Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða4 Nr 218—15. NOVEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin ] Síða 4 Nr. 218—-15. NOVEMBER 558 sr £ Nógv fólk var við til skeiðið á Landssjúkrahúsinum. Mynd kalma! Ílóga í nýskapan sparir í síðsta enda: Latið gomul og s fáa døgnrøkt heima Talið á eldri fólki er nógv vaksið. Tað gevur bæði starvsfólki í heilsuverkinum og politikarum stórar avbjóðingar. Fóroyingar kunnu spara nógv upp á longri sikt við eini dógnvaktarskipan fyri eldri og sjúk fólk. Danir hava góðar royndir við hesum I sambandi við at psyki- atriska deild á Landssjúkra- húsinum hevur 25 ár á baki í ár hevur verið skipað fyri ymsum tiltøkum í heyst. Eitt teirra varð hildið í farnu viku. Tá var skeið fyri starvsfólki í heilsuverk- inum og varð serstakliga tosað um tann partin av psykiatriini, sum nevnist gerontopsykiatri, sum snyr seg um viðgerð og røkt av gomlum, serliga innan t.d. demens, bædi sonevndan Alzheimers demens og annan demens. Ahugin fyri skeidum var sera stórur, nærum 200 fólk vóru í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum teir báðar skeiðdagamar. Serkøn á økinum vóru komin úr Danmark at halda fyrilestrar. Tey vóru Nils Chr. Gulman, yvirlækni, Inge Voldsgaard, økis- sjukrasystir og Per Torpdal, psykologur. Øll starvast tey å geronto- psykiatrisku deildini i År- hus. Nils Gulman sigur vid Sosialin, at hann er sera nøgdur við skeiðið, ti áhug- in var so stórur. Stórur trupulleiki Hann vísir á, at trupulleikin við demens ella senilitet hjá eldri fólk er við at gerast ein stødugt stórri samfelags- trupulleiki. Talið á eldri fólki veksur og harvið fáa vit eisini fleir í dement og hetta gerst ein stórri og stórri byrða fyri samfelagið men eisini fyri røktarf6lkini, sum fáa stórri og stórri uppgávur. Hesar nýggju uppgáv- urnar krevja eina speciali- seraða røkt, og tað er m.a. hesa tey trý fólkini úr Árhus hava greitt frá og undirvíst í. Samanbera vit viður- skiftini í Føroyum við tey í Danmark, so er greitt, at sjúkumar eru tær somu, men umstødurnar til við- gerð og røkt eru nógv ødrvisi, og her heldur Nils Gulman, at føroyingar hava møguleika at taka vid royndunum i Danmark serstakliga tå tosað verður um eina vaktarskipan við røkt alt samdøgrid. Hetta er ein skipan, sum danir hava drúgvar royndir vid og sum teir eisini eru sera fegnir um. Ein døgnvakt vil siga, at eldri fólk, sum ikki klára seg seg so væl heima hjá sær sjálvum, kunnu fáa hjálp alt samdøgrid. Umhugsiðslíka skipan -Eg haldi ut í Føroyum áttu at umhugsað eina slíka skipan - sjálvandi í tann mun møguleiki er at figgja hana. Gomul fólk, sum búgva heima, hava tørv á eini slíkari skipan, og eg ivist onga løtu í, at tit upp á longri sikt fara at spara pengar við eini døgnvaktarskipan. Alternativið, sigur Nils Gulman, er at senda hesi eldri fólkini á røktarheim, og tað kann gerast kostn- aðarmikið. NilsGulman vísir á, at við eini døgnvakt ber tað ul skjótari at útskriva eldri fólk, sum eru á sjúkrahúsi ella á røktarheimi. Eindøgnvakt verður rikin á tann hátt, at tað eru nøkur røktarfélk, sum eru á vakt alt samdøgrid. Tey hava so eina ávísa arbeiðsætlan, har tey skulu vitja ávís eldri fólk til ásettatíð. Haraftrat er møguleiki fyri at geva akutta hjálp til eldri fólki, sum brádliga hava hana fyri neyðini. Fólkini, sum eru við í eini slíkari døgnvaktarskipan eru sjúkrasystrar, heima- hjålparar og onnur røkt- arfólk. Læknar hava døgn- vakt sum er. Nils Gulman leggur stóran dent á, at endamálið við vitjan teirra er ikki, at sigaføroyingum „ hvat teir eiga at gera, eiheldur at siga politikarunum her, hvussu teir eiga at prioritera útreiðslurnar til heilsuverk- ið. -Vit kunnu bara vísa tykkum á, hvørjar royndir vit hava. Eg dugi væl at síggja, at hetta eru kanska ikki tær réttu tíðirnar at koma við nýskapan innan heilsuverkid, tá hetta kostar pengar, men tað hevur so verið hugsanin hjá donsk- um politikarum, at ein døgnvaktarskipan fyri eldri heimabúgvandi í síðsta enda fór at spara pengar umframt sjálvandi at vera ein góð tænata í sær sjálv- um. Nils Gulman sigur, at tað hevði lætt nógv um hjá psykiatrisku deild, um tað bar til at skriva út tey eldru skjótari. -Eg hava einki ynski um deildini í Árhus at dramatisea henda spurn- ingin, men tað tænir bæði teimum gomlu og eisini samfelagsbúskapinum at fáa eina døgnrøkt . Rektarheim Døgnrøkt er ikki ætlað tilboð til øll eldri fólk, sum búgva heima. Mong av teimum klára seg. Men eitt minni tal av teimum, van- liga eru tað eini 20% av øllum yvir 80 år, sum hava tørv á røkt alt samdøgrid. Spurningurin er so, um hesi skulu á røktarheim ella at ein skal varðveita møgu- leikan hjá teimum at vera búgvandi heima. Per Torpdahl, psykologur sigur, at gerontopsykiat- riska røktin í Føroyum er skipað nakað ødrvisi enn í Danmark. Hann heldur tað vera eitt gott hugskot við eini døgnrøkt í Føroyum. Eisini Inge Voldsgaard, økissjåkrasystir heldur eina slíka skipan verða eitt framstig. Nú íbúgvararnir eru spjæddir út á nógvar smærri oyggjar má ein slík skipan sjálvandi skipast hareftir. Nils Gulman sigur annars, at spurningurin um at seta eina slíka skipan í verk er ein kommunalpolitiskur spurningur. -Men lat meg endurtaka, vit eru ikki komin higar fyri at tosa um, at tit skulu fáa eina slíka skipan. vit eru komin at tosa um sjálva røktina og skipanina av henni. Annars heldur Nils Gul- man, at gongdin á ti psy- kiatriska økinum hevur verið tann rætta í Føroyum, serliga tá hugsað verður um, at tey sálarliga veiku fyrr vórðu send til Danmarkar. -Eg haldi tað var sera skilagott at fáa hesi fólk og onnur sjúk fólk heimaftur til Føroya fyri skjótt 25 árum síðani. Tað er sera óheppið, at slík fólk ikki skulu sleppa at búgva í sínum egna um- hvørvi. Henda trupulleika hava grønlendigar fram- vegis, tí mong av teirra psykiatrisku sjúklingum verða sendir til Vor- dingborg. -Nú verður tosað um sparingar á øllum økjum Onkur hevur neynt, at vit eiga at niðurleggja ser- deildir á sjúkrahúsunum og heldur senda sjúkl- ingarnar til Danmarkar Vil tå mæla til, at vit t.d senda psykiatriskar sjúkl- ingar aftur til Danmarkar fyri harvið at spara pengar? -So avgjørt ikki. Eg havi verið lækni á Bornhholm. Nú er Bornholm ikki Føroyar men fyrr var tað so, at øll hesi sjúku fólkini frá oyggjunum tvs. Grønlandi, Føroyum og Bornholm vórðu send til Vordingborg. Eg vil ikki aftur ul ta tidina. So bædi menni- skjansliga og búskaparliga vildi tað verið heilt skeivt at lagt niður psykiatriskar deildir og at lata sjúklin- gamar fara til Danmarkar. Per Torpdal, psykologur heldur, at stødid í við- gerðini og mmrøktini í Føroyum er eins gott og tað í Danmark. Munurin er bert uppbyggingin av psyki- iatrisku deildunum. Vit spurdu Nils Gulman, um ikki hesar tíðirnar, har fleiri og fleiri gerast eldri, eru ein stór avbjóðing til politikararnar. Hann sigur, at politikararnir eiga at hugsa sera gjølla um. Ongantíð áður er talið á eldri fólk so stórt. Fólka- talið í Danmark er tvífaldið í hesi øldini, meðan talið á eldri fólki yvir 80 ár tíggjufaldað. Politikararnir -Um politikararnir kenna sína vitjanartíð, so eiga teir at gera sær greitt, at stóðið , táhugsað verður um at geva eldri fólki møgulcika at fáa viðgerð og røkt, má ikki lækka. Nils Gulman sigur, at ein kann óttast, at politikararnir fara at spara har hetta er lættast tvs. hjá fólki, ið íkki kunnu mótmæla, og her er talan oftani um tey eldri. Nils Gulman sigur annars, at líkist fólka- samansetingin í Føroyum ta í Danmark, so er greitt, at stóra "boomið" er av. Talið av eldri í Danmark fer ikki at økjast munandi fyrr enn eftir 2015 tvs. bæði yngri eldru millum 65 og 80 og tey yvir 80 ár. Hann heldur tí ikki at ein skal bera ótta fyri, at tað verður neyðugt við teimum Inge Voldsgaard, Nils Gulmann og Per Torpdahl frá gerontopsykiatrisku