hósdagur 10. november 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6 Nr 215-— 10. NOVEMBER 1994
Jelena er lærari, og tá hon hevur fødingardag, stókka næmingarnir inn á gólvið hjá henni. Stovan hjá Jelenu er leikpallur í
Norðurlandahúsinum, sum í hesum føri eisini gevur áskoðarunum innlit í viðurskiftunum hjá russum í dag. Á myndini
Súsanna Tórgarð sum Jelena og Hans Tórgarð sum næmingur.
Eitt stríð millum ættarlidini
- maktgirnd og harðskap
Leikurin er bygdur um eina friðarliga fødingardagsveitslu, sum
endar við eini uppgerð millum unga ættaðliðið og russar í besta
aldri
Í løtuni leggur leikbólkurin
Gríma síðstu hond á fram-
fórslu í Norðurlandahúsi-
num, sum snýr seg um við-
urskifti millum eldra og
yngra ættarliðið í Russ-
landi.
Tað er Ljudmila Razum-
ovskaja, kendur rithøvundi
i Russlandi, sum hevur
skrivað sjónleikin "Góða
Jelena", og væntandi verður
hann frumsýndur um nakrar
dagar.
Leikurin er skrivaður í
1980, og er sostatt í inni-
haldi eisini um broytingar-
tíðir í gamla Sovjetsam-
veldinum.
Fimm leikarar eru á palli í
slakar tveir tímar. Í leiki-
num hittast tey í stovuni hjá
Posthúsið selur
atgongumerki
Í royndini at fáa so nógvar áskoðarar
sum til ber í talu, hevur Sjónleikar-
húsið fingið avtalu við Posthús ið um
at selja atgongumerki
Tað er sum kunnugt ofta
metumikið at fáa hendur
á atgongumerki, um tú
ætlar tær til sjónleik, og.
nógv setast kanska aftur
av somu orsøk.
Fyri at bóta um sam-
skiftið, hevur Sjónleik-
arhúsið gjørt avtalu við
Posthúsið í SMS, um at
selja atgongumerki, um-
framt at Kunningar-
stovnan og Norður-
landahúsið eisini selja
atgongumerki.
Nýggja skipanin er
ikki bert gjørd fyri sjón-
leikin "Góða Jelena“,
men verður eisini nýtt
frameftir, tá aðrir sjón-
leikir verða framførdir.
- Tað kann verða tor-
ført hjá fólki í Kollafirði,
Vestmanna og aðrastað-
ni at gera av, um tey
skulu fara til sjónleik, um
tey skulu fara heilt til
Havnar, bert fyri at
keypa atgongumerki. Tí
bøtir tað vónandi um
samskiftið, at fólk kunnu
fara á Posthúsið í heim-
bygdini at keypa at-
gongumerki, so tey eru
tryggaði ein sess, tá tey
koma til Havnar, sigur
Magni Dalsgaard, leið-
ari í Sjónleikarhúsinum.
- Vísir tað seg, at henda
skipan riggar, er ætlanin
at víðka um av-
greidslustødini á bygd,
sigur Magni Dalsgaard.
Dagny
Upprunaliga var ætlanin
at frumsýna sjónleikin
"Góða Jelena" nú
leygarkvøldid, men av ti
at Hans Tórgarð varð
lagdur undir skurð týs-
dagin, er framførslan út-
sett. Seinast vit frættu var
Hans Tórgarð útskrivaður
Í gjár, og at frumsýningin
verður sunnudagin
Myndir: Kalmar
Jelenu Sergejevna,
hevur fødingardag.
sum
Lívsáskoðan og
vónir fyri framtíðina
Veitslan byrjar friðarliga,
men so hvørt sum frálíður,
verða vit áskoðarar til harð-
skap og sorgarleikir, sum er
ein avleiðing av tí, sum hesi
menniskju hava verið fyri.
Á tíðindafundi týsdagin,
søgdu leikarar og leikstjóri
frá sínum hugsanum um
leikin. Eitt nú, at hetta er ein
uppgerð millum tvey ættar-
lið, sum í brotum sigur okk-
um um teirra lívsáskoðan,
moral, og um hugsjónir og
vónir fyri framtíðina.
Felags fyri øll er, at tey
eru partar av einum sam-
felag í ógvusligum broyt-
ingum. Tey gomlu vita ikki
rættiliga, um tey vilja taka
móti tí nýggju tíðini, og
halda kanska, at gamla tíðin
við sínum avmarkingum
gav tryggleika á ødrvisi hátt
enn nútíðin ber boð um.
Tey ungu vilja hava fram-
gongd, og tað ongantíð og
skjótt.
Ikki fyri børn
Leikurin "Góða Jelena"
gevur sostatt eisini okkum í
Føroyum nakað at hugsa
um. Sera ógvusligar hend-
ingar fara fram á palli, og
sjónleikararnir halda ikki,
at hann er hóskandi fyri
børn. ;
Tad er Ingunn Asdisar-
dótti í Íslandi, sum hevur
sett leikin upp. Hon hevur
lisið sjønleikasøgu ella
dramatik á hægri lærustovni
í Reykjavík. Eftir hetta fór
hon til Týsklands at lesa
leikstjórn í Køln.
Ingunn Asdisardóttir
kom heimaftur til Íslands í
1985, og hevur síðani ar-
beitt við leikstjórn í leik-
húsum og í Útvarpinum,
Leikarar og leikstjóri vóru rættiliga
órkymlað, tá tey komu á tíðinda-
fund í sambandi við at sjónleikurin
"Góða Jelena" skuldi frumsýnast
leygardagin, vegna sjúku
Sjónleikurin "Góða Jel-
ena" verður ikki sýndur
leygarkvøldid, sum upp-
runaliga ætlað.
Hans Tórgarð, sum
hevur ein stóran leiklut,
er vorðin sjúkur, og varð
lagdur undir skurð týs-
dagin.
Hann hevur havt krim-
sjúku, og av hesum hev-
ur hann fingið ein svull í
hálsin, sum tað var neyð-
ugt at skurðviðgerða.
Eftir tí, sum sjónleik-
arar og leikstjóri høvdu
frætt á Landssjúkrahúsi-
num, so skuldi Hans
Tórgarð verið førur fyri
at standa á palli aftur um
stutta tíð.
Týsdagin var tíðinda-
fundur, í sambandi við
frumsýningina, har leik-
arar og leikstjóri greiddi
frá innihaldinum í leiki-
num.
3
…
eins og hon hevur umsett
skaldsøgur og leikrit.
Sjónleikararnir eru: Rúni
Gaardlykke, Súsanna Tór-
garð, Erling Eysturoy, Hans
Tórgarð og Kristina Han-
sen.
- i
%
K
t
Tey høvdutå júst verið
á Landssjúkrahúsinum
við sjúklinginum, og
vóru tí rættiliga ørkymli-
að av tí óvæntaðu hend-
ing, at tey noyðast at út-
seta frumsýningina, eins
og ey sjálvandi eisini
hugsaðu um sjúklingin.
Hans Tórgarð hevur
ein serliga harðligan
leiklut. Tað merkir, at
hann skal nýta røddina
fult út, eins og krops-
rørslur hansara í leiki-
num eru rættiliga 6gvus-
ligar. Tí er tað ivasamt,
nær frumsýningin verð-
ur.
Tó visti leikarar og
leikstjóri at siga, at tey
vónaðu at frumsýningin
verður sunnudagin ella í
seinasta lagi mánadagin í
næstu viku.
Dagny
&
i
Carl Johan Jensen, rithøv-
undur, hevur umsett leik-
ritid, og Hansina Iversen,
listakvinna, hevur gjørt
pallin.
Dagny
KAVARASKEIÐ
— Skipað sum kvøldskeid —
Byrjad verdur 17. nov., 1994.
Tilmelding å tlf. 11707 ella 16222.
Føroya Kavaraskuli