Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 228 — 29. NOVEMBER 1994 Edmund Joensen, løgmadur: Vit klåra okkum ikki kortini uttanfyri - Hevur verið kalt fyrr her i Atlantshavinum, verður uppaftur kaldari, um Noreg fer upp í ES, sigur lógmaður Tað verður ikki lætt hjá Føroyum, um Noreg fer upp í ES. - Harvið fær Noreg frí- handil, ES verður meira sjálvbjargið vid fiskavør- um, og trýstið móti okkum økist. Noreg fer ikki at hava nakran áhuga í at geva okkum betri sømdir, sigur Edmund Joensen, løgmad- ur Hann hugsar eisini um fiskiveiðusamráðingarnar í framtíðini, um Noreg fer uppí. Tá verður tað ikki Noreg men ES, vit skulu samráðast við um kvotur í norskum og føroyskum sjógvi, men eisini um gráu leiðina, og hetta fer at ávirka tað samskiftið, vit hava havt við russar. Tað verður ein sonn kollvelting fyri Føroyar, og hon verður als ikki okkum til fyrimun- ar, sigur Edmund Joensen. Hann heldur tað vera ein- falt at svara upp á spurning- in, um Føroyar kunnu klára seg uttanfyri ES, um Noreg gerast limur: - Vit klára okkum ikki sum er. - Eg kann eisini siga upp á tann mátan, at hevurfyrr verið kalt hjá okkum her úti í Atlantshavinum, so verður uppaftur kaldari, um Noreg fer inn í ES. Um Noreg sigur nei, verður kortini torført hjá Føroyum, tá Svøriki og Finnland fara inn í ES, tí tað nervar okkara marknað í teimum løndunum. Edmund Joensen heldur, at vit sum skjótast eiga at taka upp samráðingar um, hverjar treytir fylgja við, um Føroyar fáa limaskap. Edmund Joensen sær ikki norðurlendska samstarvid sum nakað alternativt. - Norðurlendskt samstarv kunnu vit brúka til mál mentan. Vit eru búskap- arliga so bundin at ES, at vit hava brúk fyri ES og ti samstarvinum. Bæði sam- starvini skulu styrkjast, sigur Edmund Joensen. randi Tíðindablaðið (SELV - Tað er bláoygt at vænta, at norðurlendskt samstarv kann vera eitt alternativ til ES, ti hvussu víkir og vendir, hava vit hini norðurlondini at kappast við, sigur Bergur Poul- sen, deildarleiðari á Havsbrún Ídnaðarfólk ætla nú at gera sítt til at fáa sett hol á orða- skiftið um stóðu Føroya til ES. Nú kann hetta orða- skifti ikki bíða longur. Í tí sambandinum verður fund- ur næsta mánadag. Hverja avgerð norska fólkið nú enn hevur tikið viðvíkljandi limaskapi í Føroyum, hevur tað tydning fyri Føroyar. Bergur Poulsen, deildar- leiðari í Havsbrún og nevndarlimur í Idnadar- felagnum, er sera spentur at frætta úrslitið. Hvat tað enn verður. - Tað er greitt, at fer Nor- eg inn í ES, standa vit illa í tí, av tí at harvið verður næstan sjálvbjargið við fiskavørum, og torførari verður hjá okkum at selja fiskavørur til ES, sígur Bergur Poulsen. - Vit hava sum er eitt loft yvir, hvat vit kunnu selja til ES. Tað loftið verður neyv- an kækkað, og neyvan verður tollurin lækkaður. Breðralagið telur ikki Bergur Poulsen heldur tað verður bláoygt at hugsa sær HAVNAR TA Tel. 88100 SKANDINAVISK TALE ISLENDSKT MÅL ENGLISH SPOKEN DEUTSHE SPRACHE eitt nordurlendska sam- starvid sum eitt alternativ til ES. Noreg fer ikki at hugsa so négv um okkum, fer landið uppí ES. - Hasin brødraskapurin er ikki galdandi, tá tað ræður um fisk og handil, tí vit eru kappingarneytar, sigur Bergur Poulsen. - Í hesum sambandinum noyðast vit at gloyma alt um norðurlendskt | samstarv ella samstarv í útnorði. Norðurlendskt samstarv er lítið annað enn føgur orð. Einki itøkiligt er higartil komið burtur úr tí. Hann heldur, at tað fer at koma okkum væl við, um Noreg sigur nei til lima- skap, ti so fáa vit eitt skotbrá til at tosa um stóðu okkara til ES, av tí at tað væntandi so ganga fleiri år, til spurn- ingurin verður tíkin upp- aftur í Noregi. - Men sigur Noreg ja, standa vit illa í tí, tí vit hava enn ikki sett hol á orðaskifti um ES. Avtalan vánalig Bergur Poulsen heldur lítið um ta avtalu, vit hava við ES. Hon hevur ov nógvar avmarkingar og er ov lítið liðilig. - Skipanin virkar alt ov seint. Taka vit okkurt aktu- elt mál fram, ganga tað tvey ár, áðrenn málið er avgreitt, og tá er tað ikki aktuelt longur, og tað ber ikki til í handli. Bergur Poulsen ivast i, at samstarvsmátin, vit nå hava vid ES, er tann rætti. Handa avtalan er í hvussu er ikki til at liva við, sigur hann. Annað enn kenslur Nú má orðaskiftið byrja í Føroyum. Higartil hevur tað verið alt ov kensluborið, og tað hevur bara verið um mer.tan. Bergur Poulsen ber ongan ótta fyri, at vit missa okkum sjalv burtur sum tjóð, um vit fara uppí ES. Hcimastyrid fer ongan veg kortini. - Tad ber ikki til longur baraat venda ES-spurningi- num bakið og ikki tora at kanna, hvørjar møguleikar vit hava. - Orðaskiftið má byrja beinanvegin, ti allarhelst noydast vit longur næsta år at gera okkurn greitt, hvat vit ætla. Bergur Poulsen heldur tað vera eitt sindur burturvið, tá føroyingar tosa um teir tríggjar møguleikarnar, handilsavtalu, tollsamband ella limaskap. Neyvan sleppa vit sjálv at avgera, hvønn møguleika vit velja. Hann hevur varhugan av, at ES vil hava okkum at taka stóðu til limaskap ella íkki - og einki annað. - Men nú má orðaskiftið koma í gongd, soleiðis at politikararnir, sum skulu taka støðuna, kenna sjónar- miðini, sigur Bergur Poul- sen. randi uttanfyri ES - Eg havi ilt við at góðtaka, at vit noyðast inn í ES, sigur Turið Sigurd- ardóttir, bókmentafróðingur Sjálvandi hevur tað týdning fyri okkum, um Grønland fer inn i ES ella ikki, men tad er nokkso torført at imynda sær, hvussu tað fer at ávirka, heldur Turið Sig- urðardóttir, bókmenta- frødingur. Hon heldur, tað må bera tilhjáokkum at vera uttanfyri, tá eitt land sum Ísland í hvussu er enn ongar beinleiðis ætlanir hevur um at søkja um limaskap. - Vinnulivsfélk siga altid, at vit kunnu fara uppi og åvirka, men eg Føroya trúgvi einki uppá tað. Fyri mær er ES eitt slag av ríkmannaklubba. Turið heldur tað vera vandamikið bara hugsa um tað fíggjarliga í hes- um orðaskiftinum, sjálvt um tað eisini skal til. - Her verður bara hugs- að um pening og bú- skaparligan framburð. Tað er so einstáttað, og tað var júst tað, ið var ein orsøkin til, at her gekk so av skriðuni,. Vit mugu ikki stara okkum blind í peniingi, sígur Turið Sigurðardóttir. randi Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar - 188 Hoyvík Frá 1. jan. 1995 til 30. juni 1995 verður vikarstarv vid 22 lønartimum um vik- una leyst at søkja í støddfrødi og evna- froði. Umsókn til rektaran í seinasta lagi tann 16. des. 1994. Haldið $0Slalin