevning ígjøgnum
í Russlandi tekur minst
hálvt ár, sigur Páll Joensen.
randi