Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 222 — 19. NOVEMBER 1994 Tíðindablaðið Pynta kroppin við sveittabrot — Vit venja tríggjar ferðir um vikuna, vit kenna okkum betri og so er eisini hugnaligt at ganga her. Vit sum ganga regluliga kennast øll. Endamálið hjá okkum er ikki at fáa so stórar vøddar sum gjørligt, siga Asta og Margrit, sum seinastu tvey árini hava vitjað Fragd og Fimi Við Strond í Havn Eftir: Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov Eitt heilt vanligt miku- kvøld i Havn, ein litlan tima aftanå vanliga ar- beidstid. Uttanfyri regnar Jana stýrir øllum, eisini kassaapparatinum og kuldi er í luftini, no- vember myrkrið hevur fingið fastatøkur á okkara tindalandi. Í útvarpinum gremur ein pensionistur á Toftum seg um, hvussu Tinganes nartlar av pen- siónini. Men inni í Fragd og Fimi er heitt og fjálgt, vit eru stødd langt burtur frá verðsligum trupul- leikum. Neringssorgin sleppur at hvíla hesa løtuna, meðan kvinnur og menn liggja og sveitta í alskyns maskinum. Maskinur, sum hava eitt- ans endamál, at styrkja teir hundraðtals vøddar- nar, ið geva okkum møgu- leika at standa á tveimum beinum og heyja okkum sum fremsti skabningur á jørð. Fordómar er størsta forð- anin fyri víttskygni, og tí var arbeiðssetningurin hetta novemberkvøld, at vita hví fólk leggja so stórt arbeiði fyri at líkjast síni idealfyrimynd. — Eg gangi her fyri at halda rukkumar burtur, sigur Asta Poulsen skemt- andi. Hon er 35 ára gomul og hevur regluliga vant í Fragd og Fimi seinastu ár- ini. — Endamálið hjá okkum er ikki at fáa so stórar vødd- ar sum gjørligt, men at halda okkum >í form«, sigur hon. Saman við Astu venur eisini Margrit. Hon er 24 ára gomul og nýtir knappar fimm tímar um vikuna í Fragd og Fimi. — Eg komi eisini her fyri at fyri at fáa venjing. Eg venji hálvan annan tíma hverja ferð, tríggjar ferðir um vikuna. Eg havi vant her í tvey ár og eg havi heldur ongar dreymar um at ganga við risa >musklum<. Hjá mær snýr tað seg ikki um »body building<, men um at halda vøddarnar viðlíka. Eg vil ikki síggja út sum tær, íð kappast um størstu vøddar- nar, úti í heimi. sigur Mar- grit. — Eg fái nógv burturúr at ganga her, eg kenni næstan ikki til mødi longur. Eg havi nógv stórri orku í gerand- isdegnum, sigur Margrit Simonsen. — Hetta er heldur ikki nøk- ur dýr ítrótt. Er tú við í ein- Ein av teimum tyngru dreingjunum, Petur Olsen, hann vigar 110 kilo Suni Magnussen hevur €ina I mm? passar sera væl ti hansara lív. Hann er ikki bundin at nókrum, men kann koma og fara tá hann hevur hug um bólki, so kostar venj- ingin einans 250 krónur um mánaðin, og tá kann tú venja so ofta tú vil, sigur — Vit fáa eisini tað burt urúr, at vit eru saman við ødrum menniskjum. Eg haldi at sosiala samvera her iFragdog Fimi er av stórum tydningi. Vit, sum ganga regluliga her, kenna hvønn annan, siga bådar vid ein munn. Stirnaði av kaffi og sigarettum Á einum bonki liggur ein maður, miðskeiðis í tríati- árunum, og stríðist við at lyfta hondvektir. Hann er væltrimmaður, vøddarnir spennast, meðan hann strevar við vektunum. Ikki eitt gramm ákroppinum. Eg spenni búkin inn, hugsi við ringari samvitsku um súklu- slanguna um miðjuna, sum helst verður víðka úl eina bilslangu aftan á j6lahøgtid- ina. Tað er Suni Magnussen, sum dagliga rekur Foto- búðina í Miðbýnum, ið ven- ir í Fragd og Fimi. — Eg havi ongantíð fyrr íðkað nakað ítrótt og júst hesin hátturin hóskar stak væl til mín persón. Tá eg byrjaði, kendi eg meg ikki væl kroppsliga. Ov nógvar sigarettir og ov nógv kaffi setti síni spor og eg var ikki serliga væl tilpassar. Eg orkaði ikki væl at arbeiða, sigur Suni. — Just hetta, ikki at vera bundin at einum bólki, og at hava møguleikan at koma og fara sum ein vil, passar stak væl til min. I kvøld eri eg tidliga å veg, okkurt ann- að kvøldid eri eg eitt sindur