leygardagur 26. november 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin |
„Góða Jelena: aftur
% 3
MEAN IRA
» 5.0
, 5 s #23 4:
SV *
PI
.... (4
BR 4)
å pall i næstu viku
Triggjar framførslur av hesum sera væl-
umtókta sjónleiki verða nú aftur í Norð-
urlandahúsinum — í fyrsta umfari týs-
kvøldið, mikukvøldid og héskvøldid
Gríma tekur nú uppaftur
tann vælumtókta sjónleikin
„Góða Jelena<, ið hevur
fingið sera góða móttøku
frá bæði áskoðarum og um-
mælarum.
Leikurin hevur nakrar
ferðir verið framførdur í
Norðurlandahúsinum, men
nú verður so farið undir at
hava nakrar framførslur
aftrat. Tær verða í fyrsta
umfari tyskvøldid, miku-
kveldið og håskvøldid í
komandi viku — hvørt kvold
kl. 19.30.
Talan er um ein leik, ið
serliga er ætlaður ungdómi,
men tað nýtist ikki at halda
nøkrum aftur, ið hevur hug
at síggja góðan sjónleik. So
stór hevur méttøkan verið
undir sýningunum higartil,
at áskoðararnir fleiri ferðir
hava reist seg og fagnað
leikarunum við lógvabrest-
um — og tað er nakað, tú bert
gert, tá tú veruliga ert væl-
nøgdur við okkurt.
Kring allan vesturheimin
hevur leikurin verið fram-
førdur fyri fullum húsum,
og í Íslandi var móttgkan so
stór, at hann varð framførd-
ur nærum út í eitt í ikki færri
enn tvey ár.
Sera góð ummæli
Føroysku sjónleikarum-
mælararnir hava heldur ikki
spart seg, tá teir hava um-
mæit leikin.
Dagblaðið skrivaði, at har
var »sterkt spæl«, og nýtti
ummælarin har høvid til at
takka teimum, ið høvdu
fingið >Góðu Jelenu« á før-
oyskan pall.
Eisini í Sosialinum varð
leikurin róstur: >Leiktur so
meistarliga og frekt, at
åskodaramir neyvan tordu
at draga ondina. Eggjandi, á
tromini, og flott … Gríma
hevur rakt plett.«
At enda í ummælinum í
Sosialinum varð heitt á tey,
ið kanska ivadust, um at fara
til leikin og fáa eitt upp-
livilsi.
I sambandi við tær fram-
førslurnar, ið verða í næstu
viku, verður serligt tilboð
lauð bólkum við í minsta
lagi tíggju luttakarum at fáa
atgongumerkini bíligari.
Tey kosta 60 krónur, men
bólkatilboðið letur tey fyri
50 krónur — næstan 20% í
avslåttri. Hetta tilboð er ætl-
að starvsfólkum á virkjum
og stovnum, limum í ítrótt-
arfeløgum, bindiklubbum
og annars øllum feløgum og
bólkum.
hj.
Hósvikar kirkja 65 ár
Dagurin í morgin verður há-
tíðardagur í Hósvík. Tá fara
hósvíkingar at halda 65 ára
fødingardagin hjá kirkjuni í
bygdini, og verður tað gjørt
við tveimum gudstænast-
um og hugnaløtu í Bygdar-
húsinum fyri bygdarfólkin-
um og gestum annars.
Gudstænasta við altar-
gongd verður kl. 12 við
hvalviksprestinum Martini
Restorff Jacobsen, og har
verða ein nýggjur messu-
akul, sum Poulina Eliasen í
Syðradali hevur gjørt, og
ein nýggjur løban eisini tik-
in í nýtslu.
Aftan á gudstænastuna er
døgurdi í Bygdarhusinum
fyri innbodnum gestum og
fólki, ið annars hevur til-
knyti til kirkjuna.
Seinnapartin kl. 15.30
verður so borðreitt við cin-
um drekkamunni í Bygdar-
húsinum.
Um kveldið, kl. 19, verð-
ur so aftur ein gudstænasta,
og tå fer eidispresturin Emil
Olsen, id er ættaður úr Hós-
vík, at prædika. Tá verður
kórsangur at hoyra frá ein-
em rr
i
um kóri úr Hvalvik, ið Mar-
tin Restorff Jacobsen stjórn-
ar.
hj.
Nr. 227 — 26. NOVEMBER 1994
Klassiskt
i Miovågil
Tónleika-café i kantinuni hjá J. K.
Joensen í Miðvági verður í dag
Klassiskur tónleikur og
bæði russiskir, týskir og
føroyskir fólkasangir
verða á skránni, tá skip-
að verður fyri tónleika-
café í kantinuni hjá J. K
Joensen í Miðvági í dag
kl. 15
Tey, ið fara at seta sín
dám á tónleika-caféina í
Miðvági eru Marun R
Jacobsen (klaver), Ni-
kolaus Kapnas (violin og
bratch), Amette Nielsen
(violin, guitar og sang),
Inga Strøm (klaver og
sang) og Asbjørn Strøm
(sang).
Klassisku verkini, 10
verda fyri violin, bratch
og klaver, eru hesi: S0-
nata 1 Adagio fyri bratch
ogklaver eftir J.S. Bach,
Dupultkonsert fyri tvær
violinir og klaver efur A.
Vivaldi, Ductt nr. 1 fyri
tvær violinir efur J. B
Viotti, Sonata í F-dur
opus 8 fyri violin og kla-
Fis-moll lyri klaver eft
F. Chopin og clegi fyri
bratch og klaver efur H
Vicuxtemps
Umframt tann klass
iska tónleikin, ið verður
framførdur á tónleika-
caféini, verða eisini bæði
sungnir og spældir ym-
iskir russiskir, týskir og
føroyskir fólkasangir.
hj.
Síða 9
Landsbanki Føroya fer í
komandi viku og aðru
viku at skipa fyri tilsam-
ans seks fundum, ið hava
til endamáls at kunna al-
menningin um lånsbrøv-
ini, Føroya Landsstyri
fer at skriva út í næstum.
Hetta er fyrstu ferð, at
lånsbrøv verða útskriv-
að í Føroyum, og ti verð-
ur hildið vera neyðugt at
kunna um hesi, áðrenn
ætlanin við lånsbrøvun-
um verður sett í verk.
Teir seks fundirnir, ið
Landsbanki Føroya hev-
ur lagt til rættis runt um í
landinum, verða á hes-
Kunnandi
fundir um
lånsbrøv
um stødum: Månadagin
28. novemberå Tekniska
Skúla i Klaksvík,
týsdagin 29. november á
Gistingarhúsinum í Øra-
vík, mikudagin 30. nov-
ember á Handilsskúlan-
um á Kambsdali, mána-
dagin 5. desember í Ung-
mannafelagshúsinum á
Sandi, týsdagin 6. des-
ember á Handilsskúlan-
um í Havn og mikudagin
7. desember í Bygdar-
húsinum í Miðvági.
Talan er um almennar
fundir, og teir byrja allir
kl. 19.
hj.
Móti og
dansur á
Strondum
Strálan, ið bæði er virkin
innan fyri kappróður og
dart, fer í kveld at skipa
fyri einum fjølbroyttum
og samansettum dansi-
og métakvøldi í Bygdar-
húsinum á Strondum.
Tað verður fyri ein
stóran part sum at koma í
dans eitt vanligt leygar-
kvold, og bólkurin Twi-
light fer at syrgja fyri, at
dansitónarnir eru góðir.
Men á skránni er eisini
måtasyning við klæðum
frá Sprundinum, Garpi
og Flykruni at síggja.
— Tey nýggjastu undir-
klæðini og eisini onnur
nýggj klæði verða sýnd
fram, sigur Anfinn Gær-
dum, formaður í Strål-
uni. Hann leggur aftrat,
at:dansifólki eisini verð-
ur bjóða ókeypis feska
suppu. hj.