týsdagur 29. november 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 228 — 29. NOVEMBER 1994 Sida 3
Atli Dam, fyrrverandi lógmaður um norsku fólkaatkvóðuna:
-Ikki á leistum
aftaná norðmonnum
-Hvat úrslitið so enn verður av norsku fólkaatkvóðuni um ES-limaskap, fáa fóroyingar
á ongan hátt lopið á leistum aftaná norðmonnum sigur Atli Dam, fyrrv. løgmaður
— Hvat úrslitið so verður,
fáa føroyingar á ongan hátt
lopið á leistum aftaná norð-
monnum.
Siga teir ja, verða sera
mong viðurskifti at endur-
skoða hjá føroyingum og at
vega hvert móti ødrum. T.d.
útlitið fyri at norðmenn
vónandi sleppa at hava
munandi ávirkan á egna til-
feingisumsiting, her fyrst
og fremst fiskirikidømi og
ráevnistilfeingi í undir-
grund og havbotni. Harnæst
mugu vit meta um hvussu
samlaða tilfeingi á øllum
okkara fiskileiðum og tað,
sum finst á altjóða leiðum
fer at verða umsitið og hvør
fær samráðingarrættin
hvar. Vit hava sum kunnugt
sera stóran fyrimun av at
gera sjålvstødugar fiski-
veiðusáttmálar sum er, sig-
ur Atli Dam og heldur fram:
- Siga norðmenn nei,
mugu vit kortini framhald-
andi arbeiða við okkara
samskifti við ES ella til-
knýti til hetta, tí samvirkan
á frægasta hátt við hetta
stóra samtak er lívið um at
gera hjá okkum, men í teirri
stóðu hava vit betri stundir
at fremja tær neyvastu
kanningar og reka samráð-
ingar.
Atli Dam heldur, at í báð-
um førum mugu vit gera
okkum leys av óviðkom-
andi grundgevingum, sum
einstaklingar ella vinnu-
lívsbólkar hava borið fram.
— Taka vit td. handils-
sáttmálan, vit hava í dag, er
hann alt ov skeivt tulkaður.
Í veruleikanum er hann
nærum nóg góður, verða
møguleikarnir, sum liggja í
fyrivarnum og lyftisgrein-
unum, troyttir, eru tað bert
heilt fá tons av onkrum
fiskaslagi, sum framvegis
kunnu geva okkum
trupulleikar.
Fiskasølan og móðurfe-
lagið td. hava væl stórri
tørv á at fjala egið dugna-
loysi við at lasta handils-
avtaluna heldur enn at fáa
hana at virka, tí ES lima-
skapur kann á sama hátt
sum um teir fáa fatur á 200
millióna grunninum verða
teimum ein áralong »ku-
vøsa« ella »kunstigur anda-
dråttur« / heldur enn ein
stóða, har vit fáa javnbjóðis
kapping.
Atli Dam sigur víðari, at
vit sjálvsagt alla tíðina
mugu meta um heimin og
okkara nærmasta umhvørvi
so hvert sum tað broytist og
fremja tillagingar, men vit
mugu sum nevnt sálda alt
óviðkomandi frá áðrenn vit
fremja broytingar.
Innliman!
Atli Dam sigur víðari, atum
alt hetta er tað helst ein
veruleiki, at innliman í ES
beint nú einans kann gerast
sum partur av Danmark, og
vil tað helst siga nærum utt-
an ávirkan á sama hátt sum í
IWC.
— At greina um Føroyar
kunnu fåa tilknyti ella lima-
skap igjøgnum Danmark,
so danir virka vegna Før-
oyar, ella eina enn sjålv-
stødugari stødu er ikki løtu-
verk, men neydugt at gera,
skal limaskapur ella annad
tilknýti enn tað verandi
koma upp á tal.
— Hvønn tydning heldur
tå, atkvødan i Noregi hevur
fyri okkum?
— Atkvødan i Noregi hev-
ur alstóran tydning, ja, heilt
óvanliga stóran tydning
sammett við tí vit hava havt
at taka stóðu M í altjóða
spurningum fyrr, men kort-
ini fer hetta ikki at skapa
broytingar frá í dag ul í
morgin, so tann, sum fyri-
gyklar fólki, at limaskapur
vegna eina norska ja at-
kvødu fer at loysa allar okk-
ara verandi trupulleikar, er
ikki sannur, sigur Atli Dam
og heldur fram:
-Sjálvur hav1 eg tað so, at
kensluliga vildi eg helst
kunna varðveitt eina so 6-
hefta føroyska stóðu sum
gjørligt, men má eg siga við
meg sjálvan, at vit noyðast
at viðgera allar møguleikar,
sum kunnu taka seg upp, so
væl, álvarsliga og opið sum
gjørligt.
jan
Óli Samróð, vinnulivsumbod i F elagsnevndini Føroyar-ES:
Vit mugu sum skjotast
fåa eina betri avtalu
Verandi avtala vid ES er koyrd føst Líka mikið hvat norðmenn
velja, skal okkara avtala endurnýggjast og betrast. Ein polit-
isk avgerð má takast um hvussu sigur Oli Samróð
Vit spurdu Óla Samróð,
sum er vinnul.ívsumboð í
Felagsnevndini millum ES
og Føroyar, hvønn tydning
norskur limaskapur í ES fær
fyri fiskivinnuna í Noregi.
Hann sigur, at norska
rækjuvinnan verður mun-
andi betri fyri.
Í dag er høgur tollur á
bæði pilkaðum og heilum
rækjum til ES-marknaðin.
Eisini tá talan er um
laksa- og roykivinnu verð-
ur Noreg betri fyri við lima-
skapi.
Sama er galdandi fyri
feskfiskaframleiðsluna her
serliga fyri feks konga-
fiskafløk.
T
Kunngjert verður fyri ætt, vinum og kenn-
ingum, at okkara elskaða kona, systir,
mamma, vermamma og omma
MARIANNA MIKKELSEN
Sydrugøta
andadist i heiminum 27. november.
Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju miku-
dagin 30. november, kl. 13.
Fyri tey avvarðandi
Niclas, Marjun, Eghild, Jórun
og Sunrid
Tey, ið vilja lata blómur ella krans, kunnu í staðin
lata eina gávu til Nýggju kirkju í Getu.
Síðani verða eisini tær
virdisøktu vørurmar nógv
betri fyri vid limaskapi.
Tridjalands-
fiskurin
Oli Samróð sigur víðari, at
tað sum kanska verður mest
umráðandi fyri norðmenn
við limaskapi er, at teir fyri
3-landsfisk koma at hava
fria atgongd fyri lidnu
vøruna. Teir skulu tå bert
gjalda ES-toll á råvøruni.
Hetta vil siga, at teir koma
at hava eina lógliga atgongd
til russiskan fisk.
Hvat víðvikur teimum
hålvlidnu vørunum, ídnað-
arfiski og saltfiski, so verð-
ur stødan tann sama.
Men hvat nú um norð-
menn ikki fara upp í ES?
-Tá fer tað at vera sera
áhugavert, hvat fer at henda
viðvíkjandi svenska
marknaðinum. Sveriki er
tann eini av teimum stóru
heimamarknaðunum hjá
Noregi, og tí verður spenn-
adi at síggja, hvussu tað
verður við avtalunum við
Svøriki í sambandi við fisk
við fremmandum uppruna.
Óli Samróð sigur, at hetta
fer so eisini at ávirka
okkum. Fyri tað fyrsta
skulu vit hava eina nýggja
avtalu við Svøriki.
Hamæst verður stødan
tann, at Noreg missir ein
stóran m arknad fyri ræk jur
og laks og lidnar vørur
burtur år flaki og feskum
fløkum.
Fáa norðmenn so ikki
upprunarættindini og missa
teir marknadaratgongd til
Svøriki, verður trystid á
amerikanska — marknadin
størri.
Tvs. at verður tað eitt nei,
fer tað at hava ávirkan á
alternativu = marknaðunum
hjá okkum sum USA, og
verður tað eitt ja, so koma
vit at hava nógv verri stóðu
á ES-marknaðinum. Við
ødrum orðum verður stóða
okkara verri undir báðum
umstødum, men leggur Óli
Samróð aftat: eitt norskt ja
er nógv verri fyri okkum
enn eitt norskt nei.
-Men er eitt norskt ja so
ringt fyri okkum, at vit
mugu umhugsa limaskap?
-Aðrenn ein tekur til slík
stig, so má ein hava doku-
mentatión. Tað eru so nakr-
ar kanningar, um megu-
leikarnar ein hevur.
Ikki spurningur um
ja ella nei
-Men fer Noreg uppí, trýr
tú so upp á, at vit fáa eina
avialu, sum ger okkum før
fyri at standa uttanfyri?
-Eg haldi, at tað er skeivt
at seta orðaskiftið soleiðis
upp, at tað er antin ella - ja
ella nei.
Eg trúgvi hvorki ja ella
nei er realistiskt fyri okkara
part. Heldur tnigvi eg upp á
eina ella aðra assosierings-
skipan, har eitt heimastýri
sum okkara fær ein ser-
stakan status eins og so
nógv onnur heimastýri. Her
hugsi eg um Aland, An-
dorra, San Marino, Isle of
Man osfr.
Óli Samróð vísir á, at
verandi avtala okkara við
ES er koyrd føst.
LikamikiO hvat norð-
menn velja, so skal hon end-
urnyggjast og betrast.
Men heldur Oli Samróð,
at tað ber til at fáa eina betri
avtalu?
-Vit mugu út til at finna út
av, um tað ber til. Tað verð-
ur ein politisk avgerð,
hvussu tað skal gerast.
Eg havi roynt at vísa á
hetta síðani 1992.
Óli Samróð sigur, at hetta
arbeiðið hevur skund og má
gerast nú beinanvegin.
Nýggju londini fara longu
upp í ES í januar.
jan
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
Týskland
Sveríki
Noreg
Frakland
Belgía
Sveits
Holland
Htalia
Finnland
island
Eysturriki
Spania
Dollari
Pund
Markur
Krona
Króna
Gyllin
Liri
Markur
Króna
Pesetas
Escudos
Dollari
Yen
Pund
Grikkaland
XEU
28.11.94
Frankur
Frankur
Frankur
Drakmur
síðsta mán.
591, 30
959, 56
612,60
956,39
391,49
81,90
89, 59
113,99
19, 020
461,47
349,38
0,3780
126,88
8,92
Skillingur 55,615
4,688
3,832
445,75
6,2029
943,10
2,541
745,72
Kelda: Føroya Sparikassi