týsdagur 29. november 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða4 Nr. 228—29. NOVEMBER 1994 Tíðindablaðið [ søsialurin |
Um norðmenn siga JA:
Vit verða verri fyri í
kappingini við Norra |
Siga norðmenn ja til ES, ávirkar tað kappingarmøguleikar okkara å ymsum vørum
munandi, sigur Tommy Petersen, løgfrødisligur rådgevi i landsstyrinum
Svenskur og finskur lima-
skapur i ES merkir fyri
okkum fyrst og fremst
broyttar fortreytir i sam-
handli okkara við hesi lond.
Avtalan hevur verið, at vit
hava kunnað selt hesum
londum virkaðar fiskavørur
har virði av triðjalandsfiski
hevur kunnað verið upp í 50
prosent av samlaða virðin-
um á vøruni. Hesin møgu-
leikin kann meguliga
gleppa okkum av hondum
tá Svøriki og Finland gerast
limir í ES.
Ein norskur limaskapur í
ES ávirkar okkum eisini,
men á annan hátt. Ikki so
nógv í samhandlinum mill-
um Føroyar og Noreg, men
millum londini sum kapp-
ingarneytar å europeiska
meginlandinum. Í letuni
rinda bæði londini serligan
toll á eitt nú alilaksi til ES-
lond, orsaka av referansu-
prísskipanini. Men ger
Noreg av, at gerast limur,
sleppa teir undan hesum
tolli, og verða sostatt betri
fyri enn vit í kappingini at
selja hesa vøru.
Tommy Petersen, løg-
frødisligur rådgevi i lands-
stýrinum, sum eisini ar-
beiðir nógv við ES-spur-
ninginum sigur, at hetta fer
athavaso mikið stóra ávirk-
an á okkara kappingar-
møguleikar, at hetta gevur
orsøk til at umhugsa okkara
framtíðar samskifti við ES.
-Vit mugu finna fram til
hvat er gagnligasta mark-
naðaratgongdin, og tað er
eisini tað, landsstýrið hevur
sett sær fyri í samgongu-
skjalinum, sigur Tommy
Petersen. Hann sigur, at
víðkanin førir við sær, at
samráðingar verða um
broyting av núverandi sátt-
málanum við ES.
Tá fáa vit eisini eina
ábending um, hverjir
møguleikar eru í mun til tað,
vit ynskja at framleiða og
selja.
Siganorðmenn nei til ES-
limaskap, verða vit av teirri
orsøk ikki verri fyri enn
norðmenn í samband við
sølumøguleikum til ES
lond. Tá fáa vit í hvussu er
eitt lítið skotbrá til okkara
stødutakan, heldur Tommy
Petersen.
tór.-
Møguligur norskur
limaskapur fær stóra
ávirkan á viðurskifti
okkara, sigur Tommy
Petersen, løgfrødisligur
ráðgevi í landsstýrinum.
Mynd: Kalmar
Hóast norðmenn siga ja:
Oðamannaverk at loypa
á leistum inn í ES
— men vit eiga at fáa álvarsliga gongd á ES-samráðingarnar nú, uttan at samráðast við
limaskapi fyri eygað, sigur Marita Petersen
At sviar og finnlendingar
gjørdu av at fara i ES fer
avgjørt at åvirka okkum
handilsliga, og ger Noreg
nú av at fara sama veg, fær
tað enn stórri ávirkan á
okkum. Noreg er okkara
størsti kappingarneyti i
útflutningi til ES-lond, og
JÓLATILBOÐI
FRÁ FERÐAMA
Vit hava m.a. hesi tilboð:
Frá týsdegnum 6. des.
til sunnudagin 11. des. kr.
Íroknað prísin er: |ANNARS.—
4 Ferðin báðar vegir við SMYRLI
4 Koyggja umborð á 4-mans-
kamari.
4 Gisting á Hotel Douglas í 3
nætur á dupultkamari
við morgunmati.
STRANDFARASKIP LANDSINS
1.201,-
Snarferðir
2. og 9. des.
1994 fyri
x. 600,-
verða teir við í ES, verður
kappingin avgjørt ikki til
okkara fyrimuns.
Tað sigur Marita Peter-
sen, formaður Javnaðar-
floksins, løgtingsformadur
og fyrrverandi løgmaður.
Hon heldur tó, at eitt møgu-
ligt norsk ja avgjørt ikki
merkir, at vit eiga at sam-
ráðast við limaskapi fyri
eygað.
-Siga norðmenn ja merkir
tað, at vit beinanvegin eiga
at fáa gongd á ES-ting-
ingarnar um nýggjan sátt-
mála, sigur Marita Petersen
sum vónar, at vit fáa eitt
rímiligt skotbrá at tillaga
okkum til nýggju umstød-
urnar nú norðurlond gerast
limir í ES.
-Men limaskap skulu vit
ikki satsa uppá. Tað hevði
verið óðamannaverk at lopi
á leystum inn í ES. Størsti
vandin við limaskapi er
fiskivinnupolitikkurin,
men har eru eisini fleiri
onnur ógreið mål. Millum
annad rikisrættarliga støda
okkara, sigur Marita Peter-
sen sum sigur seg rokna við,
at tað má kunna bera til at
fáa eina betri handilsavtalu
við europeiska felagsskap-
in.
Norðurlendskt
samstarv
Marita Petersen sigur, at
hendir tað, at norðmenn
siga nei til ES-limaskap,
eiga vit beinanvegin at
kanna hverjir møguleikar
liggja í einum øktum norð-
urlendskum samstarvi mill-
um tey lond sum eru uttan
fyri ES.
Hinvegin heldur Marita
Petersen, at eitt møguligt
norskt ja kann ávirka
íslendingar.
tór.-
Marita Petersen heldur,
at tað hevdi verið
óðamannaverk at fara upp
í ES. Eisini sjálvt um
norðmenn nú møguliga
siga ja.
Mynd: Kalmar