Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin } Nr. 228 — 29. NOVEMBER 1994 Síða5 Jógvan Sundstein, fyrrverandi lógmaður: Vit eiga ikki at fara uppi ES — Fer Norra uppí ES, so koma vit at standa betri fyri á fiskivinnu- økinum enn vit gera í dag, sigur hann Síðan fólkaatkvgðuna um limaskap í EEC í 1972 hava vit átt fimm løgmenn. Ein teirra er Jógvan Sundstein, hann sat sum løgmadur frå 1989-91. Hann stilladi ikki uppaftur til seinasta løg- tingsval ogt nú starvast hann sum grannskodari å grannskodaravirkinum In- pact. - Mín meining er púra greið. Føroyar eiga ikki at ara uppí ES. Vit hava ein handilssáttmála við ES. Vit eiga at tryggja okkum, attey rættindi, vit hava sambært hendan sáttmála, verða hildin. Vit eiga at royna at fáa hendan sáttmála betrað- an, soleiðis at teir úrdráttir vit kunnu framleiða burtur- úr tridjalandsvørum, eisini verða undantikin tolli. Síð- aneiga vit ikki at gera meira við ES, annað enn at hava eitt gott samstarv, sigur Jógvan Sundstein. — Fer Norra uppí ES, so koma vit at standa betri fyri viðvíkjandi — fiskivinnuni hjá okkum. Tað er ein sann- roynd fyri øll lond sum eru farin uppí ES, at fiskivinnan hjá teimum er minkað í stórum. Tað fer eisini at henda hjá Norra. Fiskivinn- an hjá norðmonnum fer at forfalla sum frálíðir, og vit, sum konkurentar, koma at standa betri fyri. Tí skulu vit halda okkum uttanfyri ES, sigur Jógvan Sundstein. — Fóru vit uppí ES, so var ein stórur vandi fyri, at vit Jógvan Sundstein hevur pakkað sekkin sum løgmadur og politikkari, men hann hevur framvegis eina meining sum limaskap i ES. Mynd: Kalmar hvurvu heilt millum teir stóru. Vit høvdu tikið lívið at Føroyum sum tjóð. Okk- ara fiskivinupolitikkur hevdi verid sorladur sund- ur. Tað fer at henda hjá norðmonnum, fara teir uppí, og hetta hendir sjálvt um teir halda seg hava fingið nøkur lyftir, sigur Jógvan Sundstein. jústinus Martin Jacobsen, vinnulívsmaður: Vit eiga at fara uppi ES nú — Fer Noreg uppí ES, so fer hetta at órógva fóroyingar nógv, sigur stjórin á roykivirkinum Far Fish Tað at ein tydningarmikil kappingameyti fær fyri- munir, sum føroyingar ikki hava, eigur at fáa føroying- ar at umhugsa sína stóðu mótvegis ES. Hetta heldur Martin Jacobsen, ein av okkara virknu vinnulívs- monnum. — Vit sleppa ikki uttanum, at Noreg er okkara størsti kappingarneyti og fáa teir fríar teimar innan ES, so er okkara útflutningur hóttur, sigur Martin Jacobsen. — Vit mugu heldur ikki gloyma, at vit hava eisini havt marknaðir í teimum londum, sum nú fara uppí ES. Bæði Finland og Svø- ríki. Hesin marknaðurin er nú farin burturúr okkara tridalandsfiski. Nú fækkast tey londini, har vit kundu útflutt triðjalandsfisk til. Tað er bara Sveits eftir í Eu- ropa. So er tað Amerika, har hava vit nakað av útflut- ningi. Men tað er ongin ivi um, at har fáa vit eina harða kapping úr Kanada, sum framleiðir somu vørur sum vit, bara nógv stórri rúgvu, sigur Martin Jacobsen. Er tað meira í dag sum talar fyri at vit skulu fara uppí ES, enn í 1972? - Frá einum vinnulivs- sjónarmiði eru tað so nógv lond sum vit kappast við, og lond sum vit høvdu sum marknaðir, íð eru vorðin limir í ES. Ein kann siga, hví finna vit so ikki aðrar marknaðir? Men tað hava vit ikki gjørt. Vit hava ikki aðrar marknaðir enn vit høvdu í 1972, sigur hann. — Persónliga haldi eg at vit skulu fara uppi ES. Eg eri bangin fyri at vit hvørva, halda vit okkum uttanfyri samveldið, sigur Martin Jacobsen. jústinus - Re Á : ér om á SR, SEFUÐ Mm, h Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri: Ongin grund at broyta stødu til ES — Eg dugi ikki at siggja, at um Noreg fer uppi ES, so fer hetta at broyta fyritreytirnar hjå føroyingum munandi, sigur hann Kjartan Hoydal var ein av oddafiskunum í Fólkafylk- ingini móti EEC, sum vann følkaatkvøduna um lima- skap í 1972. Hann situr í dag sum fiskivinnustjóri í Tinganesi, og vit hava spurt hann umstødurnar hjá før- oyingum eru broyttar sein- astu 22 árini. Aðrenn hann svarar leggur, hann dent á, at hann svarar persónliga og ikki sum umboð fyri sítt embæti í Tinganesi. — Fer Noreg uppí ES, so dugi eg ikki at síggja, at hetta fer at broyta fyritreyt- imar hjá føroyingum mun- andi. Tað hevur verið hild- ið, at fór Noreg uppí, so vildi ES havt yvirskot av fiski og fór heldur at útflyta fisk. Men hetta er als ikki veruleiki. Tað er framvegis stórt undirskot av fiski í ES, sjálvt um Noreg fer uppí, sigur Kjartan Hoydal. — Tað er sera torført siga neyvt hvørja ávirkan norsk- ur limaskapur fær á føroy- ingar. Men eg eri ikki ósamdur við íslendska uttanríkisráðharranum, Jón Baldvin Hannibalsson. Hann sigur, at norskur lima- skapur verður betri fyri okkum sum eru uttanfyri. Tildømis, tá vit hava havt handilssamráðingar við ES. Tá hevur trupulleikin verið tann, at tá vit bóðu um okkurt, sum kanska ikki hevði so stóran týdning fyri ES, tí vit eru so smáir, so var svarið altíð, at hetta kundi ES ikki ganga vid til. Grundgevingin var at so mátti Noreg eisini fáa sømu treytir og norðmenn eru so máttmiklir á fiskivinnu- gkinum. Um Noreg kemur uppí ES, so er hesin trupulleikin burtur, tí tá er næstan allur fiskurin komin inní ES, sum teir vóru bangnir fyri fór at kappast við teirra egna. Sjónarmiðið Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri hjá Hannibalsson er, at um Noreg fer uppí ES, so fáa lond sum Ísland og Føroyar tað munandi lættari, sigur hann. — Men ein kann eisini siga tað hinvegin, at tað er lætt- ari um Noreg stendur uttanfyri ES. Eg haldi ikki at vit kunnu siga nakað vist um tað áðrenn vit hava kannað málið rættuliga, sigur Kjartan Hoydal. — Avgerðandi stødan í 1972 fyri ikki at fara uppí ES var, at við limaskapi mistu vit rædi av fiskatil- feinginum. Tad meini eg at Noreg fer at missa vid at fara uppi ES. Tann såttmåli teir hava fingið verjir teir bert nøkur fá ár, sigur Kjart- an Hoydal. — Tað einasta sum veru- liga er broytt síðan 1972 er at undirskotið av fiski í ES er bara økt. Tað er nógv stórri enn í 1972, sigur Kjartan Hoydal. — Eg meini persónliga, at vit hvørva, fara vit uppí ES. Gongdin í heiminum í dag er, at tollmúrar hvørva. Eitt nú seinasta GATT rundan, sum nú endaði við einum felagsskapi íð nevnist WTO, er ein ábending um at londini vilja hava meira av frihandli. Ein skal ikki longur verja seg vid toll- múrum. Tað er longu av- talað, at tollurin av fiska- vørum til ES skal skerast nidur i eina helvt komandi ár. Aðrir halda at hetta hendir ikki so skjótt, sigur hann — Hendir hetta, so er ikki tann stóra orsøkin av marknaðarávum at fara uppí ES. Orðaskiftið í Noreg er broytt frá einum spurningi um marknaðar- vidurskiftir til leiklutin hjá Noregi í Europapolitikki, sigur Kjartan Hoydal. jústinus