Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. november 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CH Nakrar hugleiðingar um danska nýimperialismu og um at fara frá eini uppgerð ið brýtur niður til eina ið byggir upp Tað man hava gingist mongum sum undirritaða, at ilt hevur verið tey sein- astu árini at fingið ta stór- leypandi tíðina aftur. So kvikliga fara teir hug- myndaligu og búskaparligu streymarnir aftur við borð- inum, trokaðir av av nýggj- um rákum, sum so aftur eru horvin— sum fok. Uti í verð- ini: frå marxismu til ny- liberalismu og vidari til nationalismu og kaos. Og heima: frå glæsiligum hå- konjunkturum til búskapar- ligt hóttafall og — sum ein avleiðing — eitt tjóðarmót- fall og ein tøgn so nivandi, at at kalla cingin longur tora at gloppa munnin hvørki um vidurskiftir nær ella fjar. Tað er heldur ikki lætt at gera viðmerkingar til tid- ina. Nóg illa hevur ein vant seg við eitt bílæti, so er tað syndrað av eini nýggjari, radikalt ødrvisi uppseting av vandamålum og trupul- leikum. Her verdur sanni- liga skvaggað vid kalcido- skopinum! Henda grein er ein roynd at nema við nøkur perspek- tivskifti í ti føroyska tyss- inum av politiskum og moralskum vandamálum. Sum eina byrjan fari eg fyri fyrst at nevna tvær broyt- ingar. Onnur hevur við rík- isfelagsskapin at gera. Vit eru nøkur, sum í meira enn ein mansaldur hava latið okkum rura í blund av eini — ivaleyst meira kensluligari enn skilbundnari — wúgv á, at hesin felagsskapur var til fyrimunar fyri okkara lítlu tjóð, eisini hennara tjóð- skaparliga og mentanarliga livføri. Vitmugunú sctacitt stórt spumartckin við hesa áskoðan — og soleiðis við sjálvt grundarlagið undir tí politikki, sum ein av Føroya fremstu politikarum, P. M. Dam, setti í kortið eftir 2. heimsbardaga. Hin broytingin hevur við okkara Danmarkar-mynd at gera. Í ti føroysku uppaling- ini hjå mongum okkara var góðska ul danska mentan og danskar bókmentir ein natúrligur partur. Ein slík góðska kann aldri køvast. Men myndin av Danmark — cinum landi, gjøgnumlystum av Grundt- Hanus Andreassen, rithøvundi skrivar vigs víða og frælsa anda hevur í seinastuni fingid nøkur skot fyri bógvin Lóðurið til hesi skot er ikki gjørt í Føroyum, heldur ikki kemur tað frå donskum politikarum ella tí meiniga danska manninum. Tað kemur frá einum parti av ti danska blaðheiminum Undirritaði hoyrir til tey vanaføstu. Ein hevur ilt við at sleppa åskodanum og bí- løtum, sum bygt hevur ver- ið á í meira enn ein mans- aldur. Men hann, sum ikki steingir seg inni, bindur fyri eyguni og stingur vatt í oyr- uni, noyðist vidhvørt at lata seg flyta. Tey seinastu árini er mong vanahugsan blivin ørkymlad. Av mongum tíðarbilum var seinasta vika kortini fyri undirritaða ein tann mest ørkymlandi. Staddur í Danmarkar høv- uðsstaði hoyrdi cin um tær víðfevndu húsarannsóknir og handtøkur, sum fóru fram í Føroyum. Tað, sum vakti ans, var koruni ikki so nógv hesar hendingar sum tann fjøl- miðlaherferð, sum kom í hølunum á teimum: ein skadafrøi og ein hunddálk- ing so massiv, at tú spurdi teg sjálvan, um hetta var veruleiki ella bara eitt Óveruligt, dreymakent framhald av ti postmoralska amerikanska marrufilmin- um, tú stutt frammanundan hevði verið so óskettin at goldið fyri at sæð. Malandi á getum og torgum, í heitum kaffistovum, millum bros- andi, målamiklar fjøldir sá cin fyri sær har heima brød- ur og systrar, sum royndu at fóta sær í stormi, millum berlig strá, undir døkkum himli. So fáment og fålig tey syntust — aftur ímóti hesum vælklæddu býar- fjøldunum! Høvdu tey veruliga uppiborið hesa vit- leysu etnisku brennimerk- ing? Var hetta Danmark — ella var heua Serbia? Tað er eftir mínum tykki sera umráðandi, tá ein skal meta um orsøkir, strategi, endamál utaná, krógvað endamál, í einum saman- hangi — at royna ikki at lata seg taka av fótum av kensluherðindum. Líka so umráðandi er ikki bara at seta seg afturå og halda alt væl ul standa — uttan at vera citt sindur forvitin, seta spurningar, seta fram hypo tesur. Í sambandi við ta mannminkan, sum danskir fjølmiðlar hvølvanidur yvir okkum (sum var okkara sjålvgjørda mannminkan ikki nóg mikið!) og í sam- bandi við onnur hóttandi rák, sum eg seinni fari at umrøda gjøllari - er hósk- andi at spyrja: Cui bono? Hverjum gagnar henda herferð, og hvørjum gagna hesi tiltøk? Tey gagna ikki føroying- um. Tey gagna neyvan ti vanliga danskaranum. Ein spurningur er, um tey gagna donskum poliukarum — sum við ti nýggju avtaluni mill- um Føroya og Danmarkar tykjast at hava víst ein kon- struktivan anda. Tey gagna ikki Danmarkar umdømi sum kunnugt er danin sera erkvisin, um nakar ivast í hansara móumperialisuska reinleika. Yvirhøvur er tað min kensla, at danskir polit- ikarar ncyvan eru fegnir um ta vend, sum er um at koma í viðurskiftunum millum hesi bæði fólkini. Somu- leiðis er tað mín roynd, at danskarar higartil ikki hava latið tær fíggjarmyndir, sum danskir tjólmiðlar hava skapt, rína við seg. Hinvegin er grund til at halda, at ein gongd, sum endar vid, at Føroyar aftur blíva eitt hjáland, um ikki formliga so de facto, at út- lendingar aftur stýra øllum týðandi málum í okkara landi, atokkara egnu dugna- fólk eru trokað burtur úr øllum ålitisstørvum — fer at gagna åvisum vinnuligum z búskaparligum i Danmark. Eg fari ti at seta fram ta hypotesu — og annad kann tað ikki vera — at ávísar vinnuligar og búskaparligar kreftir í Danmark (og kanska eisini aðrastaðani) hava gagn av — og kanska, hóast slíkt sjálvsagt ikki kann prógvast, eiga sín lut í — eini vaksandi destabili- sering av ti seinastu leivd av moralskum og vinnuligum stødufesti, sum finst í okk- -