týsdagur 29. november 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið €7D Nr. 228 — 29. NOVEMBER 1994 Síða7
Gunnar Hoydal, rithøvundur:
Noreg avger
okkara framtíð
- Verða vit noydd til at fara upp í ES, missa vit alt og gerast sosi-
alir biddarar í Bruxelles, heldur Gunnar Hoydal, rithóvundur
Avgerðin hjá norska
fólkinum, um landið skal
søkja um limaskap í ES ella
er, er sera týdningarmikil
fyri Føroyar. Eg beri ótta
fyri, at Noreg við hesi av-
gerðini avger okkara fram-
tíð. Sigur Noreg ja, verða
vit drigin uppí, um vit vilja
tað ella ikki, sigur Gunnar
Hoydal, rithøvundur.
- Høvdu tey skandinav-
isku londini bíðað tvey år
aftrat, ella til vit einaferð
eru komin fyri okkum aftur,
kundu vit kanska fótað
okkum uttanfyri ES, men
verður tað so, at Noreg fer
uppí nú, er alt avgjørt, eri eg
bangin fyri.
Gunnar Hoydal dylur
ikki, hvussu lítið honum
dámar Europeiska Sam-
veldið, ið hann nevnir ein
teknokratiskan felagsskap.
Har telja bara tey tøkniligu
framsugini.
- Verða vit noydd inn í
ES, sleppa vit ikki at sita við
nakað borð. Vit verða íkki
við, har avgerdimar verða
tiknar. Vit verða ein upp-
gávutjóð, sosialir biddarar í
Bruxelles. Og havið, okkara
nåttårurikidømi, uppgeva
vit samstundis.
Gunnar Hoydal týr ikki
uppá, at makað norður-
lendskt samstarv skal kunna
bjarga okkum. ES er eitt
teknokratiskt samveldið,
og gongdin er, at tað veldið
vinnur á fólkaræðinum,
sigur Gunnar Hoydal, sum
júst hevur verið eina sjáld-
sama ferð, har nógv varð
tosað um ES.
Tað var svenska rit-
høvundafelagid, sum skip-
aði fyri ferðini. Siglt varð úr
Pireus í Grikkalandi og vitj-
að varð í eystureuropeisku
londunum, heilt yvir til Od-
essa. Europa er so nógvar
ferðir stórri enn Vestur-
europa. 450 rithøvundar og
týðarar vóru við umboðandi
29 tjóðir.
- Á ferðini varð tosað
nógv um, hvussu stóran
týdning samband, samstarv
og mentan hevur í hesum
árunum. Tað ræður um at
styrkja tær lokalu mentanir,
tí tað er einasti máti at klára
seg. Sjálvandi mugu vit
hava nakað at liva av, men
okkum vantar stoltleikan,
sum onnur hava. Eitt er so
greitt, tóknin einsamøll ger
ikki samfelagið betri, sigur
Gunnar Hoydal.
randi
Arne Poulsen, Fóroya Arbeiðsgevarafelag:
Royna at fáa avtalur
sum aðrar smátjóðir
Føroyingar eiga at royna at fáa eins góðar avtalur sum aðrar smátjóðir hava fingið við
ES, men hetta verður ikki lætt, tá hugsað verður um, at talan er um fiskivinnu og
fiskaframleiðslu, men vit eiga at royna hetta, áðrenn vit hugsa um limaskap
Arme Poulsen hevur
starvast á skrivstovuni hjá
Føroya Arbeiðsgevarafelag
MENN / BÓLKUR A:
MENN / BÓLKUR B:
UNGLINGAR:
KVINNUR:
——
í mong ár og hevur hann
lutvíst verið talsmaður fyri
arbeiðsgevarafelagið, tá
Stór
innandura
fotboltskapping
ææ |Havn 3. & 4. des.
deild.
ymsir spurningar hava tikið
seg upp. Vit spurdu hann,
hvat hann heldur um stóðu
Teir, ið hava spælt við 1., 2. og 3. deild.
Teir, ið íkki hava spælt við 1., 2. og 3.
Unglingar, ið hava aldur at spæla við í
unglingadeildini komandi ár.
Frá 15 ár og uppeftir.
———————————
| FRÁBOÐAN á tlf. 14046 — ella við at siga frå í HB-húsinum |
týsdagin, mikudagin ella hósdagin millum kl. 19.00 og |
| 21.00.
okkara til ES, nú norðmenn
skulu siga ja ella nei.
Hann sigur seg vóna, at
vit føroyingar kunnu fáa
eina so góða avtalu við ES
sum tilber og framvegis
vera uttanfyril
Tað er greitt, at fer Noreg
uppí, so verða mong viður-
skifti ødrvisi.
Tað kann hugsast, at av-
talur okkara við ES um
fiskiskap í norskum øki, tå
Noreg er farið upp í ES,
verða ødrvisi, enn tá Noreg
er uttanfyri.
Hann heldur tó ikki „at tað
er vist, at vit skulu gerast
limir í ES fyri tað um Noreg
fer tann vegin.
-Tað mest umráðandi fyri
okkum er at vita, um tað er
sannlíkt, at vit kunnu fáa
eina góða avtalu og fram-
vegis vera uttan fyri.
Men hetta er nakað sum
vit mugu kanna.
ES likasælt um vit
eru innan ella uttanfyri
Uppá fyrispurning um tað
kann hugsast at ES vil
tvinga okkum upp í við at
nokta okkum eina betri
avtalu sigur Arne Poulsen,
at tað er ikki vist, at ES
leggur so nógv í, antin Før-
oyar eru innan ella uttan-
fyri. Tað hava teir í hvussu
so er ikki higartil gjørt.
-Eg haldi, at tað er ful-
Ikomiliga upp til okkum
sjálvi, hvar vit vilja velja.
-Men heldur tú ikki, at
teir ynskja at fáa okkum
upp í, nú útlit tykjast vera
fyri, at her møguliga er
olja?
-Tað sær út til, at tað er
nokk av olju í verðini, og ES
keypir olja, har hon er
bíligast. Tí haldi eg ikki, at
tann spurningurin hevur
nakran týdning fyri ES.
Avtalu sum aðrar
smátjóðir
-Atkvødur Noreg ja, hvat
eiga vit tá at gera?
-Út frá teimum avtalum,
sum aðrar smátjóðir hava,
eiga vit at royna at finna
eina avtalu, sum riggar fyri
okkum. Eydnast tað ikki, so
mugu vit umhugsa, um
limaskapur er tað rætta.
-Hava vit nakað annað
enn limaskap at velja í, um
Noreg fer upp í og vit ikki
fáa eina nóg góða avtalu?
-Ein kann veljataðein vil,
men tad fer sjålvandi at
hava ymsar avleidingar vid
sær.
Ame Poulsen sigur, at
Arbeiðsgevarafelagið
Ídnaðarfelagið fara at hava
fund um hesar spurningar
komandi mánadag, og har
skal so kannast, um tað er
sannlíkt, um vit kunnu fáa
eina betri avtalu og vera
uttan fyri.
-Er tað sannlikt, at vit fáa
eina slíka avtalu?
-Hugsa vit um aðrar smá-
tjóðir, so hava tær fingið
góðar avtalur og samtíðis
kunnað verið uttan fyri,
men sum eg havi skilt tað,
so eru fiskari og fiska-
framleiðsla serliga "sensi-
tiv" øki, har nógvir metar, at
tad ikki er serliga sannlikt,
at ein kann fáa hóskandi
avtalur, men eg haldi so vit
eiga at kanna hetta.
-Hvat vónar tú verður
úrslitið í Noregi?
-Principielt er tað gott, at
lond í Europa arbeiða sam-
an.
Arne Poulsen sammetir
annars støðuna hjá Føroy-
um við hana hjá Norð-
urnoregi, men sum heild er
stødan viðvíkjandi Før-
oyum og Noregi mótvegis
ES sera ymisk.
jan
Gistingarhúsið
SKANSIN
Box 57 - Tórshavn
|=}
SS
—
=
=
on
ÉR
=
Nord Truck
TIf. 15136