Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 227 — 26. NOVEMBER 1994 Ídnaðarfelagið skipar fyri E S-fundi: Vinnan má nú koma til eina niðurstøðu Sjálvt um ES-málið er væl lýst og kannað, tykist tað sum, at tað eru fá, ið halda seg vita nóg mikið til at kunna taka eina endaliga stóðu, heldur felagið Føroya ldnaðarfelag fer mánadagin 5. desember at skipa fyri einum limafundi um ES-spurningin. Felagið vísir á, at fleiri partar av vinnuni hava ferð eftir ferð og í longri tíð sagt frå, at tey halda ikki, at verandi avtala við ES er nóg góð. Hesa somu niðurstøðu mugu londu sum Finland og Svøriki sigast at vera komin til, og 28. november skulu norðmenn siga sina hugsan. Ídnaðarfelagið sigur, at í samgonguskjalinum hjá verandi landsstýrisflokkum verður millum annað sagt, at møguleikar fyri bestu marknaðaratgongd við ES skulu kannast, og tí heldur felagið tað vera rætt at vid- gera ES-spurningin nú aftur. Vinnan má koma til eina niðurstøðu um hverja stóðu hon hevur til hest broyttu = viðurskifu nú norðurlond gerast limir. Føroya Ídnaðarfelag heldur, at sjålvt um ES- málið mangan er vidgjørt tykist tað sum, at tad eru få, ið halda seg vita nóg mikið til at kunna taka endaliga stóðu, og tí skipar felagið fyri limafundi 5. desember. Umframt limir felagsins verðaeisini Óli Samró, sum er umboð fyri vinnuna í felagsnevndini og Tommy Petersen, serkónur hjá landsstýrinum í ES-spur- ningum, við á fundinum. tór.- Hóast nógv hevur verið talað og skrivað um ES heldur Ídnaðarfelagið, at enn eru fá, sum halda seg til at taka eina stóðu. Tíðindablaðið EK Nólsoy Tað sýnist ikki sum tað bert er Midflokkurin, sum er énøgdur við verandi = sjúkraflutning úr Nólsoy. Hetta fekst ein hóming av. tå úngið hósdagin vidgjørdi eitt uppskot frá Miðflokk- inum at bóta um sjúkra- flutningin úr Nólsoy til Landssjúkrahúsið í Havn. Tað var kortioni ikki tann stóri áhugin at taka orðið. Bert Bjarni Djur- Tingið viðger sjúkraflutning — og nú skal Almanna- og Heilsu- neyndin siga sína hugsan um hvussu bótast kann um sjúkraflutningin úr holm úr Fólkaflokkinum segði sína hugsan um uppskotið, sum hann fegin vildi geva sína atkvoðu Ul. Bjarni Djurholm segði, at sorgarleikir hava staðist av ov vána- ligum — sjåkraflutningi, og tað eiga vit at taka vid læru av, segði hann. Málið varð beint í Almanna- og Heilsu- nevndina. tór.- Løgtingid hevur nú enda- liga avgreitt uppskotið hjá landsstýrinum um minstu- løn til útróðrarmenn. Upp- skotið varð tó nakað broytt í Fiskivinnunevndini í mun til tað, landsstýrið kom við. Minstalønin verður gald- andi frá 1. november til februar mánað út næsta ár. Ein av teytnum at fáa minstuløn er, at fiskifarid skal hava avreitt í minsta lagi 10 ferðir undanfarnu triggjar mánaðirnar. Hetta Wríggja mánaða skeiðið verður roknað soleiðis, at tað er galdandi írá mánaðinum, farið verður í skipanina við minstuløn, og tveir mánaðar framman- undan. Haraftrat er tað galdandi, at fiskifar, sum roynir við snellu ella snøri, avreiðir í minsta lagi 15 kg. upp á mannin fyri hvgnn veiði- dag, og at fiskifar, sum roynir við línu, avreiðir í minsta lagi 25 kg. upp á mannin hvønn veiðidag 7.500 krónur Minstalønin til útróðrar- menn er 7.500 krónur um mánaðan. Um minstaløn, fiskipartur og onnur ar- beidsinntøka hjá útóðrar- manni samanlagt fer upp um 12.725 krónur, mánað- ansum útgoldið verður fyri, verður minstalønin minkað við sama krónutali, sum gl inntøkan fer uppum 12.725 krónur. Utr6drarmenn velja sjålvir, um teir koma undir skipanina við minstuløn, ella fáa minstaforvinning. Um teir ikki lúka treyurnar um minstuløn, verða teir verandi í skipanini um minstaforvinning. tór.- Uppskotið er nú á veg úr landsstýrinum: Løgtingid skal kanna um nakað ólógligt er farið fram Tað stendur í samgonguskjalinum, at tingnevnd skal setast at kanna ivasama umsiting av almennum pengum. Vit mugu nú hava eina avklåring, heldur Bjørn á Heygum Tað er ikki nóg mikið við ti, at politiid skipar fyri ti onkur havur kallad "Operation Ringbind". Nú skal eisini løgtingid kanna um nakað ólógligt er farið fram. Tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at løgtingið skal gera tilika kanning, sum landsstýrið fer at mæla tinginum ul at gera. Uppskot um hetta er nú á veg úr landsstýrinum og nidan í tíngið. Tað upplýsti Bjørn á Heygum, formdaur í Rætt- arnevndini hjá løgunginum á úingfundinum hósdagin. Hetta var í samband við umrødu av einum uppskoti frá Kristiliga Fólkaflokkin- um um nakað tað sama. Bjørn á Heygum segði, at helst verður ein løgtings- nevnd sett at gera hesa kanning, men umráðandi er, at hon fær greiðan mál- setning. Formaðurin í Rætt- arnevndini segði, at tørvur er åat fåa cina avklåring nú, um talan er um ivasama umsiting av almennum pengum. Hví fleiri kanningar? Heini O. Heinesen segði seg einki hava ímóti, at viðurskifti verða kannaði, men hann spurdi hvat vit skuldu við so nógvum kanningum, og vísti á, at løgtingsgrannskodararnir hava kanna øll vidurskifti og skriva sínar viðmerkingar. Tjóðveldistingmaðurin vísti á, at í samgonguskjal- inum í 1984 hevði lands- stýrið sett sær fyri at seta á stovn cin såtimålastovn, sum skuldi kanna øll viðurskifti í samband við skipabygging, men tað var ikki lukkuligt, sum borgar- ligu flokkarnir tå hvinu neyvu Teir hildu, at vid einum tílíkum eftirliti fór lands- stýrið at steðga øllum íløgu- virksemi, segði Heini O. Heinesen, sum legði aftrat, at sjálvandi skulu tey, sum møguliga hava gjørt nakað skeivt revsast, men annars helt hann tað vera skilabest, heldur at líta frameftir. tór.- —TÆ—— Omme Amnesty International Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og fríggja- dag kl. 10-16. Tlf. 15816.