Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Pullarturin, sum var 17 rúmmetrar, varð skræddur upp (Mynd: Rógvi Johansen) Skiparin á Teistanum: Tað er ikki vandaleyst - Tað líkist ongum, at Teistin skal liggja í øllum veðri á Drelnesi við bara tveimum monnum umborð, sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Teistanum Tað mundi verið galið hjá Teistanum sunnukvøldid. Hann lå vid gomlu salt- bryggjuna å Drelnesi. Tað var óveður, og um hálvgum átta tíðina bar av. Toran gekk, tað heglaði og hvirlurnar vóru harðar. Teir tjúkku endarnir, sum Teistin var bundin við, hildu ikki til óveðrið. Teir báðir veirararnir har afturi slitnadu, sjálvt um styrkin i teimum skuldi verid 70 tons. Ein veirur framman var uppaftur sterkari. Hann var bundin i ein pullart å bryggjuni. Pullarturin er år betongi og er 17 rúmmetrar. Veirurin helt, men pullart- urin skræddist upp úr bryggjuni. Umborð á skipinum vóru bara tveir mans. Tíbetur eydnaðist teimum beinan- Til BLADSØLURNAR sosialúrin aftur UTSELDUR? Boðið so beinanvegin frá á tlf. 11820. Uttanfyri vanl. arbeiðstíð upplýsir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fáa fleiri blað. Tíðindablaðið SOSIALURIN vegin at seta motorararnar í gongd, og við teimum fingu teir hildið skipinum inn at bryggju, til tað ringasta óveðrið hæsaði av. Sámal Jákup Hansen, skipari á Teistanum, heldur, at teir vóru meira enn hepn- ir, at hetta eydnaðist við bara tveimum monnum um- borð. Tað gekk ein lítil løta, so hevði skiparin fingið fýra menn at hjálpa teimum. Tað var eitt verri stríð. Annar tann slitnaði endin kom eisini um skrúvuna, so dagin eftir noyddust frosk- menn niður. Veðrið var íkki so ringt, tá teistin kom suður, og tað var heldur einki pláss á Tvør- oyri. Tí lógu teir við gomlu saltbryggjuna á Drelnesi. - Hevdi Teistin verið í vanligari sigling, hevði tað + me I] pe ikki hent, ti so vóru vit á veg til Havnar tå, og menninir høvdu eisini verið umborð allir, sigur Sámal Jákup. I lívd av Teistanum lå eitt alibrúk. Hevdi ikki eydnast monnunum at hilsið skipi- num inn at bryggjuni, kundi alibrúkið fingið stóran skaða. Sámal Jákup heldur lítið um galdandi ferðaætlan, at Smyril siglir fyri Teistan teir túrarnar, tá Smyril er í Føroyum, og í meðan liggur Teistin bara. Hetta kann eingin bjóða suðuroyingum, tí Smyril kann ikki halda ferðaætl- anina, tá hann so ofta er seinkaður av illveðri. Van- ligari kloukkutíð kunnu suðuroyingar ikki ganga eftir. - Eg spyrji eisini bara, hvar trygdin er, tá Teistin 70 FJ liggur her å Drelnesi vid bara tveimum monnum umborð, sigur skiparin. Hann heldur ikki leiðsl- una á Strandferðsluni taka réttu avgerðirnar. Hetta við at Smyril siglir túrar hjá Teistinum eitur fyri at vera sparing, men sparingin man vera líul. Sámal Jákup Han- sen veit eisini, at menn, sum sigla við Smyrli, hava havt so langar arbeidsvikur, at onkrir teirra eiga fýra mán- aðir í avspáking, men teir koma onganti til at halda frí, tí skipið siglir alla tíðina, sigur Sámal Jákup Hansen, sum nú setir sítt álit á, at viðurskiftini verða broytt til tað betra, tá Tummas Arabo aftur tekur við sum stjóri á Strandferðsluni. randi | | Tíðindablaðið CH) Ætla at niðurleggja ávísingarnar Arbeiðarafelógini tíma ikki longur at hava arbeiðsávísingar fyri einki, tí tey eru misnøgd við samstarvið vid ALS Fríggjadagin verður fundur í hólum Føroya Arbeiðara- felags í Havn millum ar- beiðsávísingarnar hjá lok- alfelógunum hjá Føroya Arbeiðarfelag. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag sigur, at fleiri feløg hava biðið um fund, tí tey eru so misnøgd við sam- starvið við Arbeiðsloysis- skipanina. Feløgini gremja seg um, at tey einki fáa at vita, Ld. um nýggjar reglugerðir og lógarbroytingar. Samstarv- ið við leiðsluna fyri ALS er ov vánaligt, og tí virka áví- singarnar ikki, sum teir eiga, halda feløgini. Ingeborg Vinther sigur, at tríggjar av ávísingunum undir Føroya Arbeiðara- = SMS FOTO CVIÐEO = felag longu eru nidurlagdar, ti feløgini nokta at halda fram, soleidis sum vidur- skiftini eru. Feløgini halda tað vera 'Grimiligt, at tey nú í tvey ár hava gjørt ókeypis arbeiði við ávísing, summi havaeisini verið noydd til at gjørt smærri íløgur fyri at kunna gera arbeiðið. - Samstundis hevur ALS fingið sleiri starvsfólk, men taðtykist ikki, sum skipanin fæst at virka betur kortini, sigur Ingeborg Vinther. Tað, sum rættiliga fekk ødi í fakfeløgini var, at post- verkid nå eisini skal uppi við at taka ímóti fráboð- anum frá arbeiðsleysum. Postverkið ger ikki sítt ar- beiði fyri einki, og tí tíma feløgini ikki meira, siga tey. randi MD Postboks 1058 - 110 Torshavn - Tlf. 19820