Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindabladid CT Nr. 216 — 11. NOVEMBER 1994 Sida 5 > »Lat okkum nå síggja- Gávan var eitt vakurt sjål, ið hon pakkaði út, meðan tey sótu til borðs á blinda- stovninum við einum kaffi- munni og onkrum góðum afturvið. Har avdúkaði hon eisini sítt fríska lyndi og sín ser- staka hátt at tosa uppá: — Ja, lat okkum nú síggja, hvat er í pakkanum, segði hon, tá hon byrjaði at pakka upp. Og tá hon var komin eitt sindur longri við at fáa pappírið uttan av sjálinum, legði hon aftrat: Marita Nystróm, skeiðluttakari: Nú byrjar tað at vísa seg, hvat er í... Eingin ivi um, at hon við skeiðnum og sínum veri- máta hevur verið við til at geva teimum 18 blindu og sjónveiku, ið vóru á skeiðn- um, bæði sjálvsálit og dirvi at arbeiða víðari við. — Lærdu at gera nakað við trupul- leikarnar Tað var heilt týðiligt, at skeiðluttakararnir á Før- oya Blindastovni vóru vælnøgdir við tað, teir høvdu fingið burturúr teimum trimum døgun- um saman við Karen Marie Petersen. Ein teirra var Marita Nystrøm úr Klaksvík, ið hevur eina so veika sjón, at hon bert sær cin tíggj- undapart av tí, eitt fólk við vanligari sjón sær. — Hetta hevur verið eitt seragevandi skeið, og eg havi nú serliga heft meg við, hvussu væl Karen Marie dugdi at fáa okk- um at koma fram við tí, ið lá okkum á hjarta, sig- ur hon. Nógv varð tikið upp til viðgerðar — Sjålv havi eg verið á fleiri skeiðum niðri í sambandi við, at eg eri blindakonsulentur, men eg má siga, a: cg ongan- tíð havi uppi:vað, at øll á einum skeiði hava verið so virkin, tá vit hava arb- eitt saman. Marita Nystrøm sigur, at tad var ræti liga ymist, ið teir ymsu luttakararnir høvdu at bera fram. — Kanska serliga tey ungu løgdu dent á, at tey fegin vildu hav á blinda- stovnin at vera citt arb- eiðspláss fyri tey, so tey kunnu hava nakað at fara upp til um morgunin. Og tey førdu eisini fram, at ynskiligt hevði verið vid einum staði, har fleiri kundu búð saman, ið eru í somu støðu, greiðir hon frá. — So var eisini ymist annað tikið fram, so sum at fáa vegir betur merkt- ar við hvítum stríkum, og onkur vildi fegin hava, at ein innlesingar- tænasta varð sett á stovn, so tað kann bera til at fáa brøv og annað lisið inn á band. Men tað vóru ikki bert trupulleikar og ynski, ið kosta nakað, ið vórðu sett fram á skeiðnum. Eitt nú kom nógv fram, at tað er av týdningi, at fólk eru opin fyri, hvat tað er at vera blindur og sjónveikur. — Vit mugu hava virð- ing okkum sjálvum, tí so kunnu eisini onnur fáa virðing fyri okkum og teimum trupulleikunum, vit hava, sigur Marita. — Og so er tað eitt, id ikki hevði minsta týdn- ingin fyri skeiðið, nevni- liga tann sosiala samver- an, ið hevur so øgiliga nógv at siga. Hon var sera góð á skeiðnum, og eg tori at siga fyri okkum øll, at vit nú hava havt triggjar góðar dagar sam- an. Arbeiða víðari nú Ætlanin er ikki, at alt tað, ið tosað varð um á skeiðnum, bert skal fara í onkra skuffu og síðani verða gloymt, so fram- yvir fara tey at arbeiða víðari við tí, ið varð tíkið fram. — Hetta er eisini nakað, vit hava lært so sera væl, sigur Marita. — Tað hevur jú nógv at síga, at vit ikki bert taka trupulleikamar upp og síðani lata teir líkasum verða hangandi í luftini. Vitmugu koma víðari og fáa gjørt nakað við alt tað, vit hava tosað um. Tað hevur kanska verið tað allarbesta við hesum skeiðnum. hj. Fleiri vilja gerast : nýggjur sølustjóri Bæði fóroyingar og útlendingar eru mill- um umsókjararnar, ið hava søkt nýggja starvið, ið skal vera við til at menna og styrkja sóluarbeiðið hjá Faroe Seafood Herfyri søkti Faroe Seafood eftir einum marketing- og sølustjóra, og tå freistin var úti mánadagin í vikuni, vísti tað seg, at ein rúgva av um- søkjarum vóru til starvið. Tå Sosialurin fyrrapartin í gjår tosadi vid Niels Søren- sen, stjóra á Faroe Seafood, hevði hann ikki akkuråt all- ar umsóknirnar á bordinum, so tí fekk hann ikki sett nakað tal á, hvussu nógvar tær eru í tali. — Men vit hava fingið eina rúgvu av umsóknum, ið eru frá bæði føroyingum, døn- um og ødrum útlendingum, segði fiskasglustjórin. — Helst eru umsóknirnar einar 30-40 í tali, men eg fái tíverri ikki sagt någreiniliga talið akkurát nú. Men áhug- in hevur í hvussu er verið sera stórur fyri starvinum. Sambært lýsingini, ið var at síggja í fóroyskum og út- lendskum bløðum fyri um- leið tveimum vikum síðani, skal sølu- og marketing- stjórin hava høvudsåbyrgd- ina av søludcildum felags- ins, umframt at hann skal hava åbyrgdina av marke- ting og menning av vørum hjå Faroe Scafood. Eisini verður nyggi stjór- in á fiskasøluni partur av stjórn felagsins, ið verður umskipað, so hon framyvir telur triggjar persónar, ið skulu verða undir leiðslu av forstjóranum Niels Søren- — Høvudstankin aftan fyri nýggja stjórastarvið er, at viðkomandi persónur, ið settur verður, skal vera við til at menna og styrkja sølu- arbeiðið hjá okkum, ið al- samt verður meira krevj- andi, sigur Niels Sørensen. - Stórar broytingar henda alla tíðina í heiminum uttan um okkum, og tað setir so eisini krøv til okkara sølu- arbeiði. Umráðandi er, at hetta starvið skal vera við il at gera, at felagið klárar seg betur og betur, og vónandi fær tað so eisini eina smitt- andi ávirkan á eitt nú prísir og annað. Royndirnar nógv at siga Faroe Seafood legði í lýs- ingini dent á, at umsøk jarar til starvið sum sølu- og mar- ketingstjóri skuldu hava al- tjóða royndir og verða førir fyri at gjøgnumføra settar uppgávur. . Vit seta sum fortreyt, at tú í mong ár hevur royndir sum sølu- og marketing stjóri innan matvøruidnad- in ella tílíkt, segði lýsingin. Skjalprógvað úrslit, sum eru fingin til vega við góð- um keypsskapi, skulu vísast fram. Somuleiðis varð í lýsing- ini sagt frá, at nýggi stjórin kann rokna við at koma at ferðast nógv í sambandi við arbeiðið. Niels Sørensen sigur, at a Faroe Seafood Niels Sorensen, forstjóri í Faroe Seafood, fer ein av fyrstu dógunum at seta seg nærri inní, hvussu tær mongu umsóknirnar til nýggja starvið sum sølu- og marketings- stjóri hjá felagnum síggja út Vit leggja stóran dent á at finna rætta persónin ul hetta starvið, sígur hann sum gongdin er, noyðist Faroe Seafood at brúka meira orku upp á søluarb- eiðið framyvir, og at hettaer ein liður í ti. — Vit leggja stóran dent á at finna rætta persónin til hetta starvið, so ti fegnast vitum, atso mong hava sýnt Mynd: Hilmar Jan Hansen áhuga og sent okkum um- sóknir, sigur hann. Fyrsta dagin verður farið at gjøgnumhyggja allar tær mongu umsóknirnar, og sølu- og marketingstjórin verður settur í starv frá hós- degnum 1. desember. hj. Sjavs í B36-husinum Sum ein liður í ókta virkseminum í B36- húsinum í vetur, nú fótbólturin ikki long- ur er á skránni, fer B36 nú undir at hava sjavskappingar, ið byrja tyskvøldid kl. 19. Eisini floksmenninir, ið skuldu spælt í kvøld, verða bidnir um at móta tá. Gjøgnum fleiri vetrar hevur tað verið sera vælumtókt úti á bygd at skipa fyri sjavs- kappingum. Hesar kapp- ingar hava fingið sera góða undirtóku mangastaðni, og tað hevur eggjað B36 til at fara undir sama tiltak í vet- ur. Byrjað verður komandi tyskvøld kl. 19, og er ætlan- in at halda fram vid tiltakin- um allan vetur. — Vit hava enn ikki gjørt av, um hesar kappingarnar skulu vera hvort tyskvøld, annaðhvort tyskvøld ella okkurt heilt annað. Tað fáa vit at síggja, tá vit hava fyrst hava loddað dýpið og vita, hvussu stórur áhugin er fyri hesum her í Havn, sigur Petur Nolsøe, ið saman við Birgari Johannesen hevur tikid stig til sjavskapping- arnar. — Men tiltakið sær út til at hava fingið góða undirtøku aðrastaðni, so vit vóna, at so verður her eisini. Ein sjavskapping millum limir í Floksmonnum varð lýst at skula vera í kvold, men fyrireikararnir hava gjørt av, at tilmeldadu lut- takararnir í teirri kappingini skulu meta tyskvøldid eis- ini, so øll vera saman. Sjavskappingarnar, ið eru royndar aðrastaðni, hava sum nevnt omanfyri fingið góða undirtøku, og tað eru bæði yngri og eldri, ið hava sett seg við kortunum. Eis- ini er sjavs eitt so mikið væl umtókt kortspæl, at eingin ivi man vera um, at undinøkan fer at vera góð í B36-húsinum eisini. Umframt sjavskapping- arnar skipar B36 eisini fyri øðrum tiltøkum gjøgnum veturin, og er húsið upptikid av ymsum tiltøkum at kalla hvort einasta kvold í vikuni. Kostnaðurin fyri sjavs- kappingina er 100 krónur fyri parið, og kunnu øll vera við — eisini tey, ið ikki eru limir í eitt nú B36 ella Floksmonnum. Tey, ið hava hug at vera við, kunnu boða frá luttøku á tlf. 11936 mill- um kl. 17 og 19 månakvøld- ið. hj.